Sider

tirsdag den 28. februar 2012

Fólkaflokkurin vs. Veruleikin

Tað sum Fólkafl sigur er:

Stórur váði er við fiskivinnu, so reiðaríini mugu sleppa at eiga fiskatilfeingið í minst 12 ár, annars fær vinnan ikki fígging. Fígging skal brúkast at rinda 12 ára tilfeingið forút hjá teimum sum keypa seg inn í vinnuna.

Um loyvið skal takast aftur, skal landið rinda fult endurgjald. Vestergaard beróligar tó við at siga, at landið kann framvegis regulera fiskiskapin, um minni fiskur er. Hann segði enntá, at eingin veit um nøkur kvota er um tvey ár.

So takkaði Beinta Løwe fyri -- í staðin fyri at spyrja, hvussu verður við láninum til 12 ára fiskirættindi, um eingin kvota er. Og hvussu var nú við hasi risikoini, sum tey 12 ára rullandi loyvini skuldu sleppa vinnuni undan.

Tað sum veruleikin er:

Risikoin hongur saman við láninum til 12 ára fiskirættindi goldin forút. So loysnin uppá trupulleikan stór risiko er, at fiskirættindini galda fyri eitt hálvt ella heilt ár í senn.

Grundin til, at Fólkafl avnoktar veruleikan kann vera, at teir vilja sleppa at forera fólksins ogn til sínar vinir.

Ingen kommentarer: