Sider

fredag den 6. januar 2012

Dimma legðist ikki á boðini

Dimma fekk mítt blogg-innlegg frá týskvøldinum sum lesarabræv (krevur kotu), og var tað í blaðnum í gjár:

Dimmalætting 5. januar 2012, s. 10

Longu dagin eftir, ger Dimma bart. Í kvøld rópar blaðstjórin VARSKÓ! á sjálvari forsíðuni.

Dimmalætting 6. januar 2012

Teksturin við hvítum á forsíðuni er yvirskriftin á oddagreinini. Niðurstøðan hjá blaðstjóranum er:
Tað óhugnaliga hjá okkum er nú, at korruptiónin ikki verður krógvað. Hon er heilt opinlýs. Tað er eitt sjúkdómstekin, sum vit mugu fáa burt ur umgangandi.
Vit eru á álvarsligari vandakós.

Tað er tó ikki mítt lesarabræv í blaðnum dagin fyri sum hevur fingið blaðstjóran í taka so stór orð í munn, men ein onnur grein í blaðnum í kvøld, har tey endurgeva samrøðu løgmaður hevði við sjónvarpið tórskvøldið:
- Hvør er í familju við hvønn á hvørjum virki, tað kann eg ikki sum løgmaður hava eina meining um yvirhøvur.
Soleiðis fullu orðini hjá Kaj Leo Johannesen, løg­manni, tá sjónvarpið hjá Kring­varpi Føroya í Degi og Viku í gjárkvøldið royndi at fáa løgmann at fyri­halda seg til, um lands­stýrismaðurin við fiski­vinnumálum hevur ein gegnis­trupulleika ella ikki.

Ingen kommentarer: