Sider

tirsdag den 22. oktober 2013

Ein frálík sending, sum ongum dámar

Hatta var ein fín sending í DR Horisont um kvinnuflýggjan úr Føroyum (link til sending). Tað eru tó ikki nógv onnur, sum halda tað sama, skilji eg á facebook. Bæði politikarar og prestar eru eitt sindur ónøgdir síggi eg. Bæði dømini eg vísi til eru menn, men eg dugi ikki at síggja, um fleiri menn ella kvinnur vísa sína ónøgd við sendingina.

Munurin millum centrum og útjaðara í Føroyum er ovurstórur. Helst er hann størri enn í Danmark. Journalisturin hevði eina søgu at siga um føroyskar kvinnur, sum flýggja, og um fremmandar, sum flyta til Føroya frá fjarskotnum londum. Hann skuldi ikki lýsa alt føroyska samfelagið. Tað er ein vanlig og sjálvsagt loyvd journalistisk prioritering, at sendingin bara vísti lívið í útjaðaranum.

Tað er í útjaðaranum, kvinnurnar mangla. Í Havn eru næstan líka nógvar kvinnur sum menn. Eg havi sett íbúgvatøl pr. 1. januar 2013 frá Hagstovuni upp í talvu, har síðsta kolonna ("Kvinnutrot") er talið av monnum, sum eru fleiri enn kvinnur.

Fólkatalsbýtið millum kynini í og uttanfyri Havnina. Kelda: Hagstovan
Í Tórshavnar kommunu búgva 41.1 pct av fólkinum, og har er næstan javnbýtt: 50.5 pct menn og 49.5 pct kvinnur. Men uttanfyri Tórshavnar kommunu, har 58.9 pct av fólkinum búgva er munurin nógv størri: 52.9 pct menn og 47.1 pct kvinnur.

Hóast næstan helvtin av fólkinum býr í Tórshavnar kommunu, er bara ein lítil partur (211) av samlaða kvinnutrotinum (1841) í Tórshavnar kommunu.

Sendingin lýsti tí helst væl, hví kvinnurnar rýma: Tær tíma ikki bygdalívið. Og so er ein partur av loysnini at minka kvinnutrotið helst: Føroyar skulu vera meira Tórshavn og minni útjaðari.

Tey flestu eru helst samd um hetta. Og kanska er tað tí, tey eru so ónøgd við sendingina. Ikki tí hon gevur eina skeiva mynd av Føroyum (tað ger hon), men tí tann myndin hon gevur av Føroyum er ikki tær Føroyar sum tey ynskja.

torsdag den 10. oktober 2013

Hallur av Rana áhugaverd tøl um føroyskan politikk

Hallur av Rana hevur viðgjørt føroysku politisku skipanina undir síni útbúgving, og setir málið um Skálafjarðartunnilin í størri samanhang -- við m.a. áhugaverdum hagtølum:
”Almenningurin hevur í júst hesum málinum fingið eina skakandi mynd av hvussu politikkur kann verða rikin handan afturlatnu dyrnar í Tinganesið.”
Hetta vóru ein av síðsti setningunum hjá journalistinum í sendingini : ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil.” Well, at avgerðirnar um stórpolitisk mál verða tiknar aftanfyri afturlatnu dyrnar í Tinganesið er einki nýtt. Tað er okkara politiska siðvenja. Í so máta er Skálafjarðatunnilin einki eindømi og hendan samgongan førir faktiskt bara víðari tí siðvenju, ið hevur eyðkent politisku skipanina síðani 1995. Í samband við mína bacheloruppgávu síðsta vár, fann eg framm til at 66% av øllum uppskotum, síðani nýggja stýrisskipanarlógin var sett í gildið, verða løgd framm av landsstýrinum. 52% av hesum uppskotum verða samtykt uttan at løgtingið ger nakað broyting yvirhøvur. 39% av teimum verða samtykt, við onkrari broyting. Tað vil siga, at 91% av uppskotunum frá landsstýrinum verða samtykt, harav flestu teirra, verða samtykt soleiðis sum sitandi landsstýrið ynskir at tey skulla vera. Bara 1,3% av uppskotunum frá landsstýrinum verða feld. Fyri at illustrera hetta síðsta hagtalið eitt sindur betri, so eru tað einans 12 uppskotum sett framm av landsstýrinum síðsti 17 tingseturnar, ið eru feld av løgtinginum. Tað er ræðandi lítið. Eyðsýnt er tí, at tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt uppskot frá landsstýrinum verður felt, óansæð hvat orðaskiftið í tinginum ella fjølmiðar, avdúka. Nevnast kann so eisini, at av feldum uppskotum eigur løgtingið 95,8%.
Legg til merkis viðvíkjandi hesum hagtølum, at tað er ikki samgongu, andstøða býtið, ið eg viðmerki, men valdsbýtið millum løgtingið, sum lóggevandi vald og landsstýrið, sum útinnandi vald. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, um eg sigi at løgtingið hevur í praksis frásagt sær tað lóggevandi valdið og givið tað til landsstýrið. Tað hevur so ført við sær, at landsstýrisfólk og løgmann ikki kenna sær hógv, men oftani føra seg framm, sum tey hava óavmarka vald. Hetta er ikki bara galdandi fyri hesa samgonguna, men Skálafjarðatunnilin er eftir mínum tykki eitt dømi um hetta. Løgtingið og tann viðgerð, ið fer framm har, verður sostatt ikki nógv meira enn ein sjónleikur fyri almenninginum. Uttan at fara inn í eina teoretiskan frágreiðing, so er trupuleikin, at stýrisskipanarlógin er ein mótsigandi lóg, ið bæði mælir til eitt tríbýtið av valdinum, men eisini, við at innføra parlamentarismu, eina samanrenning av valdinum. Við øðrum orðum, stýrisskipanarlógin er ein stór andsøgn.
Tað er eftir mínum tykkið størsti trupuleikin við føroyskum politikki í dag, men tíverri ein støða, ið flest allir flokkar, tykjast at stuðla.

tirsdag den 8. oktober 2013

Fordømi, segði løgfrøðingurin!

Torkil V. Rasmussen blandar seg í kjakið um notatið hjá Sjúrði Rasmussen við einum sera áhugaverdum fordømi:
Fyrrverandi Hægstarættardómari og professor dr.jur. á KU Henrik Zahle sáli skrivaði í síni viðurkendu lærubók "Regering, Forvaltning og Dom á síðu 199:
"En særlig pligt til tilsyn og kontrol med ministrene påhviler Statsministeren. Opstår mistanke om ulovlige forhold, må den pågældendes minister afkræves en forklaring, og en undersøgelse eventuelt iværksættes. Under rigsretssagen 1909-10 mod (S.Berg og) J.C. Christensen blev det udtalt, at J.C. Christensen ikke havde handlet forsvarligt som konseilspræsident (nu: statsminister) ved at have undladt at anstille nærmere undersøgelser i anledning af de mod Alberti fremsatte beskyldninger for misbrug og vilkårlighed i embedsførselsen."
Í Føroyum átti løgmaður sostatt fyri langari tíð síðani sett ein óheftan kanningarstjóra at kanna málið um Eysturoyartunnilin til botns. Tað er fullkomiliga láturligt, at eftirlitsskylda løgmans sambært stýrisskipanarlógini verður niðurgjørd til tað, sum Sjúrður Rasmussen í síni "eftirlitsfrágreiðing" kallar eina størri ella minni óvissa forsøgn um eitt hypotetiskt rættarmál.