Sider

søndag den 8. april 2012

Hvussu progressivur er flatskatturin?

Eg havi fyrr víst á við útrokning, at argumentini hjá Løgmanni fyri at flatskatturin er progressivur er ein sannleiki við modifikatiónum. Men hetta er nakað, sum verður endurtikið upp í saman, aftur nú í vikuni, har Løgmaður í viðmerking til grein frá Samtak sigur, at kommunurnar hava flatskatt, og landið hevur progressivan skatt. Ja landsskattastigin hevur "stóran progressivitet inni".

Løgmaður svarar Samtak og lesara á Vágaportalinum.

Lat okkum eisini avprøva hendan pástandin við eini ítøkiligari útrokning. Vit brúka somu dømi sum Løgmaður hevur brúkt fyrr: Ársinntøkur uppá 120 000 kr og 1 080 000 kr.

Kommunuskattur er í miðal 21.34 pct, sum vit brúka í dømunum niðanfyri, og verður roknaður av inntøku omanfyri 30 000 kr. Ein inntøka uppá 120 000 kr rindar sostatt 19 206 kr í kommunuskatti, og ein inntøka uppá 1 080 000 kr rindar 224 070 kr í kommunuskatti. So inntøkan sum er 9 ferðir so stór, rindar 11.7 ferðir so stóran kommunuskatt. Tað kann Løgmaður gott hava rætt í, hetta er rættiliga flatur skattur.

Landið krevur inn landsskatt, umframt Kringvarpsgjald og gjøld til Heilsutrygd, ALS, Barsilsgrunn og Samhaldsfasta. Til ALS, Barsilsgrunn og Samhaldsfasta rinda arbeiðsgevarar sama gjald sum løntakarin. Tí skulu vit rokna bæði gjøldini við í skattin, sum Fíggjarmálaráðið so væl greiðir frá í skjalinum "Skattur á lønarinntøku í Føroyum í mun til onnur lond", sum er Skjal 1 til fíggjarnevndarálit um flatskattin (Tingmál 103/2011):
Hóast skattabyrðan av arbeiðsgevarans parti av arbeiðsmarknaðargjøldunum formliga liggur á arbeiðsgevara, so er ongin ivi um, at byrðan reelt liggur á arbeiðstakara. Hetta er tí, at arbeiðsgevaragjøld við tíðini verða ”koppaði” yvir á lønina, og harvið flutt frá arbeiðsgevara til arbeiðstakara. Arbeiðsgevarans partur eigur tí at verða roknaður uppí samlaðu skattabyrðuna á lønarinntøku. (s. 1)

So vit fáa hesa útrokning fyri hvat inntøkan uppá 120 000 kr skal rinda til landið:
  • 11 000 kr  í landsskatti (20 pct av inntøkuni omanfyri 65 000 kr),
  •  3 625 kr  í kringvarpsgjaldi (føst upphædd),
  •  3 180 kr  til Heilsutrygd (føst upphædd),
  •  3 000 kr  til ALS (2 x 1.25 pct av inntøkuni, í mesta lagi 6 500 kr frá løntakara),
  •  1 488 kr  til Barsilsgrunn (2 x 0.62 pct av inntøkini), og
  •  4 200 kr  til Samhaldsfasta (2 x 1.75 pct av inntøkuni).
Í alt gevur hetta 26 493 kr. Inntøkan uppá 1 080 000 kr rindar í alt 323 997 kr. So inntøkan sum er níggju ferðir so stór, rindar 12.2 ferðir so nógv til landið. Hetta kallar Løgmaður stórur "progressivitetur inni" í skattastiganum.

Vit hava her samanborið tvær inntøkur, har onnur er 9 ferðir so stór sum hin, og hugt eftir nógv tær rinda til ávikavist kommunu og land. Tað hevði verið áhugavert at hoyrt frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, hvat tað í hansara fatan er sum ger, at 12.2 ferðir so nógv at rinda til landið er progressivt, meðan 11.7 ferðir so nógv at rinda til kommununa er flatt?

Um Løgmaður megnar at koma við einum sannførandi frágreiðing uppá, hví 12.2 ferðir so nógvur skattur er progressivt, meðan 11.7 ferðir so nógv í kommunuskatti er flatt, skal hann fáa eina fløsku av Havið frá mær. Ella Lívsins vatn, um hann er meira til tað.

Les eisini: Hvør er flatari: Kommunuskattur ella landsskattur?

Ingen kommentarer: