Tá danskir økonomar, núverandi og fyrrverandi limir í formansskapinum í Búskaparráðnum, vóru úti og ávaraðu ímóti at framskunda skatting av pensjónum, sum gjørt varð í Føroyum, vóru fleiri í Føroyum frammi við pástandinum, at økonomar altíð fara skeivir, og m.a. hevði alt ov lítið verið av ávaringum áðrenn núverandi kreppu.
Hetta er ein populer uppfatan um búskaparfrøðingar sum heild, men áðrenn eg hyggi uppá hvat danska Búskaparráðið segði og nær, vil eg minna á, at eg áður havi víst á, at viðvíkjandi Føroyum er hetta als ikki rætt: Búskaparráðið ávaraði í hákonjunkturinum.
Hvussu so við danska Búskaparráðnum? Vit kunnu taka nøkur dømi: