Sider

torsdag den 23. februar 2012

Forsinket omhu?

Dimmalætting skrivar í greinum 22. februar 2012 um avleiðingar av broyttari pensjónsskatting, at láglønt fáa stóra skattarokning í pensjónsárum, meðan løgmaður afturímóti fær meira útgoldið í pensjón. Í oddagreinini er Árni eitt sindur uppi at koyra:
Í himmalsins navni: hvat hugsa tit fyri tykkum? Vit tosa ikki um stórar og dýrar pensjónir, men vanliga ratupensjón ella lívrentu!
(...)
Vit ganga úr frá, at hetta verður broytt aftur umgangandi, so vanlig fólk ikki verða revsað á gamalsaldrinum fyri at hava upptjent sær pensjón.

Neyðug tøl hava annars verið tøk rættiliga leingi. Jan Otto S. Holm hevði framløgu um tað í Norðurlandahúsinum (leinkjan her virkar ikki í løtuni). Og Samtak legði tøl fram fyri Løgtingsins fíggjarnevnd, og liggja nøkur av tølunum sum fíggjarnevndarskjal C-1. Ein talva sum uppsummerar tøl frá líknandi útrokningum sæst her.

(Ískoyti 28. februar 2012: Útrokningarnar hjá Dimmalætting taka ikki almenna pensjón og Samhaldsfasta við. Útrokningarnar hjá Jan Otto skatta alla pensjón við 40%. Út frá seinni útmeldingum hjá samgonguni eftir framløguna hjá Jan Otto at døma, er rætta útrokningin at skatta almenna pensjón og Samhaldsfasta sum a-inntøku við útgjald. Tað er gjørt í útrokningunum hjá Samtak.)

Tað er lov at blíva klókari. Og tað er gott, at Dimma, sum eftir mínum tykki ikki sá vandan, tíbetur blivin klókari enn fyrst í december.

Nú er at vóna, at nøkur samgongufólk koma út fyri somu uppliving. Eingi nøvn nevnd. Men fiksfaksaríini hjá Jørgen mugu steðgast. Og tað eru samgongutingfólk sum hava valdið, og ikki landsstýrisfólk.


Avgerandi uppgerð á veg

Tí nú kemur avgerandi slagið. Umboðar Løgtingið Føroya fólk ella ein útvaldan skara uppá eini 10 fólk. Eg havi áður skrivað stutt um hetta. Fiskivinnupolitikkurin er ávegis í Løgtingið. Fólkafl vil forera alt burtur med alla og útilokað møguleikan at bjarga tí aftur. Løgmaður er ivasamur, og setir treytir. men hann hevur fyrr meldað út, sum ikki helt, og eisini meira enn einaferð.

Nú koma nýggjar áminningar um karrusellina, sum mong í løtuni tykjast hava gloymt. Karrusellin við fiskiloyvum, sum gevur ein boblu av kapitaliseraðari tilfeingisrentu, má ikki fara í gongd aftur, tað hevur vinnan ikki ráð til. Fiskivinnan má nú fyri tað fyrsta blíva ein vinna, sum virkar á marknaðargrundarlagi. Og harnæst ein vinna við lættari atgongd hjá nýggjum aktørum fyri at tryggja støðuga menning av vinnuni. Lat nú verða rettidig omhu hesa ferð.

Útmeldingar frá bankunum í løtuni snúgva seg um at fáa nýggj rullandi fiskiloyvi at seta í veð, antin fyri gamla skuld frá síðstu tilfeingiskarrusellini, sum annars er sett at steðga 1. januar 2018, ella fyri lán sum eru givin uppá væntaða komandi tilfeingiskarrusell. Bankarnir vilja hava landið at taka um endan fyri teirra ábyrgdarleysa kredittpolitikk. Men landið hevur ikki veðhildið, og at taka tap sum bankarnir eiga avskriva er sum at veðhalda við afturvirkandi kraft. At forera tilfeingið burtur til minni enn marknaðarprís er ikki at hjálpa fiskivinnuni, men í fyrsta lagi at redda reyvina á bankastjórunum, og í øðrum lagi at starta eina nýggja tilfeingisskuldarkarrusell, har kapitaliserað framtíðar fiskirættindi hava við sær økta skuld í vinnuni. Bankarnir mugu ikki sleppa at lumpa politisku skipanina enn einaferð.

At reiðarin skal keypa tilfeingið fyri marknaðarprís fer ikki at merkja, at vinnan ikki fær fígging. Tí tað er faktisk akkra hetta, sum eyðkennir marknaðarprísin: tað er tann prísur sum ger, at vinnan fær fígging og hevur ráð at rinda eina hýru sum ger, at skipið fær manning.

Marknaðarprísin finna hesir partar sjálvir, landið skal bara tryggja, at kappingin virkar. Hetta er tað sum eitur marknaðarbúskapur.

Ingen kommentarer: