Sider

onsdag den 4. april 2012

Hallur av Rana um avleiðingar av flatskattinum

Hallur av Rana skrivar á Vágaportalinum um avleiðingarnar av flatskattinum, soleiðis sum tær síggjast í uppskotinum til fíggjarkarmar, og eg havi hesa frustreraðu viðmerking:
Eg havi verið frustreraður í dagavís av at síggja konkret í fíggjarkarmunum, hvussu inkompetenta leiðslu, Føroyar hava, Men tá eg lesi um tað, sum Hallur lýsir tað, blívi eg meira syrgin. Tí eg haldi at tey kunnu ikki hava nakra hóming av, hvørjar avleiðingar tað fær, at landið verður so illa stýrt. Og samstundis eru tey sum stýra samd um at FORERA EINA MILJARD UM ÁRIÐ til ein lítlan politiskt útvaldan skara. Sum um tað er nakar sum helst ágóði fyri samfelagið av at geva hesa gávu.
Og við einum fakligum vinkli haldi eg so at tað mest syrgiliga er, at talan er um púra óneyðuga pínu. Hetta er fullkomiliga sjálvvalt. Av samgonguni. Hallið á fíggjarlógini er eitt yvirgangsfenomen, YVIRSKOT VERÐUR SKJÓTT AV SÆR SJÁLVUM, um tykur bara ikki knúsa búskapin. Men Fólkaflokkurin skundar sær at brúka ræðsluna um undirskot til at niðurlaga nógvar týdningarmiklar skipanir í vælferðarsamfelagnum. Og hinir eru við uppá tað.
Kunnu tykur í Føroyum ikki taka fatur í nakrar samgongulimir og rista teir grundiga og duka inn í høvdið á teimum, at TAÐ ER LYGN AT HETTA ER NEYÐUGT fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina?

Ingen kommentarer: