Sider

torsdag den 16. februar 2012

Kann man hava álit á Vinnuhúsinum? (2)

Vinnuhúsið ákærir nú meg fyri at taka leysrivin citat úr frágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Vinnuhúsið skrivar:
Tá man lesir sitatini, sum eru nevnd í blogginum, fær man ta fatan, at Búskaparráðið á heysti 2009 als ikki hevur haft ta fatan, at tað er nakað strukturelt hall. Talan er tó um leysrivin sitat út einari viðgerð hjá búskaparráðnum av hesum spurningi. Tað er meira áhugavert, hvat niðurstøðan av viðgerðini er.

Mín endurgeving frá Búskaparráðnum í innlegginum her, var annars trý fylgjandi reglubrot úr búskaparráðsfrágreiðingini frá 2009 -- nettup fyri at vísa, hvat Búskaparráðið sjálvt skrivar. Tað er rættiliga grovt at kalla tað leysrivin citat!

Víðari skrivar Vinnuhúsið:
Í samandráttinum av heystfrágreiðingini 2009 skrivar Búskaparráðið:
Bygnaðarligir skeivleikar. Týðandi partar av hallinum hjá tí almenna árini 2008–2010 eru bygnaðarligir, og standast sostatt meiri av skeivum fíggjarpolitikki undanfarin ár enn av konjunkturniðurgongd í búskapinum. Tiltøk, ið verða sett í verk næstu árini til tess at bøta um bygnaðarligar skeivleikar í inntøku- og útreiðslupolitikkinum hjá tí almenna, nýtast tó ikki at hava sum endamál at fáa alt hallið hjá tí almenna at hvørva. Ein partur av hallinum hvørvur av sær sjálvum, tá ið meiri ferð kemur aftur á búskapin og nýtsluna.
Tískil eiga tiltøkini at vera stílað eftir bygnaðarliga partinum av hallinum.
Og longur inni í frágreiðingini endar viðgerðin hjá búskaparráðnum av bygnaðarliga hallinum við hesari niðurstøðu:
Tekin eru um, at førdi fíggjarpolitikkurin hjá tí almenna hevur innbygdar skeivleikar, ið geva bygnaðarligt hall

Eg skal geva Vinnuhúsinum rætt í, at Búskaparráðið helst hevur havt ta fatan, at almennu Føroyar høvdu strukturelt hall, men Búskaparráðið staðfestir ikki eitt strukturelt hall, sum Vinnuhúsið annars vil vera við, tí tey mangla tøl til at gera slíka niðurstøðu, og tí er skrivingina hjá Vinnuhúsinum (endurgivin her) villleiðandi.

Eg kundi longt endurgevingina frá Búskaparráðnum. Tað sum stendur frammanfyri áður endurgivna samanhangandi brot er:
Bygnaðarligt úrslit Í framkomnum londum verður fíggjarpolitiskt mát sett upp, ið lýsir støðuna hjá almenna geiranum, har hædd verður tikin fyri lág- ella hákonjunkturi. Hugtak, sum nýtt verður í hesum sambandi er bygnaðarligt úrslit, bygnaðarligt yvirskot ella bygnaðarligt hall hjá almenna geiranum (á enskum structural balance). Úrslitið hjá tí almenna, sum lýst verður við hesum mátinum, er eitt gott boð uppá, um fíggjarpolitisk inntriv eiga at verða framd ella ikki.
Noreg hevur bygnaðarligt hall Hyggja vit í mynd 23 til dømis at Noreg, er sera stórt yvirskot í 2006 hjá tí almenna, svarandi 18,5% av BTÚ. Við hesum skuldi ein hildið, at neyðugt var ikki hjá Noregi at tillaga almenna geiran samanborið við búskapin annars. Men tá ið hetta roknskaparliga úrslitið verður konjunktur-reinsað, er úrslitið vent til undirskot, svarandi til 2,6% av BTÚ í 2006. Bygnaðarliga hallið fyri komandi ár verður mett at vera 5,4% av BTÚ. Hesi bygnaðarligu úrslitini vísa, at Noreg stendur fyri stórum fíggjarpolitiskum avbjóðingum.
... samstundis sum Danmark hevur bygnaðarligt yvirskot Mynd 23 (myndin sæst her) vísir, at almenni geirin í Danmark í 2010 fær roknskaparligt hall svarandi til 3,5% av BTÚ. Hetta hallið stavar ikki bert frá konjunkturstøðuni, men eisini frá tilætlaðum tiltøkum hjá stjórnini, sum hava til endamáls at økja virksemið í landinum. Samstundis sæst, at roknað verður framvegis við bygnaðarligum yvirskoti hjá tí almenna svarandi til 1,3% av BTÚ. Hetta bygnaðarliga yvirskotið í 2010 er tekin um, at danski fíggjarpolitikkurin er haldførur, tí undirskotið verður burtur, tá ið búskapargongdin vendir. (s. 28-29)

Og so heldur búskaparráðið fram við áður endurgivna samanhangandi(!) brotinum:
Tøl fyri Føroyar viðvíkjandi bygnaðarligum úrsliti eru, sum áður nevnt, ikki tøk. Vit kunnu tó gera leysliga roynd at meta um bygnaðarliga úrslitið fyri 2006, grundað á munin millum roknskaparligu úrslitini og bygnaðarligu úrslitini hjá grannalondum okkara. Fyri Noreg er hesin munur í 2006 góð 22%-stig og fyri Danmark er hann 2,5%-stig. Vit velja í hesum dømi at rokna við einum muni á 3%-stig fyri Føroyar í 2006. Tá er talan um bygnaðarligt hall á 1% av BTÚ í 2006.
Vit kunnu afturat hesum leysliga rokna við, at skattalættar og stórur útreiðsluvøkstur í 2007-2009 hava økt bygnaðarliga hallið, soleiðis at hetta hallið í 2010 kann hugsast at liggja um 3% av BTÚ.
Er hetta samsvarandi veruleikanum – sum vit ikki vita, áður enn neyvari kanningar eru gjørdar – er talan um bygnaðarligt hall svarandi til uml. 350 mió kr. Við øðrum orðum eigur politiska kervið eftir hesum at tátta í fíggjarpolitiskt svarandi til hesa upphædd. (s. 29)

Og tekur samanum:
Tekin eru um, at førdi fíggjarpolitikkurin hjá tí almenna hevur innbygdar skeivleikar, ið geva bygnaðarligt hall. (s. 29)

Búskaparráðið staðfestir einki strukturelt hall, men eftirlýsir amboð -- og er í hesum sambandi kanska óviljað sarkastiskt: "Í framkomnum londum ..." Nú havi eg endurgivið meira enn eina síðu, umframt eina mynd, har strukturel saldo fyri Føroyar ikki er teknað inn, tí tøl mangla. Tað er eingin ivi, at Búskaparráðið ikki ávísir eitt strukurelt hall, og tað er annars akkra tað, sum Vinnuhúsið skrivar, at Búskaparráðið hevur ávíst.

Búskaparráðið kemur hinvegin, áðrenn tað sum eg havi endurgivið omanfyri, við eini langari frágreiðing um "tekin um bygnaðarligt hall" og "ábendingar um bygnaðarligt hall", og so viðgera tey tær broytingarnar seinnu árini sum hava gjørt, at strukturella saldoin er versnað. Tá Búskaparráðið kann enda við at skriva, at "Tekin eru um, at førdi fíggjarpolitikkurin hjá tí almenna hevur innbygdar skeivleikar, ið geva bygnaðarligt hall", er tað tí tey hava víst á, at strukturella saldoin er versnað árini áðrenn 2009, men um talan er um hall, kann ikki staðfestast.

Í longu viðgerðini hjá Búskaparráðnum um "tekin" og "ábendingar", vísa tey á tær broytingarnar, sum hava gjørt, at strukturella saldoin er versnað. Tey nevna m.a., at landsstýrið undanfarin ár hevur lækkað blokkin uttan tillagingar og framt ófíggjaðar skattalættar:
Við skattalættum árini 2004 til 2008 hevur landið gjørt inntøkugrundarlagi veikari enn tað annars vildi verið. (s. 28)

Vinnuhúsið, sum í oktober skrivar, at almennu Føroyar hava strukturelt hall, hevur í november og december stuðlað undir, at Løgtingið hevur gjørt strukturellu saldoina 265 mió verri enn frammanundan við enn einum ófíggjaðum skattalætta. Var strukturelt hall frammanundan, er tað nú 265 mió størri. Var strukturelt avlop, er tað nú 265 mió minni. Í veruleikanum er sannlíkt, at almennu Føroyar í 2011 vóru nær við javnvág á strukturellu saldoini (hetta er tó bara út frá eini leysligari meting av konjunkturstøðuni), men heldur henda meting, hevur samgongan -- væl stuðlað av m.ø. Vinnuhúsinum -- megnað at skapa eitt 265 mió stórt bygnaðarligt hall.

Leikluturin hjá Vinnuhúsinum í viðgerðini av ófíggjaða 2012-skattalættanum (sum er líka stórur sum samlaði skattalættin øll árini 2004-08) vísir, at tey í Vinnuhúsinum eru ikki so stúrin um alment hall, sum tey látast. Vinnuhúsið misbrúkar bara kreppuna at tala fyri einum minni almennum sektori. Um nakar lurtar eftir Vinnuhúsinum er vandi fyri, at Føroyar fáa enn meira ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk í lágkonjunkturinum, enn tað sum samgonga og andstøða longu hava í sínum retorikki, men í verki tíbetur enn ikki hava framt í sama mun.

Ingen kommentarer: