Sider

lørdag den 20. juli 2013

Viðhvørt er dýrt at sleppa undan váða

Tey sum argumentera fyri at gera avtalu við eitt privat felag um Skálafjarðartunnilin, við at vísa á at váði er við verkætlanini, burdu brúkt eitt sindur av simplari høvuðrokning.

Tunnilin er mettur at kosta umleið 1.1 mia kr. Men púra rætt, ein ávísur váði er, og um illa vil til kemur tunnilin kanska at kosta 1.5 mia kr.

Landsstýrið ætlar at sleppa undan hesum váða, og vil tí heldur rinda góðar 3 mia kr fyri tunnilin.

Hetta gevur ikki meining nakrastaðni í verðini -- uttan í føroysku politisku skipanini.

fredag den 12. juli 2013

Kári P Højgaard fer at privatisera Føroya Tele

Ímyndið tykkum, at landið privatiserar Føroya Tele. Víst verður á, at Vodafone tryggjar, at kapping er, so talan verður ikki um eitt nýtt privat monopol.

Í sambandi við privatiseringina lovar landsstýrið so teimum, sum keypa fyritøkuna, at landið skal veita teimum endurgjald, um tað koma nýggjar telefyritøkur aftrat í Føroyum næstu 50 árini ið koma at kappast við Føroya Tele.

Heldur tú hetta ljóðar ørt, so er tað ikki tær, nakað er galið við. Tí tað er ørt! Men tað kundi hent, um Innlendismálaráðið hevði ábyrgdina av tele-økinum.

onsdag den 10. juli 2013

Skálafjarðartunnilin - ikki ein simpul privatisering

Er eingin anstendigheit í Kára P Højgaard?

Kann Løgtingið - sum Kári P Højgaard ætlar - binda komandi løgting soleiðis, at skattir og avgjøld ikki kunnu broytast? Um Løgtingið kann áseta, at eitt ávíst privat felag skal hava endurgjald fyri avgjaldsbroytingar, so kann Løgtingið eisini áseta, at øll feløg og allir einstaklingar skulu hava endurgjald - tvs. at skattir og avgjøld aldrin kunnu broytast.

Slíkar avmarkingar kunnu kanska ljóða sum søtur musikkur fyri skattgjaldarar, men konsekvensirnir av slíkum bindingum eru, at landið ikki kann stýrast í framtíðini.

Verður hetta samtykt er at vóna, at tey sum atkvøða ímóti gera greitt, at tey ikki kenna seg bundin av slíkum bindingum. So kann man kanska vóna, at privata felagið fær kaldar føtur. Politiski meirilutin kennir sær ongantíð hógv. Tað manglar simpulthen demokratiskt uppdragilsi í skipanini.