Sider

torsdag den 29. august 2013

Kári hevði ikki heimild til CIP-avtalu

Ført verður fram, at tað var politiskt rumbul, sum var orsøkin til at avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) skuldi aftur í Løgtingið, og ikki manglandi heimild. Í dag segði aðalstjórin í Innlendismálaráðnum eisini við útvarpið, at:
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan
(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)

Hetta er eftir mínum tykki ein rættiliga løgin tulking.

Uppskot til løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð (Løgtingslóg 161/2009) sum bleiv samtykt sigur í grein 2, stk. 3:
Um landsstýrismaðurin ikki nýtir heimildina at geva P/F Skálafjarðartunlinum einkarættin áðrenn tann 1. november 2010, fellur heimildin burtur, uttan so at landsstýrismaðurin í staðin ger av at bjóða út einkarættin í fríari kapping, við tí endamáli at geva øðrum einkarættin.
Um so er, verður landsstýrismanninum heimilað at gera ein sáttmála um einkarætt við tann, sum út frá einari samlaðari meting má metast at hava givið besta tilboðið.
Hetta er nærri greinað, fyrst generelt og síðani specifikt, í viðmerkingunum. Undir almennar viðmerkingar 4.4 stendur:
Um landsstýrið ikki brúkar heimildina at geva P/F Skálafjarðartunlinum einkarætt innan 1. november 2010, kann landsstýrið í staðin bjóða einkarættin út í fríari kapping fyri at geva hendan til ein annan loyvishavara. Hetta skal, sbr. serligu viðmerkingarnar, í tíð verða í framhaldi av hesum.
og nevndu serligu viðmerkingarnar siga:
Tað verður gingið út frá, at kappingarútsetingin í tíð verður samanhangandi við 1. november 2010. Tað snýr seg sostatt ikki um eina standandi heimild til landsstýrið, sum kann verða brúkt uttan tíðaravmarking.
Eftir nevndarviðgerð varð freistin 1. november broytt til 1. desember 2010.

Freistin gekk út 1. desember 2010, men í mars 2011 legði Anniku Olsen uppskot á Løgting at leingja freistina til 1. august 2011. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarrætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð (Løgtingsmál 126/2010), ið varð samtykt, segði stutt og greitt, at
  1. Í § 2, stk. 2 verður “1. desember 2010” broytt til “1. august 2011”
  2. Í § 2, stk. 3 verður “áðrenn tann 1. november 2010” broytt til “í seinasta lagi 1. august 2011”
Grundgevingin var, at fíggjarkreppan gjørdi trupult (hjá P/f Skálafjarðartunlinum) at finna fígging.

Tá henda nýggja freistin fór, avgjørdi John Johannessen, sum síðani var blivin landsstýrismaður í innlendismálum, at eingin nýggj útbjóðing skuldi vera. Hesum var boðað frá alment á tíðindafundi, sum Dagur og vika frá 2. august 2011 sendi frá.

Talan var sambært serligu viðmerkingunum ikki um eina standandi heimild, og við fráboðanini hjá John Johannessen fellur heimildin sostatt burtur.

Kári P. Højgaard kann ikki fáa heimildina at vakna aftur í 2012, tí tað er ikki, sum almennu viðmerkingarnar siga, "í tíð í framhaldi av hesum," sum var 1. august 2011.

Eg haldi málið er púra greitt. Eg eri ikki løgfrøðingur sjálvur, men eg havi spurt fleiri slíkar, og eingin roynir at yvirbevísa meg um nakað annað.

Ingen kommentarer: