Sider

mandag den 27. februar 2012

Tilfeingisrenta og tilfeingisgjald

At fólksins ogn, fiskurin, er eitt tilfeingi, hevur stóran týdning, tí hetta tilfeingi hevur eina tilfeingisrentu sum ger, at fiskivinnan ikki er ein vinna sum flestallar aðrar.

Fólksins ogn gevur eitt avkast á hvørjum ári, tilfeingisrentan, ið í krónum er tað teoretiskt hægsta virði, sum ber til at fáa burtur úr stovninum við optimalari stovnsrøkt og við einum optimalt samansettum veiðiflota, tá man dregur allar útreiðslur frá, herundir íløgur í skipini og vinning av tí, olju, hýrur, o.a. umframt kostnaðin av at viðlíkahalda tilfeingið, t.e. FVE, Havstova og fiskivinnufyrisitingina. Oljuprísir o.a. variera frá ári til ár, og tí er tilfeingisrentan heldur ikki tann sama á hvørjum ári.

Hetta avkast er eitt virði, sum fiskurin hevur longu áðrenn nakar hevur verið úti og fiskað, og at her er eitt veruligt virði kann staðfestast við at bjóða fiskirættindi út á einum marknaði, har prísurin vísir seg at vera størri enn 0 kr. Sum longu er roynt.

Avgerandi spurningurin um fólksins ogn er hesin:
Skal tilfeingisrentan koma eigaranum -- øllum føroyingum -- til gagns ella einans nøkrum fáum -- kanska tíggju -- persónum?

Tilfeingisgjald er tað, sum eigarin av tilfeinginum fær burtur úr at eiga tilfeingið. Síðstu árini hevur tilfeingisgjaldið í fiskivinnuni verið negativt, tí arbeiðsmegin í fiskivinnuni hevur ikki rindað sama skatt sum onnur arbeiðsmegi, umframt at kostnaðurin til FVE v.m. er rindaður úr landskassanum. Tilfeingisgjaldið verður altið minni enn tilfeingisrentan, men góð stovnsrøkt og góður fiskivinnupolitikkur vilja gera munin minni enn annars, tí tá er minni spill vegna ov stóran flota v.m.

Vit kenna ikki tilfeingisrentuna. Tí er trupult at áseta rætta tilfeingisgjaldið politiskt ella administrativt. Men búskaparfrøðingar vita, hvussu man fær tilfeingisgjaldið at líkjast tilfeingisrentuni mest møguligt: At atgongdin til at sleppa gagnnýta tilfeingið verður avgjørd á einum marknaði, t.d. eini uppboðssølu.

Umframt tað fordeilingsmessiga, sum spurningurin omanfyri kemur inn á, so hevur tilfeingisgjaldið eisini tann virknað, at vinnan blívur meira produktiv og fær mest møguligt burturúr at gagnnýta tilfeingið. Verður avgjørt á einum marknaði, hvør fær atgongd til at gagnnýta tilfeingið, vil tann sum gagnnýtir tilfeingið mest effektivt og fær mest burturúr sleppa framat áðrenn tann sum ger tað minni effektivt. Um ikki tey minst produktivu broyta sítt virksemi og betra driftina, vilja tey sum frálíður verða trýst út av teimum sum eru meira produktiv.

Tess betur marknaðurin fyri tilfeingið virkar, nærri kann tilfeingisgjaldið koma móti teoretisku tilfeingisrentuni. Rættari tilfeingisgjaldið er, t.e. minni tilfeingisrenta fer "til spillis" í fiskivinnuni, tess meira verður fiskivinnan javnstillað við aðrar vinnur, sum aftur gagnar kappingarførinum í føroyska búskapinum sum heild.

Summi óttast, at tilfeingisgjald fer at hava við sær størri almenna nýtslu, men búskaparfrøðingar hava ongantíð sagt, at almenni parturin av búskapinum skal økjast við tí sum kemur inn í tilfeingisgjaldi. Pengarnir behøvast ikki ein gang fara í landskassan. Tað kann argumenterast fyri, at betri hevði verið, um tað var ein kekkur til hvønn livandi føroying. Men fer tilfeingisgjaldið í landskassan, kann tað brúkast til skattalætta, sum háinntøkur vanliga fáa størri ágóða av, ella til vælferð ella at útbyggja samfelagið, sum øll fáa ágóðan av.

Í sambandi við komandi ráðstevnu um fólksins ogn sigur andstøðan, at tey vilja fokusera uppá ognarrættin í fyrsta umfari. Tað er sum so í lagi, men tað er manglandi marknaðurin fyri atgongd til tilfeingið, sum er høvuðsorsøkin til trupulleikarnar í fiskivinnuni.

Definitiónir

Ein sum hevur skrivað nógv um fiskivinnu og tilfeingisgjald og eisini nýliga hevur verið í útvarpinum um somu spurningar var nú eisini í kjaki á facebook um hesi viðurskifti, og hann vildi hava eina rullandi skipan og onga uppboðssølu. Eg spurdi so, hvussu stórt tilfeingisgjaldið skuldi vera í rullandi skipanini, men helst 0 kr, helt hann. Við tí í huga, sum eg havi skrivað omanfyri, spurdi eg, hvat so við tilfeingisrentuni? -- "Hvat er munurin?" spurdi hann aftur.

Vit kunnu skjótt staðfesta, at eisini millum persónar, sum eru sera aktivir í kjakinum um fiskivinnu og tilfeingisgjald eru fleiri, ið ikki ikki hava stýr uppá begrebini. Hetta ger, at partarnir tosa nógv forbí hvønn annan og ofta fer kjakið av sporinum, tá grundleggjandi vitanin um búskaparligu mekanismurnar manglar hjá mongum, hóast tey kanska vita nógv um fiskarí. Tað er helst eisini manglandi innlit sum ger, at fleiri framvegis tosa um byrðar á vinnuna í sambandi við tilfeingisgjald og samanbera tilfeingisgjald við skatt. Tilfeingisskattur er ein byrða á vinnuna, tilfeingisgjald er ikki.

Á Fiskivinnutingi í mars 2011 hevði Jóannes Jacobsen framløgu, har hann m.a. hevði við at leggja fram nakrar definitiónir sum eru viðv. tilfeingisrentu v.m. Eg royni at greiða frá tí sama sum omanfyri enn eina ferð við at brúka hansara definitiónir.

Tilfeingisrenta generelt
Virðið, sum tilfeingið undir ideellum (teoretiskum) umstøðum kann útleigast fyri, frádrigið kostnaðir av at viðlíkahalda tilfeingið

Tvs. tilfeingisrenta eigur kanska heldur at eita tilfeingisleiga á føroyskum. Talan er um leiguvirðið, frádrigið viðlíkahaldskostnað.

Tilfeingisrenta í fiskastovnum
Ideellar umstøður í fiskiskapi, har avreiðingarvirðið er so stórt sum gjørligt, og kostnaðir til rentur og avdráttir upp á skip, olju, proviant, lønir osfr. av at fáa avreiðingarvirðið til høldar eru so lágir sum gjørligt.
Kostnaður av at viðlíkahalda tilfeingið er m.a. kostnaður av fyrisitingini, Havstovuni og Fiskiveiðueftirlit.

Tað vil siga:
Tilfeingisrenta = Avreiðingarvirðið við optimalari stovnsrøkt frádrigið “vanligt” avlop og kostnaðir, sum ein optimalt samansettur fiskifloti hevur av at heinta hetta avreiðingarvirðið.

Frá teori til praxis

Í praksis eru umstøðurnar aldrin soleiðis sum teoriin leggur upp til:
  • Avreiðingarvirðið er minni enn tað kundi verið
  • Stovnsrøktin ikki optimal
  • Kostnaðirnir eru størri enn teir behøvast vera
  • Skeiv stødd og samanseting av fiskiflotanum
Eigarin fær tí aldrin alla tilfeingisrentuna.

Tilfeingisgjald
Tilfeingisgjald = tann parturin av tilfeingisrentuni, sum eigarin í praksis fær til høldar. Tvs. tilfeingisgjald er avreiðingarvirðið við verandi stovnsrøkt, frádrigið avlop og kostnaðir, sum verandi fiskifloti hevur av at heinta hetta avreiðingarvirðið.

Tað merkir, at ov lágt tilfeingisgjald endar sum vánalig stovnsrøkt ella yvirkapacitetur í fiskivinnuni. Ella hevur við sær størri vinning enn tað sum svarar til íløguváðan, og er sostatt kappingaravlagandi til ófyrimuns fyri aðrar vinnur.

Tríggjar ymiskar búskaparliga avleiðingar, sum allar eru óhepnar. Tað vanliga er ein kombinatión.

2 kommentarer:

Jonhard Eliasen sagde ...

Takki fyri Flovin. Kannska hetta hevur ahuga: http://www.agrifood.info/connections/2007/Sinner_Scherzer.pdf
:-) jonhard

Flóvin Bloggar sagde ...

Super, takk fyri hasa greinina.

Eg síggi longu á fyrstu síðu, at onnur sita við somu avbjóðingum, sum føroysir búskaparfrøðingar:
"At least part of the problem has been confusion over the concepts involved"

Eg hefti meg eisini við (s. 9) etisk argument fyri, at almenna uppkrevur tilfeingisrentuna. Tað er kanska nakað, men burdi hugt eitt sindur nærri uppá.