Sider

onsdag den 21. august 2013

Lógin hjá Murphy -- um Skálafjarðartunnilin

Allir økonomar eru samdir við Johnny í Grótinum!

Tað finst mær vitandi ikki ein einasti nationaløkonomur, sum tekur undir við at gera Skálafjarðartunnilin í privatum felag -- bara út frá teimum upplýsingum sum eru almennir. Og so kemur alt tað loyniliga aftrat. Og tá tað er Copenhagen Infrastructure Partners, ið vil dylja, er lítið at ivast í, at sakin blívur bara enn meira greið, um alt kom fram.

(Undantøk kunnu vera teir økonomar, sum fáa pengar fyri at hava eina ávísa meining ... limirnir í Búskaparráðnum eru ikki undantak, tey tora bara ikki at siga sína meining.)

Nú skulu økonomar ikki bestemma, men tað burdi talt eitt sindur (og helst meira enn tað) at fakliga er eingin ivi yvirhøvur.

Um politiska skipanin kortini velur at ganga ímóti fakligum tilmæli frá einmæltari búskaparfrøðingastætt, er tað fult í tráð við "Murphy's law on economic policy", ið hesin bloggur hevur skrivað um fyrr, og sum sigur:
Economists have the least influence on policy where they know the most and are most agreed; they have the most influence on policy where they know the least and disagree most vehemently. (Alan Blinder)
ella á føroyskum í mínari týðing/umskriving:
Tá búskaparfrøðingar eru samdir um okkurt og vita mest, er ávirkanin á førda politikkin minst. Tá búskaparfrøðingar hinvegin eru ósamdir, so fáa teir ávirkan, tí fólk velja sær ein búskaparfrøðing tey kunnu brúka til síni ideologisku endamál.

Í hesum føri finnur politiska valdið ongan búskaparfrøðing at stuðla seg til. So tað blívur bara til trúgv, tað heila.

Um nakar ivast í boðskapinum í hesi grein, so skal eg minna á, at lógin hjá Murphy roynir at forklára, hví so nógvar vanlukkur henda.

Ingen kommentarer: