Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:
Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013. |
Tað kann gott vera, at Føroyar bara hava eitt meiningsleyst Búskaparráð, men tað ger ikki petti, tí alt hatta við íløgum, tað klárar Reimund "seldi-eina-lygn" Langgaard:
Forsíðan á Dimmalætting 3. januar 2012. |
Akkra sum teir í CIP frammanundan hava billað Kára Post tað sama inn, hevur Rúni Bro Róin sambært miðlunum brúkt nógva tíð uppá at greiða Rættarnevndini frá stóra váðanum sum er við íløguni Skálafjarðartunnil. Og eg giti, at eingin hevur verið meira imponeraður í Rættarnevndini enn sjálvur Reimund.
Reimund fer aldrin aftur at selja eina lygn. Nú fer hann at keypa.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar