Sider

fredag den 10. februar 2012

Kann man hava álit á Vinnuhúsinum?

Í Vinnusjónarmið 2011, sum hava fingið bragdliga heitið "Koyrið so á motorin", skrivar Vinnuhúsið fleiri ferðir um bygnaðarligt hall í Føroyum:

Undir Høvuðstilmæli:
Ein avgerandi fortreyt fyri einum virkisfúsum vinnulívi er, at álit er á fíggjarstýringina av landshúsarhaldinum. Føroyski almenni geirin er metstórur, umframt at vit hava eitt sonevnt bygnaðarligt hall. Tá talan er um bygnaðarligt hall, er alneyðugt við politiskum tiltøkum. (s. 9)

Undir Almenni geirin í partinum Samandráttur:
Almenni geirin í Føroyum er stórur, og útreiðslurnar seinastu árini eru vaksnar nógv. So nógv, at vit sambært Búskaparráðnum hava eitt rættiliga stórt sonevnt bygnaðarligt hall, og tí skulu politisk tiltøk til. (s. 17)

Undir Búskaparstøðan í partinum Almenni geirin -- við slagsíðu:
Í 2009 vísti Búskaparráðið á, at vit hava eitt rættiliga stórt sonevnt bygnaðarligt hall, tvs. eitt hall, sum ikki fer at hvørva, hóast vit fáa betri tíðir við hákonjunkturi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit mugu taka bygnaðarliga hallið í álvara. (s. 69)

Men lat okkum eftirkanna kelduna hjá Vinnuhúsinum! Búskaparráðið skrivaði í 2009:
Tøl fyri Føroyar viðvíkjandi bygnaðarligum úrsliti eru, sum áður nevnt, ikki tøk. Vit kunnu tó gera leysliga roynd at meta um bygnaðarliga úrslitið fyri 2006, grundað á munin millum roknskaparligu úrslitini og bygnaðarligu úrslitini hjá grannalondum okkara. Fyri Noreg er hesin munur í 2006 góð 22%-stig og fyri Danmark er hann 2,5%-stig. Vit velja í hesum dømi at rokna við einum muni á 3%-stig fyri Føroyar í 2006. Tá er talan um bygnaðarligt hall á 1% av BTÚ í 2006.
Vit kunnu afturat hesum leysliga rokna við, at skattalættar og stórur útreiðsluvøkstur í 2007-2009 hava økt bygnaðarliga hallið, soleiðis at hetta hallið í 2010 kann hugsast at liggja um 3% av BTÚ.
Er hetta samsvarandi veruleikanum – sum vit ikki vita, áður enn neyvari kanningar eru gjørdar – er talan um bygnaðarligt hall svarandi til uml. 350 mió kr. Við øðrum orðum eigur politiska kervið eftir hesum at tátta í fíggjarpolitiskt svarandi til hesa upphædd. (s. 29)

Og so kemur tað besta. Yvirskriftin á hesum broti var: Hugsað dømi fyri bygnaðarligt úrslit í Føroyum.

Summa summarum: Búskaparráðið demonstrerar við einum hugsaðum dømi, hvussu man kann rokna bygnaðarliga hallið fyri Føroyar út, um man hevur tølini, sum skulu til. Talan er um tað sum danir kalla "en pædagogisk øvelse". Vegleiðing til fyrisitingina, kann man siga, ella ein roynd at hjálpa almenningi at skilja munin á konjunkturellum og bygnaðarligum úrsliti. Búskaparráðið roknar bygnaðarliga úrslitið í Føroyum við at hyggja eftir konjunkturella úrslitinum í Føroyum og gita(!), at munurin millum tey bæði er 3 procentstig. Hetta git verður gjørt út frá, at munurin er 22 procentstig fyri Noreg og 2.5 procentstig fyri Danmark.

Her er ein mynd (trýst á myndina fyri at gera hana størri) í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum Vinnuhúsið hevur valt at ignorera:

Mynd 23 á síðu 29 í frágreiðing frá Búskaparráðnum 2009.

Og út frá hesum diktaðu keldum førir Vinnuhúsið eina kampanju fyri einum minni almennum sektori sum heild og óbeinleiðis fyri kontraktivum fíggjarpolitikki í verandi lágkonjunkturi. Vit eru nógv sum halda, at kontraktivur fíggjarpolitikkur í lágkonjunkturi hevur gjørt, at kreppan í heimsbúskapinum, sum byrjaði í 2007 og tók dik á seg í 2008, hevur verið djúpri og varað longri enn hon annars hevði gjørt. Tað skal eg venda aftur til í einum seinni innleggi.

Vinnuhúsið eigur koma við eini rætting til Vinnusjónarmiðini 2011!

Ingen kommentarer: