At prístalsviðgera heildaveitingina úr Danmark skal verða við til at fáa hallið á fíggjarlógini burtur
Aftaná valgið segði sambandsløgmaður
Endamálið við dagføringini av ríkisveitingini er at tryggja vælferðartænastur í føroyska samfelagnum
Eg veit ikki, um hetta skuldi skiljast soleiðis, at báðir trupulleikar skuldu loysast fyri hækkingina av blokkinum, men neyvan, tí Sambandsflokkurin segði, at tiðningin av blokkinum gav 130-200 mió kr. Eg spurdi løgmann um hetta á portalinum og vágaportalinum (kann eisini lesast her), men fekk -- sjálvsagt -- einki svar.
Men nú er so komið fram, at ríkisveitingin hækkar einans 9 mió kr sum Kringvarpið sigur vísandi til løgmansskrivstovuna, ella slakar 9 mió kr sum løgmansskrivstovan sjálv sigur á síni heimasíðu. Portalurin hevur roknað seg fram til 8.4 mió kr og staðfestir, at løgmaður fekk krakk.
Tann brennandi spurningurin er nú, hvat pengarnir skulu brúkast til. Til at minka hallið á fíggjarlógini, sum Sambandsflokkurin segði áðrenn valgið, ella at økja útreiðslurnar til vælferðartænastur, sum sambandsløgmaður segði aftaná valgið.
Ella til okkurt heilt triðja.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar