Sider

onsdag den 4. april 2012

Lurtið nú eftir búskaparfrøðini

Ómetaliga óheppin timing, má man siga!

Í ringastu búskaparstøðu í 20 ár, hevur fremsti búskaparráðgevin hjá almenninginum, formaðurin í Búskaparráðnum, ikki verið ein búskaparfrøðingur, men ein bókhaldari. (Og nei, tað er ikki tað sama!) Tá Búskaparráðið skuldi mannast seinast, hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fingið innstilling við seks fólkum, harímillum vóru sum eg skilji sera væl kvalifiseraðu Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen eisini, men teir vórðu valdir frá, tá trý skuldu veljast. Og avleiðingarnar hava verið nær við at vera rættiliga álvarsligar.

Frágreiðingin í 2009 rakti við síðuna av og østi alt upp. Feilurin var ikki so stórur, men Búskaparráðið var ikki nóg neyvt við at gera greitt hvat var trupulleikin, hvat var orsøk til trupulleikan, og hvat "einans" var avleiðing av hesum. Alt fór at fokusera uppá fíggjarlógarhallið, sum tann stóri trupulleikin, tí tað hevði Búskaparráðið skrivað mest um, hóast veruleikin er, at hallið er avleiðing av einum djúpum lágkonjunkturi. Og hóast tey brúktu fleiri síður uppá tað, megnaði Búskaparráðið ikki at staðfesta nakað strukturelt hall.

(Og nú havi eg verið alt ov fittur við Búskaparráðið!)

Tað hevur síðani tá virkað, sum hvør einasti journalistur í Føroyum hevur sum fortreyt fyri hvørji einastu samrøðu við politikarar um búskap, at hallið á fíggjarlógini er orsøkin til at vandi er á ferð, og ikki øvugt. Sjálvt teir politikarar sum vita, at hetta er skeivt, megna ikki at trongja ígjøgnum við boðskapinum, at fíggjarlógin er ikki trupulleikin, men ein avleiðing av at búskaparstøðan er sum hon er.

Vit upplivdu tað, tá útvarpið fyrrakvøldið spurdi Búskaparráðið um fíggjarlógina. Vit hoyrdu aftur ræðumyndina teknaða í Góðan morgun Føroyar í gjáramorgun. Og vit hoyrdu tað tá andstøðupolitikarar vóru í sjónvarpsstovuni hjá Beintu Løwe í gjárkvøldið.

Journalistar, sum spyrja politikarar, hvussu teir vilja minka hallið, spyrja skeivan spurning! Hallið er ikki ein trupulleiki, sum skal burtur, men eitt amboð at halda búskapinum uppi, og tí nakað sum skal vera eina tíð. Tíverri hevur Búskaparráðið ongantíð sagt hetta, men (og nú tími eg ikki vera fittur meira) tað er ivasamt um tey hava skilt tað heldur.

Fíggjarlógin er umframt at vera ein avleiðing av búskapinum, eisini ein stórur partur av búskapinum, og sostatt nakað sum ávirkar búskapin í stóran mun. Og í hesi støðu, har kanska 90 pct av almennum viðmerkjarum og journalistum hava misskilt, hvat avbjóðingin er, fylgir politiska skipanin hesi somu misskiljing og roynir at fremja ein politikk, sum ger støðuna uppaftur verri.

Einasta orsøk til, at avleiðingarnar av skeivari ráðgeving síðani 2009 ikki hava verið størri er, at politiska skipanin enn bara í lítlan mun hevur megnað at fremja tann skeiva politikkin, sum hon hevur sett sær fyri. Men nú er vandi á ferð, tí tað tykist sum er Løgtingið handlingslammað, men uppá ein annan máta enn tann vanliga, og sær út sum at samgongan stemmar bara hesar øru ætlanir hjá fíggjarmálaráðharranum ígjøgnum. Og við einum 9-tali frá formanninum í Búskaparráðnum stúri eg fyri at Landsstýrið kann buka ivasamar samgongulimir uppá pláss.

Eg undrist eitt sindur um viðmerkjarar og journalistar og politikarar, sum hava lisið eitt nú greinar hjá Johnny í Grótinum í 2009 ("Tømið landskassan!") og nýliga hjá Hermann Oskarsson ikki skilja, hvat teirra boðskapur er! Skilja tey ikki, at báðir siga nakað, sum líkist tí øvugta av tí Búskaparráðið skrivaði í 2009 og síðani? Johnny og Hermann eru búskaparfrøðingar. Tað burdi ávirkað eitt sindur ella í minsta lagi vakt eitt forvitni.

Viðm.: Hetta var eisini grein í Dimmu 12. apríl 2012, tó umskrivað eitt sindur tí ein vika var gingin.

Ingen kommentarer: