Sider

lørdag den 7. juni 2008

Mátin at avtaka rentustuðulin

Á hesum tráði (link til kjak.fo manglar) um rentustuðulin havi eg lýst ein máta at sleppa av við stuðulin:
Ein trupulleiki við rentustuðlinum er, at nú hann er komin slepst ikki av við hann aftur, tí hann ávirkar prísstøðið á bústaðarmarknaðinum. Ein gunstig løta var, tá skáalánini komu og hús í Havn eftir fáum vikum dýrkaðu 25%, og ein fíggjarmálaráðharri við rettidig omhu hevði tá meldað út, at rentustuðulin verður niðurlagaður og avtikin eftir ávíst áramál. Tíverri varð hetta ikki gjørt. Hetta hevði annars samstundis lagt ein dempara á brádligu príshækkingarnar, sum raktu rættiliga tilvildarliga. Tað undrar eisini, at búskaparráðið svav tá og ikki kom við eini áminning um at nú var rætta løtan. Eg havi sagt tað við Astrup, Laksafoss og Johannesen (formansskapurin tá), sum so vítt eg skilti tók undir við mær.

Tann løtan varð forpassað. Men nú kann man eitt nú gera á henda hátt:

1) Alt skal meldast út í einum sum ein breið politisk semja, ið umfatar 2) og 3). Breið semja fyri at eingin væntar at tað aftur verður broytt, hóast tað verður framt yvir langa tíð og valdið skiftir.

2) Rentustuðulin lækkar 2 prosentstig á hvørjum ári, so hann er burtur eftir 20 árum. Hetta eigur ikki at oyðileggja privatøkonomiina hjá nøkrum, sum ikki longu hevur keypt ov dýrt. Á henda hátt fáa vit lagaliga tillaging av húsaprísunum frá núverandi við rentustuðli til veruligan marknaðarprís.

3) Harumframt verður loftið á rentustuðlinum lækka við kr 4000 á hvørjum ári, so tað eftir 30 árum er komið niður á null. (Eg haldi tað er kr 120000 í dag.) Harvið verður eingin raktur av lækkingini av loftinum, sum rindar sítt húsalán aftur eftir 30 árum, um avdrøgini eru javnt stór (seriulán). Tey sum hava meira fansy lánisløg mugu sjálvi rinda munin.

Og so skulu politikarar annars halda seg langt vekk frá at innføra nýggjar stuðulsformar (eftir danskari fyrimynd) til leigarar, tí hesir ikki fáa somu ágóðar sum eigarar. Ger lóggávu sum tryggjar leigarum ávís rættindi, men blandi tykkum ikki í rokningina fyri leigu, tað endar minst líka galið sum við rentustuðlinum. (Og droppa bara andeilsíbúðirnar eisini, tað skapar bara ógreiðan eigaraskap og kann harvið gerast spekulatiónsobjekt.)

Tað góða er, at fáa vit eina tillaging av húsaprísunum til marknaðarprís, fær tað helst eitt ikki óbetýðiligt tal av útisetum at flyta heim. Onkur kanska realiserar sítt rentustuðlaða húsafrívirði í Danmark og kemur heim til hús til marknaðarprís og harvið bíligari.