Sider

onsdag den 4. april 2012

Eitt hjartasuff frá Zachariasi Hammer

Zacharias Hammer skrivar á facebook:
Halló góðu vinir.
Hvat halda tit um okkara "Statskaptalistisku politikkara, sum er nógv verri og grovari enn politikkarar í táverandi kommunistiska Russlandi. Teir sótu við feitari løn, luksus ferðum og luksus summaríbúðum við Svartahavið - meðan vanliga fólkið græt og livdi í armóð við høgum gjøldum til STATIN. Er tað ikki tað sama og grovari í okkara politikka gera her í Føroyum. Fyrst fáa teir ...rættiliga góða fasta løn, ábøtur, fundarpening og skýggjhøgur ferða- og kostpening. Tonk at fáa millum 14.000 - og 18.000 skattafríðan ferðapening um mánaðan. Fleiri av teimum eiga flott hús í Havn fyri hendan skattfría pening. Tonk um allar uttanlandaferðir, har teir búgva á 5 til 7 stjørna hotellum við veitslumati og galladøgurðan dag um dag. Luksus útferðir og framsýningar. Kunnu verða í 3 - 9 londum innan eina viku. Ikki bert tað. Hesu tíð teir liva sum barónar í jørðiska himmuríki, fáa teir eisini koyri- og dagpening heima í Føroyum. Hetta er heldur ikki minst galdandi fyri okkara sonevnda "Kristiliga flokk" - Faresearar og falskir profetar - teir/tey útnytta skipanina. Nei, tað er meir at fara eftir enn teimum homseksuella og øðrum sum tykist skeivt. Hetta sum tit liva í er alt annað enn tað Jesus lærsi. Hann rak faresearar út úr Synagoguni. Jesus hevði nokk eisini rikið fleiri av tykkum úr løgtingi og Landstýri.
Tykkara órímiliga eftirløn - uppspart eftir fáum árum - aðrir tænastumenn skulu spara hetta upp eftir 37 ´rum, sum tit fáa ávíkavist fyri 8 ár og í Løgtinginum 16 ár. vanligi føroyingurin, sum hevur arbeitt í 50 - 60 ár fær um 8.000 kr um mðr. Tit fáa millum 30.000 - og 100.000 um mðr. Ikki nokk við tað + tykkara eftirløn sum læknar, lærarar. politistar, sýslumenn, sakførarar o.m.a.
Fleiri av okkara (tey flestu) burdu ikki tort at víst seg úti millum okkara vanligu føroyingar.
Ikki minst allar politikkara, sum nú sita við feitari lívslangari eftirløn + teirra egnu privatu.
Og so kemur rosinan - Teir hava álagt okkum at gjalda skatt av okkara eftirløn við inngjalding. MEN HVAT - teirra eftirløn skal ikki skattast við inngjald.
Jú her síggja vit greitt boðskapin í ævintýrinum, tá "Revurin verður settur at ansa høninum"
Bert eitt hjartasuff og meira enn tað. hetta er skrivað beint frá hjartanum - tími ikki at lesa rættlestur - vónandi skylja tit vinir mínir meiningina.

Ingen kommentarer: