Sider

søndag den 1. april 2012

Nú fer eisini fólkapensjónin í fisk

Sambært fíggjarlógaruppskotinum, skulu sparast 90 mió kr á fíggjarlógini við at hækka pensjónsaldurin. Samstundis ætlar samgongan at forera tíggju ferðir so nógv á hvørjum ári til ein politiskt útvaldan skara. (Tilfeingisgjald uppá 120 mió kr drigið frá tí 1-1.5 mia kr, sum tað átti at verið.)

Av hesi milliard krónum árliga, fara sum frálíðir kanska 10-20 persónar avstað við tí mesta, tá tað verður savnað á færri hondum. Við politiskum vælsignilsi, sum alipolitikkurin vísir. Summi billa sær inn, at kvotabarónarnir fara at brúka pengarnir at gera íløgur í Føroyum, men pengarnir verða givnir burtur uttan treytir, so alt fer ikki til samkomuhús, nógvar milliónir krónur fara eisini til íløgur ella luxuslív uttanlands, sum eingin annar føroyingur fær ágóða av, casino-spæl, strippklubbar, v.m. Tað verður ein spurningur, hvar hesir persónar fáa mest burtur úr.

So nakað nógvar milliónir fara sjálvsagt til framhaldandi at fíggja Fólkaflokkin, sum er ein góð íløga fyri kvotabarónar. Og rættiliga skjótt fara nakrir av hesum kvotabarónum at keypa sær ein stóran miðil eisini -- tað er hent í Íslandi -- so stórkapitalistisku sjónarmiðini vera ordiliga umboðað, um demokratiska viðgerðin er í vanda fyri at fara "av sporinum", eitt nú um sjónarmiðið, at fólksins ogn skal umsitast til frama fyri fólkið sær út til at vinna frama. Enn er ikki neyðugt hjá kapitaláhugamálunum at keypa ein miðil, tí tað er lætt at sleppa framat í ríkiligt mát í verandi miðlum. Men faktisk er gongdin longu væl ávegis.

Fólkaræðið er ein góð skipan, men einki garanti er fyri, at úrslitið er til gagns fyri fólkið. Tað er nakað vit sjálvi stríðast fyri. Ofta ímóti sterkum kapital-áhugamálum. Við ætlanini hjá samgonguni at forera fólksins ogn burtur, og tá tey savnast á fáum hondum, verða hesi kapitaláhugamál sterkari. Tað er ringt nokk, at við eini vinnu við minni kapping (tað er eisini ein partur av somu fiskivinnusemju) verður samlaða virðisskapanin minni og samfelagið fátækari. Men fordeilingin í samfelagnum verður eisini, at fólkið fær minni lut í teimum virðum, sum koma frá natúruni og sum búskaparliga virksemið skapar.

Helst er rætt at hækka pensjónsaldurin sum frálíður, tí fólk ikki bara liva longri, men eru eisini arbeiðsfør longri. Tað eigur tó ikki at verða gjørt fyri at fíggja rán av fólksins ogn á alljósum degi. Tað er Fólkaflokkurin sum hevur arbeitt fyri hesum, men nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen sett sær fyri at fremja tað. Afturfyri fekk hann eina yvirskrift í Dimmu: Fólkaflokkurin svølgt ein kamel.

Fólkafl fer avstað við fólksins ogn, og Kaj Leo sleppur at selja søguna. Dimma 26. mars 2012

Ingen kommentarer: