Sider

onsdag den 30. november 2011

Hoyrt í Løgtinginum

Løgmaður við ein flokk í andstøðuni:
Tit mugu hyggja í egnan barm.

Myndin er frá ólavsøku 2011, so fínur er hann ikki hvønn dag.

Aðalstjórar og jólamenn

Uni Arge á facebook:
Sá ein aðalstjóra til jólatræ á Vaglinum leygardagin. Hann savnaðist á almennum stað saman við jólamonnum, sum virka ímóti politikkinum hjá samgonguni, tí hesir jólamenninir góvu øllum gávur - og ikki bara teimum ríku. So er spurningurin, hvat meiningspolitiið hjá samgonguni heldur um levindið av aðalstjóranum...

tirsdag den 29. november 2011

Flat tax and misery

Tilståelsessag frá CEPOS:
Hong Kong var det første land der introducerede en flad skat.

Hong Kong ifølge Financial Times:
Yet a territory better known for its breathtaking harbour-front skyline and its money-making possibilities has plenty of misery to go round. In a city of 7m people with an average per capita income of nearly US$30,000, 1.23m live below the poverty line, earning less than half of a desperately low median wage. The city’s Gini coefficient, which measures income inequality, is the worst in Asia (worse even than India and mainland China) before the limited effects of the city’s half-hearted income redistribution are counted.

mandag den 28. november 2011

Kostnaður av ójavna

Hetta skuldi verið obligatoriskt pensum fyri tingfólk áðrenn tey samtykkja skattalætta til háinntøkur:

Richard Wilkinson: How economic inequality harms societies:

Kelda: www.TED.com

fredag den 18. november 2011

Optimalur skattur er ikki flatur

Peter Diamond og Emmanuel Saez:
‎The optimal profile of transfers and taxes is highly nonlinear and cannot be well approximated by a flat tax.

Sí keldu: The Case for a Progressive Tax: From Basic Research to Policy Recommendations.

Blokktiðning til meira vælferð

Um blokkurin hevði verið framskrivaður síðani 2002, so hevði hann verið 752,9 mió í ár (tað hevur Bjarne Corydon sagt), og við somu framskrivingarferð verður hann 769,9 mió næsta ár, og 842.1 mió í 2016, t.e. 226.6 mió hægri enn hann er í dag.

Í ABDH-samgonguskjalinum stendur nú:
Samlaðu útreiðslurnar á samtykta játtanarkarminum fyri 2012-2016 skulu haldast.

Eg skilji so á løgmanni, at um Helle gongur við til at hækka blokkin verður samgonguskjalið broytt til "Samlaðu útreiðslurnar á samtykta játtanarkarminum fyri 2012-2016 skulu hækkast við 226.6 mió kr."

Góði Kaj Leo, kann tú vátta, at títt skriv skal skiljast soleiðis, at útreiðslukarmurin á fíggjarlógini skal broytast samsvarandi einum hækkaðum blokki? Og er tín fíggjarmálaráðharri samdur?

Fýra skattalættar

Fordeilingsmessiga er stórur munur á teimum fýra uppskotunum til skattalætta, sum komu í valstríðnum ella aftaná valgið. Inntøkur uppá 600.000 kr/ár fáa størri skattalætta frá ABDH enn nakar flokkur skeyt upp í valstríðnum.


Og her eru skattalættarnir sum procent av lønini:


Javnari samfelag er gott samfelag

Eitt javnari samfelag hevur eisini størri sosialan mobilitet, so manglandi útbúgving og vánaliga lønt størv hjá foreldrum ikki fer í arv til børnini. Tað vilja altíð vera fátøk, men tað at teirra børn kortini hava hampiliga góðar møguleikar at klára seg betur ger, at vit betur kunnu siga, at vit ikki hava eitt klassasamfelag. Marknaðurin einsamallur skapar ikki eitt javnt samfelag, og um ikki vit í felag virka fyri javnaði fáa vit eitt støðugt meira ójavnt samfelag, og har tey fátæku eisini blíva meira og meira isolerað frá framburðinum, sum hini njóta gott av. Amerikanski dreymurin livir -- best í Norðurlondum.

Sjálvsagt skal tað loysa seg at arbeiða, og marginalskatturin kann tí ikki vera ov høgur. Men við eini flatskattaskipan skal øll útjavning henda gjøgnum almennu útreiðslurnar. Tá flatskattaskipanin harumframt merkir 280 mió minni í skattainntøkum verða verri ráð til almennar útreiðslur til tær skipanir, sum kunnu skapa útjavning, sum kunnu lyfta tey uppaftur til produktivar borgarar, sum detta niðurímillum.

Ein vaksandi undirklassi verður úrslitið. Ein ein lítil økonomisk elita. Og ein miðalklassi sum verður støðugt meira kroystur.

torsdag den 17. november 2011

Erhvervsfrekvens i Norden 2007-09

Nordisk sammenligning af erhvervsfrekvens (arbejdsstyrke som andel af befolkningen 16-64 år) og andele som deraf er beskæftigede og arbejdsløse. Tal for 2007 og 2009 og ændring 2007-09. Færinger har den højeste erhvervsfrekvens både før og efter finanskrisen rammer, men rammes hårdest sammen med Island. Hvor man i de andre nordiske lande blot bliver arbejdsløse, når krisen rammer, er det mere udbredt på Færøerne, at folk helt forlader arbejdsmarkedet.

Kilde: Egne beregninger ud fra Nordic Statistical Yearbook 2011

onsdag den 16. november 2011

Avtalubrot við afturvirkandi kraft

Jógvan Sundstein um blokkpolitikkin hjá borgarligu samgonguni:
Slíkar avtalur kunnu væl ikki broytast 10 ár aftureftir. Tá verður virði av gjørdum avtalum devaluerað, og tað er ikki gott fyri tann partin, sum brýtir avtaluna. Tað gongur útyvir umdømið.

Hann kundi sagt tað sama um pensjónsskattingina.

tirsdag den 15. november 2011

Reaktionert stýri

Jóannes Jacobsen á facebook:
Nýggja stýrið er ikki konservativt. Tað er reaktionert. Konservativ ganga inn fyri hóvliga at ganga fram á leið við at byggja á tað verandi. Nýggja stýrið vil ganga aftureftir -- til áðrenn blokkurin varð lækkaður, áðrenn tos um marknaðargrundan av fiskivinnuni tók seg upp, áðrenn Føroyar fingu eina sosialdemokratiska skattaskipan og áðrenn orð so sum 'samkynd' blivu alment kend.

Vælferðarskipanir og búskaparkreppur

Hvat eyðkennir londini í Europa, sum eru í kreppu? - Tey vóru londini í ES, ið brúktu minst part av BTÚ til grundleggjandi vælferðarskipanir áðrenn kreppuna!

Hvussu ber tað til, at Canada klárar kreppuna betur enn USA? - Canada brúkar størri part av BTÚ uppá vælferðarskipanir!

- Skulu Føroyar hava búskaparvøkstur, so skal vælferðin útbyggjast og styrkjast, ikki svøltast við at tøma landskassan og futta framtíðar pensjónir av til skattalætta og privata nýtslu.

mandag den 14. november 2011

Avmakt í Tinganesi

Súsanna Mortensen á facebook:
Tað er ræðandi at hoyra avmaktina úr Tinganesi. Samgonganskjalið lovar meira enn tað klárar at halda og gjøgnumføra. Nú hava Jørgen Niclassen og Kaj Leo Johannesen fingið maktina. Tað vandamikla er, tá ið teir ikka makta uppgávuna og maktin blívur til avmakt. Og avmaktin hoyrdist úr Tinganesi í dag. Jørgen Niclassen biður fólk arbeiða yvir, har onki arbeiði er og Kaj Leo Johannesen biður fakfeløgini tiga. Hetta er dagur 1.

Hvat ger Kaj so?

Tá danska stjórnin hevur sagt nei til at hækka blokkin, hvat ger Kaj Leo so? Skal hann so gjøgnumføra politikkin hjá Fólkafl og Miðfl, men ongan sambandspolitikk?

Modernaður høgravongur er rabiatur

Undir yvirskriftini The Real Conservative Scandal, skrivar E. J. Dionne í Washington Post:
Their movement has been overtaken by a quite literally mindless opposition to government.
(...)
This is a long way from the conservatism I used to respect. Although I often disagreed with conservatives, I admired their prudence, their affection for tradition and their understanding that the intricate bonds of community are established with great difficulty over time and not easy to reweave once they are torn asunder. At their best, conservatives forced us to think harder. Now, many in the ranks seem to have decided that hard and nuanced thinking is a telltale sign of liberalism.

Blokk-politikk

Ein gallup-kanning beint áðrenn valgið vísti, at samanlagt í fólkinum vildu 28% hækka blokkin, 24% lækka hann, 30% vildu lata hann standa í stað, og 18% vistu ikki.
  • 25% av fólkafloksveljarunum og vildu hækka blokkin, 27% vildu lækka hann, 30% vildu lata hann standa í stað.
  • 56% av sambandsveljarunum vildu hækka blokkin, 2% vildu lækka hann, 31% vildu lata hann standa í stað.
  • Samanlagt vildu 40% av veljarunum hjá ABDH hækka blokkin, 15% vildu lækka blokkin, 30% vildu lata blokkin standa í stað, og 15% vistu ikki. Íalt 287 veljarar hjá hesum flokkum svaraðu í kanningini.
Veljararnir hjá ABDH fáa tað tey valdu. Tjóðveldisveljarar fáa ikki tað tey valdu (70% vildu lækka blokkin), men teirra flokkur er í andstøðu. Triði hvør javnaðarveljari (33%) vildi hækka blokkin, eitt sindur fleiri (37%) vildu lata hann standa í stað, 10% vildu lækka blokkin. So javnaðarveljarar eru minni ónøgdir enn tjóðveldisveljarar tá tað kemur til blokktiðning.

torsdag den 10. november 2011

Flat-tax?

Also fyrst var tað flat-tax (sama prosent í skatti, óansæð inntøku)
Men so bleiv tað flat-tax við botnfrádrátti (t.e. ein skattastigi við einum stigi)
Men so kom ein sosialisering (t.e. eitt stig aftrat fyri hægri inntøkur)
Og til síðst vildi Miðfl hava enn eitt eyka skattastig til háinntøkur

Vit fáa also ein skattastiga við trimum stigum (í dag eru fýra). Men um botnfrádr er ymiskur í lands- og kommunuskatti, so eru framvegis fýra skattastig.

"Flat-tax" hevur ongantíð verið annað enn bílig marknaðarføring av einum skattalætta til háinntøkur. Hvussu fanin ber tað til, at Kringvarpið framvegis tosar um flatskatt?

onsdag den 9. november 2011

Fjølmiðlar sova, A og B tøma landskassan

Eg eri generelt bekymraður um, at fjølmiðlarnir ikki hava gjøgnumskoðað økonomiska svindulnummarið hjá A, sum nú eisini B er hoppað uppá. Meðan fjølmiðlarnir sova, tøma A og B landskassan. Og um 20-30 ár verður herverk og harðskapur í gøtunum í Tórshavn, tí landið hevur ikki ráð til at rinda tær pensjónir, sum fólk hava fingið lovað. Vit síggja myndirnar í dag úr londum í Suðureuropa.

Árni Gregersen analyserar

Árni Gregersen analyserar í útvarpinum:
Tað má vera eitt krav, at stýrið sum kemur til, ger tað sum skal til fyri at minka strukturella hallið.

Man Árni vera greiður yvir, at skattauppskotið hjá Fólkafl økir strukturella hallið við 313 mió? (Ella 235, sum tey sjálvi siga.) Framskunding av pensjónsskatti økir strukturella hallið eitt sindur aftrat. Dimma hevur so einki skrivað um hetta enn!

mandag den 7. november 2011

Miðfl kapitulerar?

Vánaligt av Miðfl totalt at kapitulera. "Etisk mál" skulu opinbart ikki viðgerast komandi fýra árini. Eru tað ikki annars tað, Miðfl nevnir primer mál?

fredag den 4. november 2011

Skattalætta og hægri blokk

Skattalætta fyri 300 mió og til Danmarkar at biðja um 200 í hægri blokk. Eg segði hetta sum eina vittigheit áðrenn valgið, men virkeligheitin sær út til at innheinta skemtið. Spennandi hvat Helle fer at siga til at vaskikonan á Vesterbrúgv skal rinda fyri skattalættan til føroyskar háinntøkur.