Sider

onsdag den 24. oktober 2012

Hyklaríið í fiskivinnupolitikkinum kennir eingi mørk

Á facebook skrivar ein línubátaeigari:
Eg tók ómetaliga synd í Høgna Mohr og soni hansara, hugsa tær til hvat teir ikki høvdu kunna ríka tað føroyska samfelagið um teir fingu part av makrelinum.

Tað er í hesum sambandi áhugavert, at hesin sami reiðari hevur sjálvur fingið ókeypis makrelkvotu, sum hann -- uttan at skapa tað allar minsta fyri føroyska samfelagið -- hevur selt víðari til stórreiðararnar Hanus og Annfinn fyri 400 000 kr.

Hyklaríið í fiskivinnupolitikkinum kennir eingi mørk. Frekleikin opinbart heldur ikki.

Síðsta 1. mai talan hjá Svend Auken

Í filminum Svend, har Anne Wivel fylgir manninum hjá sær síðstu tvey árini av lívi hansara, er ein scena frá 1. mai haldi sum Svend Auken er til (eg haldi tað var onkunstaðni á Vestursjællandi) og heldur røðu, har hann sera væl setir upp, hvussu tápulig argumentatiónin hjá høgravonginum ofta er:
Jeg var i sidste uge i Washington. Deres problemer er lige så store som vores. Problemerne tårner sig op for dem. Grådighed. Afregulering. Blind tro på markedskræfterne. Troen på, at bare man gør de rige rigere, så vil der ligesom dryppe noget ned på de fattige. Det var den lidt ejendommelige filosofi, der gik ud på, at de stærke skulle hjælpe de fattige – det lyder godt jo nok. Men så er man nød til at styrke de stærke, så de blev stærke nok til at hjælpe de svage, og for at få råd til det, så er man nød til svække de svage, så der blev råd til styrke de stærke, så de blev stærke nok til at hjælpe de svage.
(Takk til Kára Holm Johannesen, ið hevur funnið citatið fram, og deilt tað á facebook. Eg havi leitað eftir tí síðani eg sá filmin. Ein trailari fyri filmin er her.)

tirsdag den 23. oktober 2012

So tætt er valgið í USA

Meðan vit bíða eftir síðstu hólmgonguni havi eg roynt at gera status í valstríðnum. Áðrenn triðju og síðstu hólmgonguna millum Obama og Romney, síggi eg støðuna í valstríðnum soleiðis, sum hetta kortið (trýst á myndina fyri at gera kortið størri) skal vísa:

Kort sett saman á 270towin.com.

Eg havi ikki bara hugt eftir, hvønn veg statirnir hella í løtuni, ella um annar er greiður favorittur, men eisini hugt eftir, um staturin er ein "must win". Í Virginia sum er reyður (t.e. til Romney) á myndini, er javnt í veljarakanningum í løtuni, men um Romney tapir í Virginia er so gott sum avgjørt, at hann tapir samanlagt. Ikki bara hyggi eg eftir matematiskum kombinatiónum at fáa meirilutan av valmonnum. Í Wisconsin t.d. er fyrimunurin hjá Obama rættiliga lítil (varaforsetavalevni hjá Romney, Paul Ryan, er frá Wisconsin), men um Obama tapir í Wisconsin, er sannlíkt at hann tapir valgið samanlagt, tí aðrir statir fara sama veg. (Eg sigi ikki -- tvær vikur áðrenn valgið -- at allir reyðu og bláu statirnir enda soleiðis sum eg havi markerað, men tað eg sigi er: Um Romney ikki vinnur allar teir reyðu statirnar eg havi merkt á kortinum, tapir hann samanlagt, og um Obama ikki vinnur allar teir bláu statirnar, tapir hann samanlagt.)

mandag den 15. oktober 2012

Óupplýsta fíggjarnevndin

Bill Justinussen, samgongulimur í fíggjarnevndini:
Javnvág á fíggjarlógini er eitt mál í sjálvum sær.
(fyrst endurgivið á facebook

So vita vit, at Bill hevur fullkomiliga misskilt uppgávuna. Er nakar í hasi fíggjarnevndini, sum hevur minni skil enn Bill?

Hvørjir karmar galda?

Útvarpið veit at siga, at andstøðan hevur kært Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, til landsstýrismálanevndina, tí uppskotið hjá honum til fíggjarlóg fyri 2013, ikki fylgir samtyktu karumunum frá í vár. Kæran snýr seg í fyrsta lagi um, at upphæddirnar í fíggjarlógaruppskotinum ikki samsvara við samtyktu karmarnar, og í øðrum lagi at framskrivingar av lønum og prísum ikki eru við, og harvið sæst ikki, hvussu stórar sparingarnar í veruleikanum eru.

Ein partur av tí fyrra kann forklárast við broyttum fortreytum. Tvs. um landsstýrismaðurin helt seg til samtyktu upphæddirnar í fíggjarkarmunum, mátti hann síggja burtur frá veruleikanum, tvs. leggja órealistiskt fíggjarlógaruppskot fram. Tað kann ikki vera meiningin (og er tað heldur ikki sambært játtanarskipani, tí hon sigur, at fíggjarlógaruppskot skulu vera realistisk). Ein annar partur av broytingunum er semja aftaná politiska telving í samgonguni. Hetta vísir, at mannagongdin við at samtykkja karmar um várið og at viðgera fíggjarlóg um heystið er at kalla meiningsleys. Her má nýggj mannagongd finnast, og kanska skulu bara fíggjarkarmarnir droppast, og Fíggjarmálaráðið hava samráðingar við samgongu og andstøðu í tilgongdini at fyrireika fíggjarlógaruppskot at leggja fyri Løgtingið.

Búskaparfrøðin um føroyska kreppupolitikkin

Tað er rætt, at búskaparfrøðingar hava ikki verið samdir um hvat rætti kreppupolitikkurin er.

Eg byrjaði fyri tíð síðani av og á at pástanda í búskaparkjaki, at alt fleiri búskaparfrøðingar fluttu seg rætta vegin, t.e. viðurkenna at sparipolitikkur er ikki rætta loysnin uppá hesa búskaparkreppuna heldur. Tað var kanska at spenna bogan í meira lagi at siga hetta var hent, men væntaði eg, at tað var bara spurningur um tíð. Og við seinastu frágreiðingini (World Economic Outlook) hjá IMF, sum eg umrøddi fríggjadagin, er hent eitt avgerandi brot við tann kreppupolitikk, sum hevur rátt síðani miðskeiðis í 2010, tá búskaparpolitikkurin í staðin fyri at bekymra seg um búskaparkreppuna fór at ræðast eina vaksandi skuld.

(Í Føroyum byrjaði man tó longu á vári 2009 at ræðast vaksandi skuld, áðrenn man stúrdi fyri búskapinum. Og í hvønn mun búskaparkreppan tí er sjálvskapt av einum óneyðugum skuldarfelluhysteríi er sanniliga vert eina nærri greining, serliga sæð í ljósinum av, at drúgvur lágkonjunkurur hevur verið, hóast tað gongur væl við útflutninginum.)

søndag den 14. oktober 2012

Trupulleikin hjá Obama

Ezra Klein rakar helst seymin á høvdið á sínum WonkBlog á heimasíðuni hjá Washington Post:
At this point, Romney and Obama are running almost perfectly opposite campaigns. Romney can tell you exactly what he wants to do, but barely a word about how he’ll do it. Obama can’t describe what he wants to achieve, but he can tell you everything about how he’ll get it done. It’s a campaign without real policies against a campaign lacking a clear vision.

Meira um skeiva finanspolitikkin

At IMF hevur ásannað at kontraktivur finanspolitikkur í djúpum lágkonjunkturi/kreppu hevur nógv størri skaðiliga ávirkan á búskapin enn tey hildu, hevur verið nógv viðgjørt á búskaparbloggunum hesa vikuna, og hvørjar avleiðingarnar eiga verða fyri finanspolitikkin. Jonathan Portes, sum eg endurgav fyrradagin, minnir á nakað hann skrivaði fyri hálvum ári síðani:
Clearly long-run solvency is also essential. But, in Spain and Italy, trying to hit arbitrary short-run deficit targets, as proposed by the European Commission, is likely if anything to be counterproductive to the objective of long-run sustainability.

fredag den 12. oktober 2012

Búskaparfrøðiligt skil er á veg fram

Sambært Financial Times á forsíðuni í gjár ávarar IMF ímóti tí skaða sum sparipolitikkurin hevur við sær í nógvum londum:
The IMF warned earlier this week that governments around the world had systematically underestimated the damage done to growth by austerity.

Hetta kemur eftir nýggjasta frágreiðingin hjá IMF hevur staðfest, at kontraktivur finanspolitikkur hevur tálmað búskaparvøksturin væl meira enn væntað var:
Activity over the past few years has disappointed more in economies with more aggressive fiscal consolidation plans, suggesting that fiscal multipliers used in making growth forecasts have been systematically too low. This relationship holds for different components of GDP, the unemployment rate, and forecasts made by different institutions. (s. 43)

IMF hevur staðfest, at meira kontraktivan politikk lond hava ført, meira hevur búskapurin gingið verri enn framskrivingar væntaðu. Út frá hesum kemur IMF fram til, at:

torsdag den 11. oktober 2012

Veruleikin er subjektivur

Veruleikin hjá løgmanni:
Løgmaður sigur, at lønin hjá landsstýrisfólkum er lutfalsliga lág, samanborið við lønarlagið í samfelagnum. Hinvegin hava landsstýrisfólk góð pensjónsviðurskifti og skattafrí ískoyti til borðfæ. Harafturat kemur kostnaðarendurgjaldið til ferðing, sum er lutfalsliga høgt.
Kelda: Løgmansskrivstovan og Kringvarpið.

Veruleikin hjá fólkinum:
200 av barnafamiljunum, sum í fjør fingu jólahjálp frá "Í menniskjum góður tokki," høvdu 50 krónur ella minni at liva fyri um dagin. Tað hevur hjálparfelagsskapurin greinað seg fram til út frá umsóknunum, sum komu í fjør. Her eru nøkur dømi:
Mamma við 2 børnum:
Vit eta heitan mat max eina ferð um vikuna. Onkutíð kemur tað fyri at tað ganga 3 vikur ímillum.

Nýggja Hagstovu?

Jørgen Niclasen í sjónvarpskjaki 9. okt 2012:
Hagstovan er eisini óheft, hon plagar í hvussu er ikki at siga tað eg kundi hugsað mær.
(fyrst endurgivið á facebook)
Mær vitandi ger og kunngerð Hagstovan hagtøl, t.v.s. lýsir veruleikan. Hvat kundi Jørgen hugsað sær, Hagstovan ger í staðin?

torsdag den 4. oktober 2012

Hólmgongur ávirka sjáldan valúrslitið

... og tað skal Obama helst vera glaður fyri. Tí hann tapti rættiliga greitt fyrstu hólmgonguna ímóti Romney, sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið (í nátt okkara tíð). Talan var ikki um eitt knockout, men Romney var nógv greiðari í sínum svarum og virkaði betur upplagdur og klárur, meðan Obama virkaði sum hevði hann ikki hug at vera har. Kropsmálið, sum sjónvarpið avdúkar, var ikki til fyrimuns fyri Obama.

Men tað vanliga er faktisk, at avbjóðarin vinnur fyrstu hólmgonguna, og sitandi forseti (ella varaforseti sum bjóðar seg fram sum forsetavalevni) tapir. Her er ein listi við teimum hólmgongum sum hava verið sjónvarpaðar síðani ta fyrstu í 1960, har avbjóðarin hvørja ferð vann fyrsta umfar ímóti einum sitandi forseta/varaforseta. Eg havi roynt at finna okkurt brot við góðum dømum: