Sider

lørdag den 4. februar 2006

Muhammed-tekningarnar í Jyllands-Posten

Nú er alt á gosi um tekningarnar av Muhammed, sum Jyllands-Posten prentaði fyri nú langari tíð síðani.

Málið snýr seg nú um ytringsfrihed, eingin ivi um tað, og tí hava vit einki annað val enn at verja rættin hjá Jyllands-Posten at útgeva tekningarnar tá mótmælini nú eru so massiv og krøvini um umbering og afturtøku somuleiðis.

Men áðrenn tað kom so langt, snúi tað seg eisini um virðing fyri øðrvísi hugsandi og øðrvísi trúgvandi.

Myndir av Muhammed hava verið prentaðir fyrr hóast religiøsa forboðið ímóti hesum. Eisini minni penar myndir. Og kortini hava reaktiónirnar ikki verið nakað serliga ógvusligar.

Men nú er tað størsta avís í Danmark sum prentar sera grovar tekningar av Muhammed, og tá tað er ein respekteraður miðil fær tað størri vekt, og kraftigari verður reaktiónin.

Í filminum »The People vs Larry Flynt« fer sakin um freedom of speech heilt í Hægstarætt, har pornoútgevarin fær viðhald í, at hann kann koma við grovum ákærum móti einum framstandandi presti um óhóskandi og ólógligt kynsligt samband, tí talan er um satiru. Larry Flint úttalar í filminum, at »um lógin verjir eitt svín sum meg, verjir hon øll« (leysliga umsett). Hetta hevur hann púra rætt í. Burtursæð frá at talan har er um amerikansku grundlógina, er samanbering við hetta mál sera relevant.

Nú hevur Jyllands-Posten sett seg í leiklutin hjá spottaranum Larry Flint. Um teir ikki vilja stremba hægri, so hava teir fullan rætt at útgeva tekningarnar. Tað er tað ytringsfríheitin tryggjar teimum.

Í kvøld síggjast myndir í sjónvarpinum av brennandi donsku ambassaduni í Damaskus. Danski ambassadørurin í Syrien sigur við danskt sjónvarp, at higartil hevur tað verið sett í samband við danskt har niðri at gera Lurpak smør og at vera fitt og fyrikomandi fólk. Nú traðka tey á Dannebrog og brenna donsku ambassaduna. Kanska er tað tí danir ikki longur eru fittir og fyrikomandi!