Sider

torsdag den 19. april 2012

Tørvur á meira -- ikki minni -- progressivum skatti

Tað er mín pástandur, at skatturin eigur at blíva meira progressivur heldur enn meira flatur. Tað merkir at skattalættin hjá ABDH, sum fór til hægri miðalinntøkur og háinntøkur, skuldi heldur farið til lág- og miðalinntøkurnar. Man skuldi sostatt heldur flutt øll skattastigini og botnfrádráttin eitt sindur uppeftir inntøkustiganum, heldur enn einans at flyta ovastu stigini, ið hevur havt við sær at talan stórt sæð er um flatskatt.

Her eru mínar grundgevingar: Globaliseringin setir økt krøv til liberalisering av vinnulívinum fyri at menna produktivitetin og varðveita kappingarførið. Men hetta vil raka vinnur ójavnt, og serliga arbeiðsmegina ójavnt í ymsum vinnum. Nakrar vinnur vilja vinna nógv uppá liberalisering og kunnu varðveita góðar lønir, meðan aðrar vinnur merkja lønartrýst av liberaliseringini. Marknaðurin fer tí at skapa meira ójavna enn fyrr. Og tað er her eisini vigtugt fyri rættvísi í meira progressivum skattastiga, at ójavnin í inntøku er ikki bara størri, men inntøkan hjá fólki er eisini í størri mun enn fyrr avgjørd av hepni enn av arbeiðsinnsatsi og evnum hjá tí einstaka: Hvør er í teimum vinnum, sum vaksa orsakað av liberalisering. Vakstrarpotentialið fyri vinnur -- og harvið fyri ójavna -- er størri, tá allur heimurin er marknaður.

Øktur ójavni undirgravar samanhangsmegina í samfelagnum. Samanhangsmegin styrkir hinvegin kappingarførið generelt og gagnar tí øllum. Skal samfelagið varðveita samanhangsmegi, hóast tann ójavna, sum globaliseringin skapar, er rímiligt at tey sum vinna mest uppá globaliseringina eru við at rinda hetta gjøgnum meira progressivan skatt. Hóast øktan ójavna í inntøku, ber til at henda øking í ójavna verður minni ógvuslig í keypikraft.

Eitt mynstur skulu vit vænta: Liberaliseringin gagnar serliga hægri inntøkum, sum fáa ágóðan av globaliseringini beinleiðis, og lægri inntøkurnar verða samstundis meira kroystar av kapping frá láglønarlondum. Globalisering og liberalisering kann geva samanlagt størri inntøkur. Skulu lægru inntøkurnar eisini fáa ágóða av øktu inntøkunum, sum liberalisering og globali marknaðurin gevur, er størri umfordeiling neyðug.

Fáa lægru inntøkurnar hinvegin ikki sín lut í ágóðanum av globaliseringini, verður ikki fólkslig undirtøka fyri einum politikki, sum fremur tær vinnuligu liberaliseringar, sum geva øktan produktivitet og gera okkum øll samanlagt ríkari. Uttan fólksliga undirtøku fyri liberaliseringum, verður politikkurin í staðin protektionisma og avbyrging. Tá verður eingin ágóði til hægru inntøkurnar heldur uttan eina rímiliga umfordeiling, so øll fáa lut í ágóðunum.

Skattalættin til flatskatt ger tað øvugta. So tit ríku skulu bara rinda. Tað er til tykra egna besta.

Ingen kommentarer: