Sider

onsdag den 15. februar 2012

Hvussu leingi skal man hugsa?

Hans Andrias Sølvará á facebook:
Løgmaður, sum altíð sigur seg vilja hugsa seg væl um, áðrenn hann tekur eina avgerð, hevði brúk fyri trimum mánaðum fyri at koma til ta niðurstøðu, at Jákup Mikkelsen er ógegnigur - ein niðurstøða, sum longu var kend, tá løgmaður setti Jákup Mikkelsen í starv. Tann drúgva umhugsunartíðin hjá løgmanni tykist kortini bara vera neyðug, tá talan er um spurningar av lítlum samfelagsligum týdningi, tí hann hevði ikki somu umhugsunartíð fyri neyðini, áðrenn hann fyri jól í óðum verki og í stríð við alla serfrøði í økinum kollvelti alla skatta- og eftirlønaskipanina

Helvtin av serfrøðini var lønt av pensjónskassum, og hin helvtin fekk tænastuboð frá Jørgen. Samgongutingfólk sótu har og vistu einki. Men tann eini samgongutinglimurin, sum vildi hava longri umhugsunartíð, Jenis av Rana, fekk boð frá løgmanni, at tað var tað sama sum at melda seg úr samgonguni. Proportionirnar mangla eitt sindur hjá løgmanni.

So er spurningurin, um reglan er, at í samgonguni er bara ein sum skal hugsa? Ella um tað er ein sum hugsar seinni enn øll hini.

Ingen kommentarer: