Sider

tirsdag den 14. februar 2012

Viðm. til grein hjá Líggjas Johannesen

Líggjas Johannesen skrivar grein, m.a. á VágaportalinumEr tað bara í fiskivinnuni at fólk verða útvald?

Hetta verður rættiliga drúgt, men eg havi roynt at gera mær ómak at viðmerkja alla greinina hjá Líggjasi, brot fyri brot, og at greiða gjølliga frá, hví eg haldi at Líggjas í fleiri førum misskilir, hvat búskaparfrøðingar siga, og eisini hvat endamálið er við teimum tilmælum, sum búskaparfrøðingar koma við.

Líggjas Johannesen skrivar:
Tað eru einir 5 persónar við nøkrum fjepparum afturat sær sum vilja avgera hvussu øll fiskivinna skal rekast í Føroyum. Teir 5 eru ikki valdir av fólkinum, ei heldur útvaldir av teimum fólkavaldu, men hava valt seg sjálvar út.
Politiska skipanin velur eitt búskaparráð, men onnur hava eisini lov at hava eina meining um búskaparviðurskifti. Nøkur eru enntá, sum hava formligan førleika at gera metingar um búskapin og kvalificerað tilmæli til búskaparpolitikkin. Tað vanliga er ikki, at fólkið ella fólkavaldu velja, hvør skal siga sína meining. Men fólkið og fólkavaldu velja sjálvsagt, hvønn tey lurta eftir. Vónandi gera tey sær ómak í hesum vali.

Líggjas Johannesen skrivar:
Teir siga at teir ætla ikki at steðga fyrr enn fiskivinnan verður stýrd eftir teirra høvdi. Um so verður at hesir fáa sín vilja vænti eg at nógvir av teimun sum eru í fiskivinnuni í dag gevast, um teir nú sleppa burtur úr vinnuni, munnu hesir fara at halda seg framat at keypa skip tá? Neyvan.
Hetta man sipa til hetta brot í grein hjá Hermanni Oskarsson:
Evsta endamálið við øllum hesum hundakunstunum hjá Fólkaflokkinum og hansara halafylgi er at lata hesa ríku landsgávuna upp í hendurnar á einum fámannaliði av ríkmonnum. Tað skal ikki henda uttan svørðslag.
Eg undrist meira á, at ikki minst 30 000 føroyingar lova svørðslag -- eins og Hermann. Ikki tí tað skal vera eftir teirra høvdi, men tí talan er um ogn Føroya fólks. Og tað snýr seg kanska um 15 milliardir. Kanska meira.

Líggjas Johannesen skrivar:
Nei, teir vilja at aðrir skulu seta ognir sínar í veð fyri at keypa skip, og so skulu teir eisini seta ognir í veð fyri at keypa ein part av fólksins ogn. Um tað ikki gongur og teir fara á heysin, ja, hvat so, hatta vóru nú nakrir ódugnaligir fýrar, sum ikki fingu tað at hanga saman, og teimum hava vit ikki brúk fyri.
Nógvir seta ognir í veð undir verandi skipan fyri at keypa part av fólksins ogn. Tað er tað sum ger, at skip við fiskiloyvi verða seld fyri meira enn tilsvarandi skip uttan fiskiloyvi. Vit hava sæð nógvar slíkar skipasølur. So vit vita, at nógvir eru til reiðar at rinda fyri at sleppa at gagnnýta fólksins ogn vinnuliga. Og teir fáa eisini fígging til hesi keyp.

Líggjas Johannesen skrivar:
Hvussu nógv hava tey sum vilja at landið selur fiskirættindi sett í veð fyri at blíva eigarar av fiskinum? Hvussu nógv missa teir um so er at ein partur av flotanum fer á heysin? Er tað rætt at tey sum sita á síðulinjuni skulu bara hava møguleika at fáa vinning av tilfonginum?
Øll kunnu ikki fiska, tað má vera greitt. Talan er og verður tí um eksklusiv rættindi, so ella so. Fiskirættindini eru fólksins ogn, so sjálvsagt er tað rætt, at øll fáa part av tí inntøku, sum atgongd til vinnuliga gagnnýtslu kann geva. Tann inntøkan er t.d. prísurin á eini uppboðssølu av fiskidøgum. Virðið á landaða fiskinum skal hinvegin reiðarin hava, sum hevur keypt fiskidagarnar, men skal so draga hýru til manningina og keypið av fiskidøgum frá, eins og aðrar útreiðslur.

Tey sum sita á síðulinjuni sita tó ikki hendur í favn. Tey smíða hús til sjómenn, alment løn v.fl. Tey undirvísa børnunum hjá læknanum, so læknin kann skurðviðgera, og hjá trukkføraranum á keiuni. Og tey fáa løn fyri sítt arbeiði, eins og sjómaðurin fær hýru og framhaldandi skal fáa hýru. Broytingin, sum búskaparfrøðingar mæla til gongur út uppá, at fiskivinnan umframt hýrur til manningina, proviant, olju v.m. og avkast til reiðaran, eisini skal rinda fyri fiskidagar, so fiskivinnan á sjónum er javnsett við allar aðrar vinnur, sum ikki fáa ókeypis rávøru. Hvussu nógv ið skal rindast fyri fiskidagar (ella -kvotur) eigur verða ásett á uppboðssølu, tí tað tryggjar, at vinnan ikki skal rinda meira enn tað sum er eftir, tá manningin hevur fingið sítt, aðrar útreiðslur eru rindaðar, og reiðarin hevur fingið eitt avkast sum svarar til íløguna og váðan. Tað er soleiðis ein vinna virkar, tá tað er eftir marknaðartreytum.

Líggjas Johannesen skrivar:
Er tað rætt at tey ið gera arbeiðið skulu gjalda til landið fyri at hava møguleikan at fara út og fiska, seta sínar ognir í veð, avmarkast í sínum vinningi, og samstundis váða at missa alt ið tey eiga?
Tað eru heilt vanligar treytir í øllum vinnulívi, at man tekur váða fyri at fáa vinning. Vinnan tekur váða longu tá skipið verður keypt, og í dag er tað soleiðis hjá heilt nógvum sum eru í fiskivinnuni, at teir harumframt taka váða við at rinda fyri fiskidagar 10 ár fram (rullandi) -- ella sum tað er nú, fram til 1. januar 2018. Av hesum er so vandi fyri, at talið av døgum verður skorið, so eisini teir keyptu dagarnir blíva færri enn teir vóru tá teir vórðu keyptir og rindaðir. Tað sum búskaparfrøðingar mæla til er at fiskidagar (ella -kvotur) ikki skulu keypast í einum fyri 10 ár fram, men leypandi skulu kunn keypast á uppboðssølu fyri nógv styttri tíðarskeið í senn, soleiðis at óvissan um virðið á fiskirættindunum er tilsvarandi minni, og soleiðis at vinnan altíð fær teir dagarnar hon rindar fyri.

Líggjas Johannesen skrivar:
Nú ið hesir 5 og teirra fjepparar skriva síðu upp og síðu niður um hetta fantastiska uppfinnilsi hjá teimum, ja, so brúka teir kaffi og sukur pakkar at samanbera við fiskin, ja, eisini samanlíkna teir atgongdina til fiskivinnuna við atgongdina at koma í dans í Havn í 60 árunum.
Mær dámar vanliga ikki at lýsa ein kompliceraðan problemstilling við at brúka eina samanbering, tí tað blívur antin til at man diskuterar problemstillingin í samanberingini í staðin -- ella er onkur sum heldur, at samanberingin sjálv er láturlig. Um fólk ikki skilja upprunaliga problemstillingin, so skilja tey sjáldan heldur, at samanberingin gevur góða meining. Samanberingin hjá Hermann við dans var góð, tí hon vísti at fleiri mátar eru at býta út eitt avmarkað tal av plássum, men tað hjálpir ikki uppá kjakið allíkavæl, um úrslitið er at viðmerkingarnar sum koma í høvuðsheitum ganga uppá tað sum fólk minnast frá tíðini tey gingu í dans. (Her sipi eg til viðmerkingar til dans-samanberingina, sum hava verið at lesa aðrastaðni.)

Líggjas Johannesen skrivar:
Hví koma teir ikki inn á hvussu vinnan fer at síggja út um ½-1 milliard krónur verða tiknar úr vinnuni, og landskassin hevur tillagað seg at brúka hesar pengar, og vinnan ikki kemur at kasta pengar av sær?
Óvissan við inntøkum hjá vinnuni vil vera tann sama, hóast skipanin verður broytt frá núverandi politiskt-administrativu útlutan fyri 10 ár í senn til eina leypandi uppboðssølu. Núverandi fiskivinna er nógv yvirkapitaliserað, og hongur tað beinleiðis saman við, at vinnan hevur lánt uppá virðið av framtíðar fiskirættindum. Hetta skapar eina stóra rentubyrðu fyri vinnuna. Óvissan í fiskivinnuni sum í høvuðsheitum er um tríggjar faktorar: fiskanøgdir, fiskaprísir og oljuprísir, ger harumframt, at fíggingin hjá fiskivinnuni er rættiliga dýr. Við eini leypandi uppboðssølu av fiskirættindum vildi óvissan um allar tríggjar faktorar minka, tí óvissan er størri tá man skal meta tíggju ár fram enn t.d. seks mánaðir.

Um talan er um eina hálva ella heila milliard, ella minni ella meira, sum vinnan kann rinda fyri fiskirættindi, tá tey verða seld á uppboðssølu, vil valdast hvussu effektiv fiskivinnan verður. Talan verður ongantíð um eina størri upphædd enn fiskivinnan megnar at rinda -- eftir at manning og reiðarí hava fingið sítt og aðrar útreiðslur eisini eru rindaðar.

Spurningurin viðv. landskassanum er áhugaverdur. Her vil eg vísa til, at Javnaðarflokkurin í valstríðnum hevði eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu tilfeingisgjaldið skuldi brúkast. Einans helvtin skuldi í landskassan í síðsta enda, og fyri at javna gjøldini skuldu pengarnir fyrst í búskapargrunnin, haðani inntøkurnar skuldu í flytast til landskassan yvir fleiri ár við javnt stórum gjøldum. Hetta minnir nógv um avtaluna sum sokallaða makrelsamgongan gjørdi síðsta vár. Hetta var ein máti at gera tað uppá. (Hin helvtin av tilfeingisgjaldinum skuldi annars sambært valupplegginum hjá Javnfl brúkast til at menna útjaðaran (30%) og til at førleikamenna arbeiðsmegina, herundir serliga tey tilkomnu, sum ikki hava fingið eina útbúgving, og tey sum verða noydd at skifta vinnu.) Og annars er ikki meiningin, at landskassin skal økja útreiðslurnar við hálvari til heila milliard, tí tað kemur inn í tilfeingisgjaldi. Skatturin kann lækkast fyri ein stóran part av hesi upphædd. Og her vil eg skoyta uppí, at tað hevði verið skilagott við eini breiðari politiskari semju um, hvussu stórur almenni sektorurin skal vera í mun til BTÚ í einum miðal ári, fyri at tryggja at øktar inntøkur ikki automatiskt viðføra størri almennar útreiðslur.

Líggjas Johannesen skrivar:
Og hvussu landskassin og vinnan fara at síggja út um tilfongið ikki verður nøktandi í Føroyskum sjógvi, hvar skulu pengarnir nú koma frá til landskassan, hvar skal vinnan fáa pengar frá at standa ímóti við nú landskassin hevur sogið vinnuna fyri kapital?
Um tilfeingið í føroyskum sjógvi minkar, eru trupulleikarnir principielt teir somu, óansæð um talan er um uppboðssølu ella ei. Tó er tann fyrimunurin við uppboðssølu, at einki reiðarí tá kann risikera at sita við eini kvotu sum ikki er til, ella fiskidagar, sum ikki kunnu brúkast, hóast rullandi rættindini galda í tíggju ár aftrat. Minst til, at hesi reiðarí undir verandi skipan í stóran mun hava lænt uppá hesi fiskirættindi 10 ár fram, so trupulleikarnir gerast munandi størri fyri einstøku reiðaríini undir verandi skipan enn eini við leypandi uppboðssølu.

Munurin á skipanum kann lýsast sera væl við støðuni nú við makrelinum, sum er komin í føroyskt øki, samstundis sum onnur fiskisløg eru minkað ella føroyingar eru útihýstir frá øðrum rættindum. Nøkur skip hava keypt dagar, sum verða skornir. Onnur skip missa heilt tey rættindi, tey hava troytt undanfarin ár, tí ósemja er um makrelin. Og so skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum (ella sum nú ein nevnd av samgongupolitikarum) finna fram til, hvussu nógvan makrel hesi skip skulu hava sum kompensatión. Um talan var um leypandi uppboðssølu, so høvdu hesi skip, sum nú ikki kundu keypa hini rættindini, tí tey vóru ikki á uppboðssølu ella tí færri dagar vóru til sølu, í staðin bjóða uppá makrel. Tilfeingisgjaldið fyri gomlu rættindini hevði verið spart, og í staðin kundi verður rindað tilfeingisgjald fyri nýggju rættindini. Ein nógv smidligari og greiðari skipan fyri vinnuna, og so kann fyrisitingin og politiska skipanin halda seg vekk.

Líggjas Johannesen skrivar:
Hví sita tey ið vita best altíð á síðulinjuni?
Tað eru nógv  sum halda at vit fáa ov lítið burtúr fiskivinnuni, felags fyri hesi er at tey sita á síðulinjuni og brúka seg og hava ongan hug at royna seg í fiskivinnuni.
Búskaparfrøðingar blanda seg faktisk als ikki uppí, hvussu tey í fiskivinnuni reka fiskivinnu, tí tað hava vit ikki skil fyri. Tað sum vit búskaparfrøðingar hava skil fyri, og sum vit hava eina meining um, er hvussu landið leggur til rættis karmar fyri vinnuna, soleiðis at búskaparliga kemur mest burtur úr samanlagt. Tað er her, vit hava servitan. Ikki innan at dríva fiskarí. Og tað er eisini tí, vit ikki keypa skip sjálvir.

Líggjas Johannesen skrivar:
Hyggja vit 50-90 ár aftur í tíðina so síggja vit at Føroyingar fóru til Grønland og Ísland og Newfoundlands við slupp at fiska, hví?
Føroyingar fóru til Grønland, Ísland, Newfoundland og Barentshavið við trolara at fiska, hví?
Føroyingar fóru til Grønland, Ísland og Newfoundland við línuskipum at fiska, hví?
Føroyingar vóru við báti í Grønlandi frá einaferð í 1930-1970 og róðu út, hví?
Ja, tíðirnar broytast. Síðani tøkniliga menningin hevur gjørt, at fiskarí ikki kann vera frítt, skal finnast ein skipast at regulera, hvør sleppur fram at at gagnnýta fiskatilfeingið. Og tað er tað, sum hetta kjakið snýr seg um. Restin er nostalgi.

Líggjas Johannesen skrivar:
Teir nærmastu grunnarnir hjá Føroyingum vóru tað ikki Føroyagrunnarnir, hví bleiv ikki meira veitt her?
Øll hesi árini var loyvt at fiska frítt runt um allan heim til vit fingu 200 fjórðinga mark, hví var veiðumynstrið hjá Føroyingum so nógv øðrvísi, áðrenn vit fingu 200 fjórðinga mark enn veiðumynstrið er nú aftan á?
Jú, okkara grunnar hava ongantíð verið av teimum ríkastu grunnunum, og koma nokk ongantíð at verða tað. Tískil var so leingi sum atgongd var til aðrar grunnar, lítið veitt á okkara grunnum.
Og tess týdningarmiklari er tað, at mest møguligt fært burtur úr avmarkaða tilfeinginum. Og tess týdningarmiklari er tí, at vinnan kemur at virka eftir marknaðartreytum, har kapping er um atgongd til tilfeingið.

Líggjas Johannesen skrivar:
Eg haldi at fólk sum siga at vit fáa ov lítið burtur úr okkara tilfeingi skulu hyggja aftur í tíðina og lata vera við at rópa upp um at fiskastovnarnir eru niðurpíndir og at vit eiga at fáa nógv meira burtur úr tilfeinginum. Vit hava ongantíð, og koma ongantíð, at hava líka ríkar grunnar sum eitt nú Norra og Ísland, men vit skulu læra okkum at liva við at okkara grunnar eru ikki teir ríkastu.
Vit kunnu gott leggja til síðis spurningin um, hvussu nógv kemur burtur úr, og um tað er nóg mikið. Lat okkum í staðin kjakast um, hvør skipan tryggjar, at mest møguligt kemur burtur úr. Tí tað kunnu øll vera samd um, sum heild gagnar øllum. Og tað ger ein skipan sum tryggjar, at tey skip og reiðarí, sum fáa mest burtur úr, eru tey sum fáa atgongd til at gagnnýta fiskatilfeingið. Og tað er tað sum kjakið snýr seg um.

Líggjas Johannesen skrivar:
Tá tú hoyrir øll hesi sum ikki eru í vinnuni tosa um fiskivinnuna, ja, tá komi eg at hugsa um tá ið man stendur við ein fótbóltsvøll, teir bestu venjararnir standa altíð ímillum áskoðarnar!
Hetta er ein ógvuliga vánalig samanbering, og Líggjas gloymir, at búskaparfrøðingar ikki blanda seg uppí, hvussu skipini dríva fiskarí og hvussu reiðarí reka skip.

Líggjas Johannesen skrivar:
Er tað nú bara fiskivinnuni, ið vit liva av?
Síðan eg var heilt ungur havi eg hoyrt at vit skulu hava fleiri bein at standa á fíggjarliga í Føroyum, tí at fiskivinnan hevur ov stór sveiggj, men enn er nokk einki bein komið afturat, men nú vilja summi hava at størri byrðar skulu leggjast á hetta eina beinið.
Síðani Líggjas var heilt ungur hevur hann hoyrt frá fólki, sum hava misskilt hvussu inntøkuskapan fer fram í búskapinum. Fiskiskapur stendur fyri umleið 10 procentum av løngjaldingunum í Føroyum. Ali- og kryvjivirki umframt fiskavøruídnaður stendur fyri 6-7 procentum aftrat. Samanlagt standa hesi fyri nógv størsta partinum av útflutninginum, men tað merkir ikki, at búskapurin ikki hevur onnur bein at standa á.

Tilfeingisgjaldið er við til at tryggja eina leypandi tillaging av vinnuni uttan at politikarar noyðast at blanda seg uppí við detailregulering. Eins og búskaparfrøðingar ikki skulu blanda seg uppí, hvussu reiðaríini reka síni skip, tí tað hava teir ikki skil fyri, hevur landsstýrismaðurin minst líka lítið skil fyri hesum. Og tilfeingisgjald er ikki ein byrða á fiskivinnuna. Talan er um ein marknaðarprís, um gjaldið verður ásett gjøgnum kapping á eini uppboðssølu, og tí ongantíð meira enn vinnan megnar at rinda.

Líggjas Johannesen skrivar:
Um nú ein uppboðsøla av fiskirættindum verður sett á stovn fyri at landskassin skal fáa fleiri inntøkur verða sveiggini enn størri, tí tá koma tær inntøkur ið vit hava í dag av fiskivinnuni og ein møgulig uppboðsøla at sveiggja í takt.
Nú veit eg ikki, um eg skilji rætt, so eg má svara generelt. Við eini uppboðssølu vil óvissan hjá fiskivinnuni gerast nógv minni, tí metast skal um marknaðarútlit, oljuprís og fiskarí nakrar fáar mánaðir fram í staðin fyri 10 ár fram. Harumframt vil raksturin hjá fiskivinnuni blíva javnari, tí tá oljuprísurin fer upp, fer prísurin á fiskirættindum (kvotur ella dagar) niður, tvs. tá ein útreiðsla hækkar, so lækkar ein onnur. Tá fiskaprísirnir lækka, fer prísurin á fiskirættindum niður. Tá ein inntøka lækkar, so lækkar eisini ein útreiðsla. So ja, tilfeingisgjøldini koma at sveiggja við gongdini í fiskivinnuni, men fyri vinnuna verður tað uppá ein stabiliserandi máta. Um inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum fara í búskapargrunn og ikki koma í landskassan fyrr enn yvir eitt áramál í javnt størum gjøldum, so vil hetta ikki gera sveiggini í samlaða búskapinum, sum fiskivinnan skapar, størri, men tvørturímóti helst gera tey minni enn í dag.

Líggjas Johannesen skrivar:
Eru tað bara tey fáu sum fáa ágóðan av tilfeinginum?
Nú lesur ein ofta um at tað skulu ikki bara vera nøkur útvald sum fáa ágóðan, men allir Føroyingar. Her komi eg at hugsa um eitt danskt orðatak: “Ingen bemærker hvad jeg gør - før jeg ikke gør det”.
Fiskatilfeingið hevur eitt virðið. Tað sóu vit á uppboðsølu av makreli í fjør. Tilfeingið hevur einans virðið, tí onkur er sinnaður at rinda fyri tað. Spurningurin er so, hvat er munurin á at taka hetta gjald fyri tilfeingið og at tilfeingis skal latast ókeypis.

Ókeypis tilfeingið er við til at skapa yvirkapacitet í fiskivinnuni. Ókeypis tilfeingið er somuleiðis við til trýsta lønarlagið í samfelagnum uppeftir. (Yvirkapaciteturin í summum skipabólkum ger, at lønarlagið ikki er trýst uppeftir allastaðni.) Hetta avlagar allan búskapin og ger aðrar føroyskar vinnur minni kappingarførar. Í Føroyum er tí ógvuliga torført at fáa aðra vinnu at bera seg enn tilfeingisvinnur, ella vinnur sum hava natúrliga verju av lokaliteti: Bakarar eru ikki hart raktir av kapping uttaneftir, tí fólk ynskir nýbakað breyð. Og so almenni sektorurin, sum klárar seg við hjálp frá blokkstuðli úr Danmark.

Líggjas Johannesen skrivar:
Haldi at hetta passar so ómetaliga væl til fiskivinnuna í Føroyum í dag, tað eru nógv, ið ikki hugsa um hvat vit liva av í Føroyum, um vit halda uppat at fiska so síggja vit skjótt at vit øll fingu ágóðan av tilfeinginum, og ikki bara teir “útvaldu”.
Fiskatilfeingið hevur eitt virði, so sjálvsagt skal fiskurin fiskast. Búskaparfrøðingar vísa á, at vinnan skal effektiviserast mest gjørligt, og vísa her til uppboðssølu, sum ein einfaldur og rættvísur máti at finna dugnaligastu reiðaríini, sum kunnu fáa mest burtur úr -- til sín sjálvs og samfelagið.

Um hetta var meint sum ein hóttan frá Líggjas, so standa útlendsk reiðarí heilt vist í kø at sleppa fram at at fiska Føroya fólks ogn, og eisini hóast tað verður kravt at rinda hýrur eftir føroyskum sáttmálum. Hetta sigi eg ikki fyri at hótta afturímóti, men fyri at vísa á, at onkur er sinnaður at rinda tilfeingisgjald umframt fylgja hinum treytunum, sum galda fyri føroyskar reiðarar. Og um útlendingar fiskaðu, hevði eingin ivast í, at sjálvsagt skal rindast fyri møguleikan at gagnnýta tilfeingið vinnuliga.

Líggjas Johannesen skrivar:
Eru tað nú so fá sum eru útvald?
Ein hoyrir javnan um teir fáu útvaldu sum sleppa framat ogn Føroya folks, eru vit nú so fá, sum eru útvald, og fáa part av ognini?
Hvat við øllum teimun almennu stjórunum, eru teir ikki úvaldir av politikarum ella teirra embætsfólki, og teirra løn er hon ikki goldin av ogn Føroya fólks?
Tað er fiskivinnan og tey sum virka í fiskivinnuni, sum fáa gagn av ogn Føroya fólks. Í fiskivinnuni býta reiðarar og manning tilfeingisrentuna millum sín. Tilfeingisrentan er tað sum gevur ein meirvinning í fiskivinnuni, tá eingin yvirkapacitur er. Tilfeingisrentan er leypandi virði á fiskatilfeinginum, t.e. tað sum landið kann leiga fiskirættindini út fyri, frároknað kostnaðin av at umsita fiskatilfeingið. Ein uppboðssøla kann tryggja, at tilfeingisrentan kemur øllum Føroya fólki til góðar gjøgnum skattalættar og/ella hægri vælferð. Verður tilfeingisrentan ikki kravd inn til eigaran av fiskatilfeinginum, Føroya fólk, so verður hon verandi í fiskivinnuni, har reiðarar og fiskimenn býta hana millum sín gjøgnum lønarsamráðingar, tó ikki tann partin sum verðuroyðslaður burtur í yvirkapaciteti. Og hesin parturin er ógvuliga stórur í pørtum av flotanum.

Líggjas Johannesen skrivar:
Hvønn møguleika hava tey sum kundu hugsað sær at sloppið framat sum stjórar í Landsbankanum ella Hagstovuni fyri at nevna 2 dømir, fleiri onnur størv kundu verði nevnd, sum verða goldin við ogn Føroya fólks, eg havi so ikki hoyrt nakað um at almenn størv  eru nakað sum øll kunnu koma framat, summi sita til tey fara frá við pensjón, og eingin hevur fingið møguleikan at fáa teirra starv fyri ein bíligari penga.
Øll almenn størv verða lýst leys áðrenn tey verða sett. Lønin er sambært sáttmála millum Lønardeildina og avvarandi fakfelag. Slíkar samráðingar hava altíð tveir partar, sum sita hvør sínu megin borðið. Og tað er her trupulleikin kemur við føroyska fiskivinnupolitikkinum: Ofta situr fiskimálaráðharrin somu megin borðið sum vinnan, tvs. talan er ikki um samráðingar, men um kradding av fólksins ogn við hjálp frá fólksins umboði. Tað verður ofta sagt*), at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umboðar fiskivinnuna. Hetta er ikki bara ein misskiljing, men eisini ómetaliga skaðiligt fyri samfelagið. Tað er ikki fiskivinnan, sum hevur valt sær eitt umboð, men Føroya Løgting sum vegna Føroya fólk hevur valt ein landsstýrismann at umboða fólkið.

*) T.d. hevur landsstýrismaðurin sjálvur onkuntíð havt hesa fatan. Í sambandi við stjóraskifti á Havstovuni, segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at hann umboðar fiskivinnuna mótvegis Havstovuni:
í almenna rúminum kann tað meira enn so koma fyri, at tann yrkisbólkur, ið landsstýrismaðurin umboðar, ikki altíð er á einum máli við boðskapin, ið Havstovan kemur við. (Sosialurin 1. mars 2010 - krevur kotu.)

Líggjas Johannesen skrivar:
Tað er nú so at 48.000 stjórar kunnu ikki vera á einum stovni, og 48.000 reiðarar kunnu ikki vera til tilfeingið undir Føroyum, so her skulu fólk veljast út, eins og tey flestu eru útvald til teirra arbeiði. Og vit kunnu heldur ikki byggja ein skúla sum tekur 700 lesandi til búskaparfrøði um árið, so lesa allir Føroyingar til búskaparfrøðing, og tað gongur ikki, so her skulu sjálvandi nøkur útvald sleppa framat.
Kapping er um at sleppa inn á skúla at lesa búskaparfrøði, og kappingin verður avgjørd eftir greiðum og gjøgnumskygdum reglum, oftast eftir próvtølum, sum umsøkjarar hava frammanundan.

Líggjas Johannesen skrivar:
Hví eri eg útvaldur,og hvør hevur valt meg?
Í 2011 valdi landsstýrismaðurin at geva m.ø. Klakki Grønlandsloyvi. Tað var sambært kunngerð, men hana hevði landsstýrismaðurin gjørt. Eg havi onga orsøk at halda, at nakað óregluligt fór fram tá treytirnar vórðu ásettar. Men eingin kann vita, um Klakkur er millum tey trý skipini, sum kundu fáa mest burtur úr einum Grønlandsloyvi, og tað var heldur ikki við í metingini, einans søgulig rættindi. Ein uppboðssøla hevði uppklárað ivamálið um hvør kundi fáa mest burturúr.

Líggjas Johannesen skrivar:
Men nøkur ár seinni og til nú havi eg mangan fingið at vita at eg var ímillum teir fáu útvaldu, also eg hevði ikki valt sjálvur. Nú hugsi eg mangan hvør valdi meg út, hví valdu teir/tey ikki onkran av øllum teimum sum siga seg hava allar loysnir uppá fiskivinnuna og hvussu vit tvífalda hesu virði?
Tað verður fiskivinnan sjálv, sum skal tvífalda virðisøkingina. Um tað er tað, sum verður úrslitið. Men ein skipan fyri fiskivinnuna sum alla tíðina ger tað lættari hjá teimum dugnaligastu at sleppa framat at gagnnýta fiskatilfeingið og harvið so við og við troðka tey minni dugnaligu úr vinnuni er tað sum skal til fyri at skunda undir tilgongdina at tvífalda virðisøkingina.

Líggjas Johannesen skrivar:
Tann 15. september 1993, tá tað hingu stór myrk skýggj yvir Føroya land fór eg sjálvur triðji inn í Føroya Banka at undirskriva keypsáttmála av skipi og fiskirættindum ið til hoyrdu.Tað skal vera sagt at tað mangan var ivi um eg nú hevði valt rætt.
(...)
Hvat hevði tað ikki verið betri at verið leysur av fiskivinnuni og kunna farið út í ljósið og møtt fólki uttan at hugsa at ein hevur rænt teirra ogn, men heldur verið á landi og selt pylsur og gingið við einum stórum smíli hvørja ferð man møtti einum manni við stórum búki.
Gott at tað hevur hildnast so væl kortini. Men her kemur Líggjas inn á nakað áhugavert. Tað er ikki ósannlíkt, at hann kann fáa meira burtur úr at selja skipið og blíva leysur av fiskivinnuni. Ikki tí skipið er í góðum standi. Men tí tað hevur eitt fiskiloyvi.

Og tað er spell, at meira fæst fyri fiskiloyvið enn fyri fiskaríið. Serliga um Líggjas heldur vil halda fram í vinnuni.

Og tann nýggi eigarin skal taka skuld uppá seg fyri at keypa Líggjas frían av fiskivinnuni. Tað er soleiðis skipanin virkar, um hon heldur fram uttan leypandi uppboðssølu, og tað er soleiðis vinnan kemur illa fyri av skuldarbyrðuni.

Ingen kommentarer: