Sider

tirsdag den 17. april 2012

Kim um Boga um pensjónsaldur

Bogi Andreasen, sum er varamaðurin á Løgtingi umboðandi Fólkaflokkin, hevur grein á Vágaportalinum um pensjónsaldur. Einfalda loysnin hjá Boga manglar nógvar detaljur, so neyvan hevur Bogi sett seg nevniverdugt inn í málið áðrenn hann hevur skrivað greinina. Kim Hansen, ið arbeiðir við at rokna uppá tryggingar og pensjónir, ger á facebook viðmerkingar til greinina hjá Boga:
Nú er umframt útreiðslurnar eisini framtíðin vorðin eitt problem hjá fólkafloksmonnum!
Men eg skilji ikki heilt hugskotið hjá Boga. Meinar hann at fólk fara at arbeiða heldur enn at fáa fólkapensjón? Ella meinar hann at tey skulu fáa hægri fólkapenssjón um tey velja at fara seinni á pensjón?
Tað fyrra trúgvi eg heilt einfalt ikki uppá. Og tað seinna passar væl til fólkaflokkin generelt, og kundi Bogi tað sama bara sagt: tað skal loysa seg at arbeiða longur og tískil mugu vit lokka við, at tað eru tey, ið hava ráð og orku til tað, ið skulu fáa meira í fólkapensjón.
Fólkaflokkurin brúkar eftirhondini hvønn einasta ein møguleika til at tosa um vaksandi útreislur fyri at sleppa undan at tosa um inntøkurnar. Og Bogi bara endurtekur. Og hesuferð heldur fólkafloksmaðurin, at hann brúkar fornuft tí hann argumenterar fyri hækkandi og frívilligum pensjónsaldri.
Ræðumyndin Bogi roynir at vísa á er neyvt tann sama, ið pensjónsbóklingurin roynir at vísa á, og hann man helst hava lisið um forholdið 2/4, also 2 fólk undir 67 í mun til tey 4, ið eru eldri enn 67 ár, einaferð úti í framtíðini. Hvussu sá hesin brøkur út fyri 55 árum síðani í mun til dag, og hvussu stóð til við framtíðarvánunum tá, og hvat bleiv resultatið? Ræðandi?! Droppið argumentið um eina ræðandi framtíð bygda á eina framskriving av veruleikanum, ið aldrin fer at halda.
Umframt sína anbefaling og ræðumynd, so tvassar hann um, at bara Fólkaflokkurin er djarvur nokk til at siga tað. Bogi veit ella burdi vita, at Jóannes (Eidesgaard, fyrrv. fíggjarmálaráðharri) kom við einari ætlan um at broyta pensjónsaldurin, umframt at hann hevði eisini eitt betri boð uppá skiftitíðina enn fólkaflokkurin. Umframt tað, so veit hann at Aksel (Johannesen, formaður í Javnfl) hevur tosað um eina flexiblan pensjónsaldur.
Tað finst also ein betri loysn, og hon tekur eisini hædd fyri teimum, ið fella niður ímillum og ikki fáa ráð ella kunnu velja frívilliga. Loysnin er at man inndregur arbeiðsførleikan í definitiónina, tvs. man skilir ikki á um talan er um fyritíðarpensjón ella fólkapensjón, og hækkar aldurin til 75 ella 80 evt. okkurt heilt annað, tað hevur ikki týdning í fyrsta umfarið fyri diskutiónina. Hettar merkir tó, at man má umskipa alt fyrtíðarpensjónsøkið, og sum minimum definera nýggjar bólkar ímun til teir tríggjar í dag, og so kemur arbeiðsmarknaðurin aftrat, ið eisini skal broyta hugburð. Tvs. tað er tín førleiki til at vinna til lívsins uppihald, ið avger um tú skal hava almenna pensjón ella ikki. Hettar fyrislóg eg sjálvur á fleiri fundum eg var á fyri nøkrum árum síðani við táverandi pensjónsbólk, men enn er tað ikki komi við í nakran bókling ella nakað lóggávuuppskot (ikki so óvænta heldur!). Mótargumentið var tað klassiska: Jú tað kanst tú gott siga,........, (og sum kryddarí eftir eina tøgn) tað letur seg ikki gera politiskt!
Innan fakið lívstrygging fyriheldur man seg primært til 4 tilstandir: Aktivur (tað er man er arbeiðsførur), deyði, óarbeiðsførur og pensjón. Vit í fakinum fyrihalda okkum til tríggjar teir síðstu, sum tilstandir har man hevur mist inntøkuna ella partar av henni, ið skal til fyri at klára dagin og vegin hjá sær sjálvum ella eftirsitarum. Feilurin tey flestu gera er, at tey betrakta pensjónstilstandin sum ein ærestilstand; nú havi eg arbeitt og tænt fyri meg! Tað er hann ikki, hann er líka sum hinir, ein tilstandur har tú ikki hevur somu møguleikar fyri inntøku! Politikarar og penjónsbólkur ganga tíverri á odda við hesi misskiljing!
So leingi man ikki fyriheldur seg fólkapensjón og fyritíðarpensjón undir einum, so fyriheldur man seg eftir mínum tykki ikki fornuftugt til framtíðina hvat viðvíkur pensjónum. Óansæð um man heldur tað vera smart og djarvt at rópa um hækkandi pensjónsaldur, so er tað ikki fornuftugt at gera tað einsamalt.
So til Boga og hansara nýggju vinmenn havi eg bara eitt at siga. Hvørki framtíð ella útreiðslur eru eitt problem um man fyriheldur seg fornuftigt til tað, hetta hava tit tó í ólukkumát til góðar enn.

Ingen kommentarer: