Sider

tirsdag den 3. maj 2011

Fer fíggjarnevndin at pissa í buks?

Fyri minni enn tveimum árum síðani var fíggjarpolitikkurin í Føroyum millum heitastu kjakevni. Landsstýrið arbeiddi við tí sum bleiv ólavsøkupakkin, sum innihelt bæði vakstrartiltøk og sparitiltøk.

Allur heimurin var raktur av ógvusligari búskaparkreppu, eisini Føroyar. Landsbankin skapti ótta í fíggjarmálaráðnum og politisku skipanini við eini útmelding sama vár sum segði, at føroyska kredittvirðið stóð uppá spæl, um undirskotið á fíggjarlógini fór uppum 500 mió. Framskrivingar tá vístu eitt hall uppá 800 miljónir. Fíggjarmálaráðið arbeiddi við at finna sparingar uppá 300 miljónir.

Tíbetur eru aðrir búskaparfrøðingar í Føroyum enn Landsbankin. Johnny í Grótinum kallaði metingina hjá Landsbankanum fyri "forferdiligt tvætl". Tvørturímóti helt Johnny, at kredittvirði landsins kundi fáa óbøtaligan skaða, um landsstýrið - "í andsøgn við alt búskaparligt vit og skil" framdi ein kontraktivan fíggjarpolitikk, meðan privati eftirspurningurin var í minking. Johnny helt, at landið kundi hava eitt hall uppá íalt tvær miljardir eftir tveimum árum meðan bíða var eftir at heimsbúskapurin aftur fór at vaksa.

Obama, Osama og valgið 2012

Sum reaktión uppá at heilt mong fyri ikki at siga at tey flest nú halda at Obama hevur tryggjað sítt avturval við at USA hevur gjørt av við Osama bin Laden, havi eg sett hesa áminning fram á facebook:
Fyri 20 árum síðani var Bush forseti eldri ógvuliga populerur (85% approval rating), tí USA akkurát hevði rikið Irak út úr Kuwait. Fleiri demokratar við president-ambitiónum valdu forsetavalið í 1992 frá, tí eingin kundi vinna á Bush. Men "It's the economy, stupid". Hóast Obama hevur gjørt av við Osama, er als ikki vist at hann verður afturvaldur.
Golf-kríggið endaði 20 mánaðir áðrenn Bush ikki megnaði afturval, og nú eru 18 mánaðir til Obama skal royna.

Bjarni Richardt-Mortensen er samdur:
nei, Osama er langt síðani gloymdur tá forsetaval verður aftur. Um so er at fíggjarstøðan stendur við og versnar, so hevur Obama neyvan nakran møguleika.