Sider

mandag den 16. april 2012

Ingolf S. Olsen um orðalagið í politiska kjakinum

Ingolf S. Olsen skrivaði á facebook:
Píka 7, sum generella orðalagið og tónin í polistiska og samfelagsliga kjakinum hevur nógv at siga. Retorikkurin, atfinningarnar og tann dagligi politiski gangurin her heima hava altíð verið hildin í eini alt ov høgari tónalegu og við alt ov sterkum orðum í mun til veruligu støðuna. Tað høga C'ið hevur verið ýlt um bagatellir, og úlvurin er spáddur at koma fleiri feriðir um dagin so leingi, at hvøllu andstøðubrestirnir, sum nú hoyrast, og royndin at vekja áhoyrararnar við dundurtalum í snjøllum crescendo ikki rína við longur. Fólk halda eisini nú, tá politiska andstøðan, frøðingar av ymsikum slagi og áhugabólkar gartera um samgonguna og hennara gerningar, at hetta er bara, sum tað plagar, at hetta er bara tað vanliga andstøðugrenjið. Tað er veruliga vanlukkan. Tí tað, sum hendir í Føroyum í hesum døgum, tað sum henda samgongan ger og ætlar at gera á næstan øllum økjum, tað er alt annað enn "bara tað vanliga". Tað ER ein vanlukka í orðsins rætta týdningi.

Eg hevði hesa viðmerking:
Eg eri við uppá argumentið, og vandin er reellur, men eg veit ikki um tað heldur. Men eg veit ikki, um eg skilji teg rætt...
Eg eri fyri tað fyrsta ikki sannførdur um, at politiska tónalagið í Føroyum hevur verið so øgiliga hvast fyrr. Haldi heldur tað hevur verið rættiliga tamt, m.a. orsakað av at tað hevur verið stýrt av leysum pástandum og við lítlari fakligari forankring, og politiska stýringin (og mótstøðan) hevur tískil tilsvarandi tilvildarlig.
Í øðrum lagi er mín uppliving nú, at mótstøðan móti politikkinum samgonguni er nógv meira grundað á grundleggjandi princippir. Tí tað eru tær grundleggjandi skipanirnar, sum eru uppá spæl: vælferðarsamfelagið og fólkaræðið, umframt grundleggjandi broytingin, at man er farin at ganga aftureftir vekk frá búskaparligum sjálvbjargni. Tað ger tað til eitt felags stríð, sum lættari samlar mótstøðuna. Og eisini haldi eg, at fakliga mótspælið (serliga viðv fiskivinnuni) hevur fleiri og nógv meira virkin fólk enn fyrr. Og fakliga kjakið á hesum økið er endiliga byrjað at flyta nakað, so samgongan nú ikki longur sleppur avstað við opinlýst at forera fólksins ogn burtur. (Tey royna so at gera tað í eini kamufleraðari útgávu, men tað er so ein broyting.)
At mótstøðan larmar meira og stendur saman, er ikki prógv fyri at hon hoyrist, men í triðja lagi er tú tann fyrsti eg hoyri siga, at mótmæli nú missa virknað av tí tónalagi sum altíð hevur verið. Tvørturímóti siga øgiliga nógv fólk eg tosi við har heima, at tey hava ongantíð upplivað nær námind so hvassan tóna sum nú, so tey øtast um ta øsing, tey uppliva, og tað sum fyrr var vanlig ónøgd við politikararnar, er nú ógvuliga útbreidd uppliving av vamli og vanvirðing fyri framferðini hjá landsins stýri. Og tað sum fyrr var ein almenn hemmeligheit, er tað nú útbreitt at tosa um, at løgmaður er skít býttur, og at Fólkafl (og serliga formaðurin) eru vandamikil fyri fólkaræðið. Hetta eru nýggir tónar, og hetta fortelja fólk í Fø eg tosi við, ymsa staðni í landinum, at tey hoyra í heilum. "Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi," hoyri eg ofta.
Men alt hetta nyttar einki, um so 90 pct av Føroya fólki eru ímóti samgonguni og hennara politikki, um ikki tey 19 tingfólkini í samgonguni kunnu vikast. Og tað virkar sum hevur samgongan megnað væl at halda disciplinina. Og innpískarar og løgmaður hava júst brúkt argumentið, at hetta er bara vanliga mótstøðan frá andstøðuni. So samgongan roynir soleiðis sum tú nevnir tað at framseta tað sum tað vanliga við andstøða ímóti samgongupolitikki, men eg haldi ikki tað er so.
Hvat havi eg misskilt? Ella eru vit kanska samdir uttan at eg veit tað?

Ingolf:
Eg hoyri fólk siga, at onki nýtt er undir sólini - andstøðan uppførir seg, sim fólk vænta, at ein andstøða skal uppføra seg, og tí óttast fólk ikki ógvusligu ávaringarnar. Tey bestu og mest rámandi Lýsingarorðini eru langt síðani spilt burtur upp á mál, sum ikki áttu tey uppiborðin, og tí er effektin burtur. Men tað er nú, tey skuldi fingið fólk at rakns við. Fólk yppa øksl, tá rópt verður um úlvin, sum kortini ikki kemur. Tað vanlukkuliga er, at hesaferð kemur úlvurin - ella rættari, hann ER komin. Men fjøldin tykist ikki trúgva tí kortini.
Men vónandi fari eg skeivur Flóvin.

Flóvin:
Tað er so tað. Tá man hevur sagt at úlvurin kemur um 20 ár (tá allir kassar eru tómir, landskassin ikki megnar eldraøkið og pensjónistar ikki rinda skatt, og fólksins ogn er á privatum hondum) so yppa fólk øksl, tí hann er ikki komin eftir 5 mánaðum...
Men tað tú hoyrir frá fólki undirstrikar týdningin av at atfinningarnar eru ordiliga neyvar.

Ingolf:
Tað er júst tað. Hetta er ein vanlukka, sum hendir so tilpass spakuliga, at fólk gáar ikki um hana - man venur seg við elendigheitina so hvørt sum hon veksur. Og hvønn morgun vakna fólk og síggja, at fjøllini standa enn, og tey hoyra løgmann siga, at alt er væl, og neyðugt er at gera hetta og hatta, og seinni siggja tey hann smíla í sjónvarpinum og hugsa: jamen hetta kann ikki vera SOOO galið kortini.

Flóvin:
ja, fjøllini standa enn, so okkurt hevur samgongan gjørt rætt, hatta er støðið

Ingen kommentarer: