Sider

lørdag den 19. oktober 2002

Eitt land á veg í kríggj

(Grein í Sosialinum 19. oktober 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

Mitt í miðlarokanum um snigskjúttan, sum hevur skotið tíggju tilvildarlig fólk, og mitt í valstríðnum undan miðleiðsvalinum, hevur ameriski forsetin George W. Bush fingið samtykt í bæði umboðsmannatinginum og senatinum stuðul til at brúka hervald ímóti irakiska einaræðisharranum, Saddam Hussein.

Í báðum kømrum í Kongressini var býtið umleið 75% fyri og 25% ímóti. Í flokkinum hjá forsetanum, republikanarunum, atkvøddu næstan allir fyri, men í hinum stóra flokkinum, hjá demokratunum, var býtið umleið helvtin fyri og helvtin ímóti. Fleiri miðlar siga tó frá ónevndum umboðsmonnum og senatorum úr demokratiska flokkinum, sum heldur vildu atkvøða ímóti, men av tí at val er fyri framman ikki tora tala ímóti kríggi ímóti Saddam Hussein, tí teir stúra fyri at hetta kann brúkast í valstríðnum, og at teir kunnu ákærast fyri ikki at standa saman við teimum, sum vilja verja Amerika ímóti fleiri yvirgangsatsóknum.

Tað eru ikki øll sum halda, at Saddam Hussein er nakar størri vandi. Tað er lítið at ivast í, at uttan Hussein var heimurin at betri stað; hann hevur brúkt evnafrøðilig vápn ímóti sínum egna fólki, og sagt er frá píning av andstøðingum í Irak. Men hetta er ikki nøktandi grundgeving fyri at fara í kríggj, og hevur heldur ikki verið brúkt. Sagt hevur verið, at Irak hevur ment ella er við at menna hópoyðingarvápn, men enn eru eingi prógv fyri hesum almannakunngjørd.

Fleiri viðurskifti benda á, at ein partur av orsøkini til, at forsetin so fegin vil hava avgerðina tikna nú um eina uppgerð við Saddam Hussein er, at hann vil forða øðrum evnum at verða viðgjørd í valstríðnum enn stríðið ímóti yvirgangi.

Bestu beinleiðis ábendingina fingu vit tá næsti politiski rágevin hjá forsetanum av óvart kom at avdúka, at hann í vár hevði sagt í framløgu fyri republikanskum valevnum til miðleiðsvalið, at teir skuldu royna tað teir kundu at fáa valstríðið at snúgva seg um stríðið ímóti yvirgangi, tí tað kundi gagna flokkinum.

Búskaparfrøðingar og amerikanarar sum heild eru samdir um, at búskaparstøðan er versnað síðani verandi forseti tók við. Arbeiðsloysi er vaksið, og stór fall á virðisbrævamarknaðunum hótta pensiónssparingarnar hjá fólki. Veljarakanningar hava víst, at amerikanarar stúra fyri búskaparútlitunum, og at fólk eru ótolin við forsetanum, sum tey vilja hava at gera nakað. Kanningarnar hava eisini víst, at amerikanarar hava stórt álit á forsetanum, tá tað snýr seg um verjuna av landinum og stríðnum ímóti yvirgangi, meðan fólk í størri mun halda at andstøðuflokkurin, demokratarnir, megna at bøta um viðurskifti hjá teimum arbeiðsleysu og pensionistunum og um búskaparstøðuna sum heild.

Samstundis er hent, at síðani talebanarnir ikki gera nógv um seg í Afghanistan meira, byrjaðu fólk at fáa størri áhuga fyri øðrum viðurskiftum aftur enn stríðnum ímóti yvirgangi. Í vár avvístu ráðgevar í Hvítu Húsunum, at ætlanir vóru um at leypa á onnur lond enn Afghanistan. Men í summar, tá áhugin fyri stríðnum ímóti yvirgangi var minkandi, byrjaðu ráðgevar hjá forsetanum spakuliga at tosa um álop á Irak, og nú eru vit komin so langt at samtykt er at fara í kríggj »um neyðugt«, sum tað eitur.

Framvegis verður bíðað eftir, at trygdarráðið hjá ST skal geva grønt ljós til at brúka vald ímóti Irak. Men forsetin hevur allatíðina sagt, at hann ikki letur ST avgera, hvussu Amerika verjur seg ímóti yvirgangi. Endin verður helst, at ST fer at taka undir við amerisku álopsætlanunum. Av tí at lítið er at ivast í, at amerikanarar fara at vinna á Irak, og at tað helst eisini verður rættiliga lættvunnið, fara helst mong lond at stuðlað amerikanarum beinleiðis og óbeinleiðis. Øll vilja vera við vinnandi partinum.

Harvið er mest sannlíkt at vit fáa eitt kríggj ímóti Irak, at hetta kríggj fær stóran stuðul, at kríggið verður lættvunnið, og at Saddam Hussein verður rikin frá valdinum í Irak.

Tað løgna er, at einans tosið um kríggj skal brúkast politiskt, tí kríggið sjálvt kemur ikki fyrr enn eftir valið. Saddam Hussein er neyvan stórur vandi fyri heimsfriðin, og hann hevur neyvan hópoyðingarvápn sum kunnu brúkast ímóti øðrum londum langt burturi.

Og aftaná kemur helst at síggja út sum at rætt var at fara í kríggj, tí stuðulin var stórur og sigurin lættvunnnin. Hetta hóast argumentini fyri at fara í kíggj vóru hóttan ímóti heimsfriðinum og hópoyðingarvápn. Og vit koma ongantíð at síggja hvat úrslit alternativini høvdu havt, um tað er at royna at senda vápnaeftirlitsmenn enn einaferð, ella bara at avtaka stongsilin av Irak og kanska stuðla andstøðuni í Irak.