Sider

mandag den 30. januar 2012

Uppbakningur til pedagogar í verkfalli

Kári á Rógvi á facebook:
Løgið kortini. Løgtingsfólk hava januar-februar, mai-ólavsøku, ólavsøku-fiskidagar, fiskidagar-oktober, mánadagar, fríggjadagar, umframt at tað leysa sum fyrireikingartíð (ca. 160 skemafríar dagar). Pedagogar hava 1 tíma um vikuna, svarandi til, at øll fyrireiking hjá einum námsfrøðingi - alt árið - er áleið tíðin ið tingmenn hava at lesa uppá løgmansrøðuna - sum er nógv forútsigiligari (fyri ikki at siga naivari) enn menningin hjá børnum okkara.

Bjørt Samuelsen á facebook:
Mest til tey, sum hava mest. Minst til tey, sum tørva mest. Hetta er vørumerkið hjá sitandi samgongu. Tí stuðli eg verkfallinum hjá pedagogunum, hóast tað kemur stak illa við hjá mongum foreldrum.

Sjúrður Skaale á facebook:
Sera óheppið at eitt verkfall kemur nú. Men skilji tey so sera, sera væl. At bjóða pedagogunum minni enn prístalið, samstundis sum tey á "ovastu rók" fáa tann fyrsta lønarkekkin við 4-5000 kr í skattalætta, er óforskammað frekt og arrogant. Pedagogarnir stríðast ikki bara fyri sær sjálvum, men eisini ímóti tí asosiala stættarsamfelag, sum samgongan umskapar Føroyar til. Í fyrstu atløgu eru tey lágløntu ofrini - í men í longdini tapa vit øll

Nordisk Forum For Socialpædagoger í almennari fráboðan:
Nordisk Forum For Socialpædagoger - NFFS - har fulgt udviklingen og situationen i lønforhandlingerne for vores søsterorganisation Føroya Pædagogfelag. Vi er dybt bekymrede over den drejning, lønforhandlingerne har taget. NFFS, der består af de faglige organisationer for socialpædagoger i Norge, Sverige, Danmark, Island, Grønland og Færøerne, tager skarpt afstand fra, at man blander løn- og skattepolitik sammen. Det er upassende, at den færøske regering således blander sig i forhandlingerne mellem arbejdsmarkedets parter. Vi giver vores uforbeholdne støtte til Føroya Pedagogfelag i kampen for en rimelig løn til deres medlemmer, og for at bevare aftalemodellen.
Netop den kollektive aftalemodel, som vi bruger i Norden, er baseret på, at der er tale om anerkendte partnere, der forhandler på lige vilkår. Med den færøske regerings sammenblanding af løn- og skattepolitik og dermed indblanding i forhandlingerne, er aftalesystemet reelt sat ud af kraft. Dette er vi i NFFS stærkt oprørte over, da det kan have langsigtede og utilsigtede konsekvenser for arbejdstagerne og deres rettigheder – herunder retten til at forhandle løn med arbejdsgiver som lige og jævnbyrdige parter.
NFFS støtter fuldt og helt Føroya Pedagogfelag i denne konflikt og håber, at der snarligt må komme en løsning, der er i overensstemmelse med brugen af det nordiske kollektive aftalesystem.

Nordiska Lärarorganisationers Samråd í fráboðan:
NLS har idag fått information från våra systerorganisationer Føroya Pedagogfelag och Føroya Lærarafelag om den aktuella situationen i löneförhandlingarna för de offentliganställda på Färöarna.
Nordiska Lärarorganisationers Samråd NLS, som representerar 18 lärar- och förskolelärarorganisationer med över 600.000 medlemmar i Danmark, Finland, Island, Norge, Sverige, Grönland och Färöarna, vill med detta uttalande ge uttryck för vår oro inför den statliga inblandningen i förhandlingarna och vårt stöd till Føroya Pedagogfelag i deras rättmätiga kamp för rimliga löne- och anställningsvillkor och för den fria förhandlingsrätten.
Den nordiska kollektivavtalsmodellen förutsätter att arbetsmarknadsparterna utan inblandning förhandlar på jämbördiga villkor för att uppnå ett avtal som tillfredsställer alla parter. Arbetsmarknadens reglering genom kollektivavtal bidrar till fredliga lösningar och skapar öppenhet för gemensamma resultat också i svåra lägen. För oss är det stötande att i en avtalsrörelse blanda in skattepolitiken. Skattesänkningar, eller skattehöjningar, har ingenting med löneutrymmet att göra. Det vore att öppna för statlig lönepolitik. Ingen part har rätt till att påtvinga annan part lösning utan utgångspunkten skall vara äkta, förutsättningslösa förhandlingar på jämbördig bas.
- Vi hoppas och tror på att uppkomna problem gällande löneomgången på Färöarna kan lösas genom förhandlingar enligt nordisk, vedertagen kollektivavtalsmodell.

Búskaparráðið í 2004:
Uppskotið um skattalætta afturfyri lønarsteðg byggir á ta grundleggjandi misfatan, at til ber við einum sindri av hokus pokus at »arbeiða rundan um« marknaðarásetingina av prísinum á arbeiðsmegi.

Flóvin hevur eisini skrivað heila blogg-viðmerking um lønarsteðg og hallið á fíggjarlógini.

fredag den 27. januar 2012

Arbeiðsloysi aftur vaksandi

Upp ímóti 1800 fultíðararbeiðsleysum í desember, skrivar Hagstovan á heimasíðuni í gjár.

Arbeiðsloysið toppaði í mars. Í vár varð Fólkaflokkurin so nógv kroystur av hinum flokkunum í samráðingunum hjá ABC-samgonguni um fíggjarkarmar, at flokkurin valdi at stinga í sekkin. Og tað var gott. Síðani lækkaði arbeiðsloysið hvønn mánað, og lægsta arbeiðsloysi var í oktober, tá løgtingsvalið var. Harvið ikki sagt, at nakar samanhangur var millum, at Fólkafl ikki longur hevði ávirkan á politikkin og fallandi arbeiðsloysið.

Úrslitið av samgongusamráðingunum var, at Fólkafl aftur kom í samgongu, og arbeiðsloysi hevur verið vaksandi síðani valgið. Uttan heldur her at siga, at nakar samanhangur er millum at Fólkafl er í samgongu og vaksandi arbeiðsloysi. Hagstovan hevur hesa mynd av arbeiðsloysinum síðstu tvey árini á síni heimasíðu:

Kelda: Hagstova Føroya

Arbeiðsloysi er ein menniskjalig vanlukka, serliga tá tað gerst drúgt, og búskaparliga er tað eitt øgiligt oyðsl av menniskjaligum tilfeingi, ið ikki er við at framleiða so samfelagið kann blíva ríkari.

Tey sum halda seg hava sæð arbeiðsloysiskurvuna fyrr, hava kanska rætt. Sí hetta búmerki:

Kelda: Tannlæknamiðstøðin á facebook

Hans Pauli Strøm hevði lagt merki til henda líkleika og skrivar á facebook:
hey, fantastiskt, handan tannlæknakurvan minnir óluksáliga nóg um arbeiðsloysiskurvina frá des. 2009 til des. 2011, sum er at síggja www.hagstova.fo !

Andstøða og samgonga kappast í skuldarfelluhysterí

Skrivað á facebook: Hvat er hetta fyri fjas at tosa um hallið á fíggjarlógini sum størsti trupulleiki í Føroyum? Hetta er bluff. Hallið á fíggjarlógini er úrslit av búskaparstøðuni. So tosi um búskapin heldur enn hallið á fíggjarlógini.

Eyðun Jakobsen:
Skuldarfellan kemur

Flóvin:
tað er opinbart rokniarks-mafian sum enn stýrir fíggjarpolitikkinum í Føroyum

Mortan Hentze:
Segði Bárður ikki á sinni at fíggjarmál vóru = vanligt bókhald?

Flóvin:
Bárður hevur sagt so nógv.

Anna Johannesen:
deprimerandi bara at hoyra tos um at vit skulu spara og spara, hvat við at arbeiða okkum burtur úr kreppuni, tað gevur áræði til at bretta upp um armar at gera ein innsats

Flóvin:
Andsøgnin millum fíggjarpolitikkin (spara) og skattapolitikkin (lægri marginalskatt) vísir at tað ikki snýr seg um vøkstur, men um at avmontera vælferðarsamfelagið. Og um man knúsar fakfeløgini á vegnum, so vil man fegin taka tað við eisini.
Men forbannað spell at andstøðan eisini er blivin skuldarfelluhysterikarir.

Sonja J. Jógvansdóttir:
tey tosa um ekspansivar sparingar, sum tað stóra loysnunarorðið - huff puff suff
Ivist eisini í, um tað er skilt, at samfelagið ikki er ein fyritøka

Uni Jacobsen:
Orsakað Flóvin, men síðani nær er hallið á fíggjarlógini ikki nakar trupulleiki?

Kristin Vestergaard:
Uni, maka til nonsens skal mann leita longi eftir, tú fatar ikki sambandi vid politikkin, fólkini, íd liva í samfelagnum , tad er fólkid sum er essenurin í øllum, ikki hagtøl. Tad teir hav gjørt er neydtøka av øllum livandi her á landi, og skilur tú ikki tad so er nakad heilt gali, sjálvt eg vidurkenna tad..

Uni Jacobsen:
Haldi ikki, at tað er nakar trupulleiki at skylda til nakran, um ein veit hvussu trygt slepst burtur úr støðuni aftur. Tað er ikki ørvísið støða enn flestu av okkum eru í (húsalán, billán o.a.).

Bergur P Dam:
Ekspansivar sparingar - progressivur flatskattur. Flimmur, tá alt rapar rundan um teg. Minnir um "strategiskar afturtøkur". Tá veruleikin skal vendast á høvdi

Flóvin:
Hallið kann gerast eitt problem, men tað eru onnur ting sum eru problem. Tá tey eru loyst, so er yvirskot av sær sjálvum. Og tá fokus er á hallið sjálvt, so hevur avleiðingin higartil verið, at mátarnir at loysa tann trupulleikan hava verið skeivir, og partvís gjørt trupulleikan størri. Eg skal koma við eini útgreining seinni.
(Ískoyti 1. februar: Dømi um tað er nú komið her.)

Skilagóð orð frá Sakaris Zachariasen

Sakaris Zachariasen vísir á, at hetta er sæð fyrr. Hann mælir á facebook til ikki at endurtaka mistøkini:
Ja, mangt broytist á mansins ævi. Fyri bert 20-25 árum síðani, stóð landskassin víðopin fyri øllum hugsandi og óhugasnadi fintum, fyri at fáa eitt skip. Palliba og Marsannu veðhildu í milliardaklassanum fyri hesar brotsmenn. Ùrslitið, ið spurdis burtur úr ørskapinum, var ein risarokning, ið enn hongur sum ein tungur oki yvir okkum.
Teir – tí tað vóru bara menn – ið høvdu fríða atgongd niður í landskassan, runnu sum fanin var í hølinum undan rokningini, tá ið korthúsið rapaði, væl stuðlaðir av sakførarum, ið júst vóru slopnir av ákærubeinkinum, undan sínum egna fananskapið.
Nú í 2012, royna hesir somu garpar at stjala alt fiskiríkidømið frá teimum, ið betaltu gildi, fyri teirra egna narkokenda rotinskap. Tað hevði sømt seg betur fyri hesar ørvitisknokkar, at teir royndu at gjalda tað aftur, ið skattgjaldarin hevur goldið fyri teir. Tí eru míni ráð – koyr allan makrelin á uppusølu, fyri hægstbjóðandi. Havi ein góðan fríggjadag øll somul

torsdag den 26. januar 2012

Løgmaður fer at hugsa seg um

Í Degi og viku í kvøld segði løgmaður, at hann fer at hugsa seg væl um:


Tað fekk hesa viðmerking frá Hera Eysturlíð á facebook:

Mynd: Heri Eysturlíð á facebook

Tað er ræðuliga spennandi at fylgja við, tá løgmaður fortelur, hvat løgmaður ger.

tirsdag den 24. januar 2012

Lies, damned lies, and statistics

Hvør fann uppá tað er ivi um, men Mark Twain brúkti orðini:
There are three kind of lies: Lies, damned lies, and statistics.

Í gjár fór ein grafur runt á facebook við tølum um skuldina hjá amerikansku føderalu stjórnini. Grafurin er framleiddur á skrivstovuni hjá Nancy Pelosi, leiðari hjá demokratunum í umboðsmannatinginum í USA, og skuldi vísa, at meðan republikanskir forsetar hava sitið, er skuldin vaksin meira enn tá demokratiskir forsetar hava sitið. Grafurin sá soleiðis út:


Reyðir stabbar eru skuldarøking hjá republikanskum forsetum, bláir hjá demokratiskum forsetum.

mandag den 23. januar 2012

Kapitalisma skal ikki bara vera eitt slogan

Hvussu kann Fólkafl sleppa avstað við at tosa um byrðar á vinnuna, tá tað er Fólkafl sum vil leggja eykaskatt á vinnuna? Eykaskatturin er gott nokk ein undanførsla fyri at sleppa at forera fólksins ogn burtur? Tað einasta vinnan skal gera fyri at sleppa undan eykaskattinum hjá Fólkafl er at søpla virðini burtur í illa riknum fyritøkum. Eykaskatturin hjá Fólkafl alir taparar í vinnuni.

At forera fólksins ogn til útvald er skeivt. Hetta hevur einki við øvund at gera. Hetta snýr seg ikki ein gang um, at býta virðini javnari. Hetta snýr seg um, at skapa mest møguligt virði úr fólksins ogn. At forera fólksins ogn burtur er vánaligur búskaparpolitikkur.

Kapitalisman fungerar sum oftast. Men tá javnvágin millum virðisskapan og úrtøku fer av lagi, so gongur galið. Og tað er júst henda javnvág sum fer av lagi, tá stór virði verða forerd útvaldum. Vit kunnu tí vænta eina nýggja íløguboblu, um Fólkafl fær sín vilja.

Við Fólkafl fer kapitalisman ikki at fungera í Føroyum. Men Fólkafl hevur altíð vart sínar vinir ímóti kapping, so Fólkafl er helst einki serliga glaður fyri kapitalismu, tá tað kemur til stykkis. Fyri Fólkafl er kapitalisma bara eitt slogan.

Hermann Oskarsson hevur eitt frálíkt innlegg um hetta sama:
Evsta endamálið við øllum hesum hundakunstunum hjá Fólkaflokkinum og hansara halafylgi er at lata hesa ríku landsgávuna upp í hendurnar á einum fámannaliði av ríkmonnum.

søndag den 22. januar 2012

Føroyar á veg í feudaltíðina

Jóan Pauli Joensen á facebook:
Eru vit við at fara aftur til feudaltíðina við aðalsmonnum og harramonnum, sum valdaðu øllum og sum ikki guldu skatt ella annað. Teir høvdu sínar vasallar, sum svóru teimum trúnaðareið og undir teimum vóru so aftur aðrir, men niðast av øllum vóru bøndurnir ella teir sum dyrkaðu jørðina, tí bert teir fæstu áttu hana sjálvur og so vóru tað arbeiðskonur og bønarmenn. Tað vóru hesi sum framleiddu. So var tað borgarastættin, sum tjenti pening við handli og handverki. Eisini teir bóru samfelagnum uppi. Eftir at hava roynt einaveldið í fleiri londum, gjørdi fyrst og fremst borgarastættin – eitt nú í Fraklandi, í tóku rættindini frá aðalinum, sum nú eisini hevði til uppgávu at gera seg upp fyri einaveldiskonginum. Hesa søguna kenna vit. Nú tykist tað sum ætlanin er at menna eina nýggja aðalstætt, sum ikki byggir á jørðina á landi, men á havið, tí tað er har ríkidømi er. Einki er nýtt undir sólini verður sagt, og helst er tað rætt. Nógv at tí sum einaferð hevur verið, tykist at koma aftur í nýggjum líki. Nú er tað havið sum er lenið hjá tí nýggja aðalinum, sum er við at royna at fáa ræði á ogn Føroya fólks. Tað ræður um ikki at lata seg lumpa, so vit fáa eina nýggja feudalskipan sum ikki er tað sama sum ein sunn kapitalisma. Eisini her hevur løgmaður, sum hevur eina stóra ábyrgd, sum tann í skal hava eygu, oyru og hugsa um. hvat er best fyri alt fólkið í hesum landi og ikki bert fyri eina nýggja aðalstætt, Tað er skjótt at vælferðin hjá øllum kann koma at verða barbariserað, soleiðis var tað fyrr, og tað kann koma aftur í gráum kálvskinni, áðrenn vit vita av. Menniskja er ikki bara gott, tað er tí vit hava bæði Gud og Fanan ið draga ymiskar vegir. Eg hugsi er ikki um persónar, sum kunnu verða bæði góðir og ringir, uttan mun til teirra leiklut í samfelagnum, men um skipanir. Eg fari ikki eftir manninum, men eftir bóltinum.

Lesur man um fronsku kollveltingina, so er nógv frá tíðini undan Bastiljudegnum 1789, sum man kann kenna aftur frá dagsins Føroyum. Tað fari eg at venda aftur til.

fredag den 20. januar 2012

Áhugavert uppskot frá Róa Egholm um býtið av fólksins ogn

Rói Egholm hevur eitt áhugavert uppskot í sambandi við kjakið um hvussu fólksins ogn skal býtast. Hann mælir til fólkaatkvøðu um fólksins ogn (fiskatilfeingið) skal seljast og pengarnir býttir millum fólkið og landskassan, um allir pengarnir skulu fara í landskassan, ella um landsstýrismaðurin skal geva fólksins ogn burtur til útvald.

Mítt uppskot til, hvussu hetta kann fremjast í praksis er er hesin:
  • Hvør einstakur fær tilluta sín part av tilfeinginum, hetta kann skrivast sum eitt partabræv uppá ein 48 500-nda part av tilfeinginum.
  • Áðrenn fiskiárið byrjar, skal hvør einstakur boða Fiskimálaráðnum frá, um parturin hjá einum skal í puljuna sum verður seld á uppboði, ella í puljuna, sum landsstýrismaðurin deilir út ókeypis.

So kunnu tey sum ganga inn fyri verandi skipan fáa hana og tey sum vilja hava marknaðarbúskap fáa tað.

torsdag den 19. januar 2012

Korruptión, kapping, alment og privat

Eg skrivaði á facebook viðmerking til grein hjá Hermann Oskarsson: Hvussu virkar korrupsjónin?
Av onkrari orsøk uppføra flest allir politikarir í Føroyum seg sum, at tað er teirra uppgáva at umboða reiðarastættina í politisku skipanini... Nakrir halda í góðari trúgv, at tað gagnar Føroya fólki. Men heilt nógvir í óndari trúgv lata sum um tað gagnar Føroya fólki.
Men tað ger tað ikki. Føroya fólk hevur hinvegin brúk fyri eini politiskari skipan sum umboðar Føroya fólk ímóti kradding og sum tryggjar at Føroya fólk fær sín rætta ágóða av tí gagnnýtslu sum fer fram av fólksins ogn.

Tað kom langt kjak burturúr um alment og privat og kapping og útlicitering:

Sjúrður Ejdesgaard
og minnilutin av føroysku politikarunum (C) o.l halda, at tað er so super við einum stórum vælvaksnum yvirfeitum statsaparati har man proppar fólk inn at trekkja løn - búðskaparfrøðingar incl Flóvin Eidesgaard siga, at tað er vegurin fram - segði nakar kradd?

Flóvin Eidesgaard
Sjúrður, hatta havi eg ongantíð sagt ella skrivað, og hatta meini eg heldur ikki. Eg tími nokk so illani at svara tær, tá tú er so óseriøsur.

Ein ávaring til Kaj

Eg skrivaði fyri nakað síðani, at tey sum stýra landinum sleppa lættari frá vánaligari stýring enn tey sum stýra fyritøkum, men kanska er tað ein sannleiki við modifikatiónum. Ella kanska er tað ov optimistiskt at halda, at tað er í Føroyum.

Í Íslandi er rættaruppgerðin við politisku vanstýringina undan fíggjarkreppuni ávegis. Washington Post skrivar, at skuldsetingin ímóti fyrrverandi stjórnarleiðaranum er um:
serious malfeasance of his duties as prime minister in the face of major danger looming over Icelandic financial institutions and the state treasury, a danger that he knew of or should have known of.

Inkompetansa kann vera kriminel, og tað er ongin umbering, at man ikki veit betur.

mandag den 16. januar 2012

Ójavnt er býtt

Sama dag sum samgonguskjalið hjá ABDH varð undirskrivað, spurdi eg:
Tá danska stjórnin hevur sagt nei til at hækka blokkin, hvat ger Kaj Leo so? Skal hann so gjøgnumføra politikkin hjá Fólkafl og Miðfl, men ongan sambandspolitikk?

Hetta er so støðan nú:

Fólkaflokkurin hevur fingið:
  1. ófíggjaðan skattalætta til háinntøkur,
  2. tømt pensjónskassarnar, so ráð ikki verður til vælferðartænastur í framtíðini, og
  3. lov at sleppa at geva eini 6-10 miljardir til vinir og kenningar.

Sambandsflokkurin hevur fingið lov at senda út eitt tíðindaskriv:
“Forsætisráðharrin og eg eru samd um, at ríkisfelagsskapurin er til gagns fyri báðar partar, og vilja vit gera okkara fyri at styrkja felagsskapin frameftir” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Spennandi verður, hvussu leingi Sambandsflokkurin kann liva við at teirra partur í hesi samgonguni er at sleppa at gera yvirlýsingar.

Hurrá - ríkisveitingin hækkar

Í valstríðnum segði Sambandsflokkurin
At prístalsviðgera heildaveitingina úr Danmark skal verða við til at fáa hallið á fíggjarlógini burtur

Aftaná valgið segði sambandsløgmaður
Endamálið við dagføringini av ríkisveitingini er at tryggja vælferðartænastur í føroyska samfelagnum

Eg veit ikki, um hetta skuldi skiljast soleiðis, at báðir trupulleikar skuldu loysast fyri hækkingina av blokkinum, men neyvan, tí Sambandsflokkurin segði, at tiðningin av blokkinum gav 130-200 mió kr. Eg spurdi løgmann um hetta á portalinum og vágaportalinum (kann eisini lesast her), men fekk -- sjálvsagt -- einki svar.

Men nú er so komið fram, at ríkisveitingin hækkar einans 9 mió kr sum Kringvarpið sigur vísandi til løgmansskrivstovuna, ella slakar 9 mió kr sum løgmansskrivstovan sjálv sigur á síni heimasíðu. Portalurin hevur roknað seg fram til 8.4 mió kr og staðfestir, at løgmaður fekk krakk.

Tann brennandi spurningurin er nú, hvat pengarnir skulu brúkast til. Til at minka hallið á fíggjarlógini, sum Sambandsflokkurin segði áðrenn valgið, ella at økja útreiðslurnar til vælferðartænastur, sum sambandsløgmaður segði aftaná valgið.

Ella til okkurt heilt triðja.

torsdag den 12. januar 2012

Marknaðarloysn uppá spurningin um hvalafriðing?

A Market Proposal for Saving Whales -- er yvirskriftin á grein í wired.com. Greinin staðfestir, at hóast nógv átøk at verja hval, verða fleiri hvalir dripnir í dag enn fyri 20 árum síðani. Greinin viðger tí eitt kontroversielt uppskot frá Christopher Costello frá University of California í Santa Barbara. (Eg vitjaði býin í september 2009, ein vakur býur við deiligari strond.) Uppskotið gongur stutt og greitt út uppá, at:
Hunters could buy the right to kill whales. Conservationists could pay to save them.

(Ískoyti: Hetta uppskot verður nú eisini umrøtt á forskning.no.)

Neyvan verður hetta uppskot framt, men tað skal hava nakrar viðmerkingar á vegnum.

tirsdag den 10. januar 2012

So much for landsfaðir

Sum áður skrivað, er samgongan øgiliga erkvisin um atfinningar, og samstundis sera kritisk um allar aðrar meiningar enn teirra egnu og skjýtir í allar ættir, sum gevur ábendingar um egna avmakt.

Og so er løgmaður so sera klossutur aftrat, og kemur at fornerma tey hann umtalar. Tað er serliga óheppið fyri ein politikara, um talan er um helvtina av fólkinum, so hann má biðja um umbering her og der.

Men hann hevur gjørt tað enn einaferð. Í nýggjársheilsan niðurger løgmaður nú eisini býráðið í Havn og teirra stýring av kommununi, men óbeinleiðis flestu havnafólk, sum hava rindað rokningarnar. Serliga samanborið við vánaligu stýringina sum landsstýrini hava staðið fyri eru ákærur løgmans veruliga malplaceraðar.

søndag den 8. januar 2012

Løgmaður í toppformi

TV2 spyr løgmann, hvussu stóran týdning tað hevur fyri hann og føroyingar, at Dronning Margretha nevnir Føroyar og føroyingar í síni nýggjársrøðu.

Løgmaður í samrøðu við TV2 nýggjársaftan 2011.

Tað kemur ymiskt áhugavert burturúr.

lørdag den 7. januar 2012

Løgmaður slettar vinir á facebook

Løgmaður er farin at sletta sínar vinir á facebook. Heri Eysturlíð hevur hesa viðmerking:

Mynd: Heri Eysturlíð (facebook)

Eg varnaðist tað ikki, fyrr enn eg sjálvur varð strikaður, so eg veit ikki, um eg var tann fyrsti. Men eg eri so ikki tann einasti, og Sosialurin hevur nú eisini umrøtt tað.

Eg eri ikki samdur í teirra lýsing av mær sum íðin partískur, men lat tað liggja á hesum sinni. Greinin í Sosialinum fríggjadagin skrivar, at Kaj Leo er farin at sletta sínar vinir (krevur kotu) á facebook.

Sosialurin 6. januar 2012

Heini Festirstein, sum løgmaður eisini hevur strikað, hevur gjørt hasa eftirlíknaðu forsíðuna til Se og Hør. Løgmaður hevur opinlýsan mangul uppá sjálvironi, og fyri ein so komiskan persón sum hann er tað stórt spell, tí hann gongur harvið glipp av nógvum góðum skemti.

fredag den 6. januar 2012

Dimma legðist ikki á boðini

Dimma fekk mítt blogg-innlegg frá týskvøldinum sum lesarabræv (krevur kotu), og var tað í blaðnum í gjár:

Dimmalætting 5. januar 2012, s. 10

Longu dagin eftir, ger Dimma bart. Í kvøld rópar blaðstjórin VARSKÓ! á sjálvari forsíðuni.

Dimmalætting 6. januar 2012

Teksturin við hvítum á forsíðuni er yvirskriftin á oddagreinini. Niðurstøðan hjá blaðstjóranum er:
Tað óhugnaliga hjá okkum er nú, at korruptiónin ikki verður krógvað. Hon er heilt opinlýs. Tað er eitt sjúkdómstekin, sum vit mugu fáa burt ur umgangandi.
Vit eru á álvarsligari vandakós.

Tað er tó ikki mítt lesarabræv í blaðnum dagin fyri sum hevur fingið blaðstjóran í taka so stór orð í munn, men ein onnur grein í blaðnum í kvøld, har tey endurgeva samrøðu løgmaður hevði við sjónvarpið tórskvøldið:
- Hvør er í familju við hvønn á hvørjum virki, tað kann eg ikki sum løgmaður hava eina meining um yvirhøvur.
Soleiðis fullu orðini hjá Kaj Leo Johannesen, løg­manni, tá sjónvarpið hjá Kring­varpi Føroya í Degi og Viku í gjárkvøldið royndi at fáa løgmann at fyri­halda seg til, um lands­stýrismaðurin við fiski­vinnumálum hevur ein gegnis­trupulleika ella ikki.

Lønarsteðgur er fupp

Áðrenn lønarsamráðingarnar koyra heilt fastar, burdi onkur víst fíggjarmálaráðharranum á hesa grein frá búskaparráðnum í 2004: Lønarsteðgur er fupp.

Greinin stóð í Dimmalætting tann 18. januar 2004, búskaparráðið skrivar:
Uppskotið um skattalætta afturfyri lønarsteðg byggir á ta grundleggjandi misfatan, at til ber við einum sindri av hokus pokus at »arbeiða rundan um« marknaðarásetingina av prísinum á arbeiðsmegi.

Hvussu ber tað forrestin til, at tað altíð er okkurt hokus pokus við Jørgen?

Her hevur búskaparráðið eitt yvirlit yvir reinar og kronikkir sum limir í ráðnum hava skrivað.

torsdag den 5. januar 2012

Vátir arkitektadreymar og Skúladepilin í Marknagili

Viðmerking til grein hjá Hergeir Staksberg um Skúladepilin í Marknagili:
Tað sum eg kenni til arkitektar, so er absolut partur av teirra "váta arkitektadreymi" innanfyri skúlabygging, at skúlin kemur at skapa "trivnað og góðar arbeiðsumstøður" sum stimbra undir "innlæring". Um tað eydnast, so er tað í hesum, "prestisjan" liggur. (Fyri at royna at brúka orð hjá Hergeiri.)

Av onkrari orsøk heldur Hergeir at:
Arkitekturur og funktionalitetur hanga ikki saman. Arkitekturur er estetisk virði, sum mann eisini verður noyddur at gjalda nógv fyri. Ein arkitektur skal ikki hugsa um praktisk viðurskifti, funktionalitet og prís, men um útsjónd.
(Endurgivið frá kjaki á kjak.org í 2010.)

Henda útsøgn er heilt absurd. Og her í greinini setir Hergeir eisini "design og óneyðugt luksus" saman og vísir harvið, at nógv í hansara skriving er grundað á misskiljingar av einum faki, sum hann nokk bara veit ov lítið um.

onsdag den 4. januar 2012

Sjey vikur við ABDH: Makt elvir til avmakt

Eg skrivaði her um ein post hjá Súsannu Mortensen 14. nov. 2011 á facebook:
Tað er ræðandi at hoyra avmaktina úr Tinganesi. Samgonganskjalið lovar meira enn tað klárar at halda og gjøgnumføra. Nú hava Jørgen Niclassen og Kaj Leo Johannesen fingið maktina. Tað vandamikla er, tá ið teir ikka makta uppgávuna og maktin blívur til avmakt. Og avmaktin hoyrdist úr Tinganesi í dag. Jørgen Niclassen biður fólk arbeiða yvir, har onki arbeiði er og Kaj Leo Johannesen biður fakfeløgini tiga. Hetta er dagur 1.

Súsanna skrivar eisini 26. nov:
Nú byrjar avmaktin so smátt at vísa sítt grima andlit. Hetta er dagur 13: Fólkaflokkurin koyrir fjølmiðlarnar á dyr

Fortreytir í roknidømum frá landsstýrinum variera eftir tørvi

Viðmerking til greinina Pensionistar fáa hægri útgjald. á vágaportal:
Áhugavert, at landsstýrið nú brúkar miðal kommunuskattaprocent í sínum dømum. Tá dømi vóru viðløgd uppskotið um skattalætta til háinntøkur, vóru tey roknað við hægsta kommunuskattaprocenti. Hvussu ber tað til, at eitt landsstýrið sleppur avstað við slíkum manipulatiónum? Tað er ein forbannað skandala, at man ikki longur kann hava álit á tilfari frá miðfyrisitingini, bara tí Jørgen Niclasen hevur fíggjarmál.

Elian Á Ørg dugir ikki at lesa ... :
Eitt er at tú er socialist, men at tú ikki kennir muna Almannaráðinun og Fíggjámálaráði, og enn minni mun á Anniku og Jørgen. Ver tú heldur glaður fyri at pensionistanir fáa naka eyka

... so eg fái høvi at preciserað og leggja aftrat:
Og eitt triðja er, at tú ikki lesir ordiligt: Eg skrivi ávíkavist landsstýrið og fíggjarmálaráðið. Og tað er mítt poeng: tølini frá FMR eru manipulerað. Eg skal annars upplýsa, at eg eri væl greiður yvir, at Annika meinar tað væl, og at Jørgen ikki ger, men at tú minnir á tað er fínt.
Hetta skal ikki bagatelliserast! Langtíðar kostnaðurin av, at fólkið ikki longur kann hava álit á upplýsingum frá fyrisitingini, tí hon er blivin ov politiserað, kann ikki yvirvurderast. Tað kemur av álvara inflatión í korruptiónina í samfelagnum, tá almennir myndugleikar eisini blíva partískir. (Næsta liðið er óhefta granskingin, og tá er fallið totalt.) Filmurin Inside Job á DR2 í gjárkvøldið um fíggjarkreppuna vísti tað so sera væl.

tirsdag den 3. januar 2012

Tá eingin rópar varskó

Filmurin Inside Job á DR2 (trailari fyri filmin og brot úr filminum) í kvøld um fíggjarkollapsið og tíðina áðrenn, meðan og aftaná vísti, at tá pengarnir eru nóg stórir, so kunnu so gott sum øll fara at spæla við. Sjálvt universitetsprofessarar vildu hava sín part av køkuni, tá boblu-búskapurin var uppá tað ringasta, og teirra ráðgeving um búskaparpolitikk var eisini til fals.

Føroyar hava eisini verið við í hesum dansinum, og tað er avmarkað, hvussu nógv varð rópað varskó her eisini. Dimmalætting hevur í seinastuni skrivað um tað sum nøkur søgdu vóru trygg partabrøv, sum føroyingar hava mist pengar uppá, onkur heilt nógv. Dagur og vika gjørdi eitt innslag um hetta virðisbræv, eftir tíðindafundin, har Kaupthing boðaði frá nýggja íløgumøguleikanum:


Dagur og vika fíggjakvøld 5. mai 2006.

Hví spurdi journalisturin ikki, hvar váðin bleiv av, tá partabrøvini (sum í uppruna eru ótrygg) kundu seljast sum trygg partabrøv? So hevði hann í minsta lagi komið á sporið av, hvar veika punktið í hesum virðisbrævi var.

Jóan Pauli um Kaj Leo á TV2

Jóan Pauli Joensen á facebook um enn ein minni hepnan leiklut hjá Kaj Leo:
Dugi ikki at síggja at tað er nakað skeivt í at lesa “Ugerevuen, Familje Journalen, Tempo og Skipper Skræk” ella dagsins donsku bløð av sama slag. Helst er hatta gloppið Løgmanni av munni – af hjertets overflod taler munden – uttan at hann hevur hugsað um tað. Hatta skal Løgmaður ikki taka so tungt, tað tyktist Tina heldur ikki at gera., men sjálvandi kundi Løgmaður nýtt høvið til at sagt okkurt meira sofistikerað um kongshúsið, men vit hoyra nú einaferð til tað segment, sum vit hoyra til..

søndag den 1. januar 2012

Leivur viðmerkir talifrælsi hjá løgmanni

Leivur Nygaard viðmerkir á sín egna hátt, at løgmaður hevur strikað meg sum vin á facebook:
"Tað er ikki heilt vandaleyst at strika vinir sínar"

Mynd: Leivur Nygaard (facebook)


Katrin Holm
‎...ja, ein skal ansa sær við at seta spurningar NÚ À DØGUM ;/

Elken Holm
Handan var heilt forb.... góð :))
"Rigtige venner, kan ej købes for penge...."

Mariane Haraldsen
ha ha ha ..

Asbjørn Johansen
Teir spæra flogbilettir

N-Jon Ellendersen
Hatta verður ein ordans "Jóna" - góða ferð. And stay there!

Annars kann upplýsast, at Kaj Leo strikaði frámerkið aftur, so myndin ikki var á hansara veggi á facebook. Um tað passaði við timingina, kundi man hildið tað var Leivur, løgmaður meinti við, tá hann í løgmansrøðuni nýggjársaftan tosaði um talifrælsi undir ábyrgd.