Sider

torsdag den 5. april 2012

Hvør hevur lisið fíggjarlógina?

Á facebook skrivar Høgni Hoydal í sambandi við at Gjaldstovan hevur uppgjørt Landsroknskapin fyri 2011, at tað er m.a. úrslit av góða arbeiðinum hjá makrelsamgonguni, at botnlinjan í Landsroknskapinum er yvirraskandi góð, og hallið er minni enn helvtina av tí væntaða, tá fíggjarlógin varð gjørd.

Men her heldur Helgi Abrahamsen at Høgni reypar í meira lagi, og við passaligt av sarkasmu skrivar hann:
Sølan av Havsbrún, sigst vera ein av orsøkunum til góða úrslitið (hvat samband tað so hevur við, at Tjóðveldi stuðlaði minnilutasamgonguni o.s.fr.)

Nú má eg spyrja Helga, um hann ikki hevur lisið fíggjarlógina fyri 2012, sum hann sjálvur hevur samtykt og verið millum tey fremstu at verja, serliga mótvegis ivandi samgongulimum. Sølan av Havsbrún fór fram í 2011 og verður tí skattað í 2012. Hetta framgongur eisini av fíggjarlógini fyri 2012, har inntøkurnar av kapitalvinningsskatti økjast úr 103 milliónum krónum í 2011 upp í 255 milliónir krónur í 2012. Her er eitt klipp úr fíggjarlógini:

Klipt úr fíggjarlógini fyri 2012, síða 403.

Helgi er tó kanska umskiltur, tí hann er ikki fíggjarnevndarlimur, so at hann ikki hevur varnast eitt einstakt tal, er kanska einki at siga til, og tí kunnu 255 mió kr lættliga framvið. Tað er bara ein kvart miljard.

Tað sum er nógv verri er, at Bill Justinussen er fíggjarnevndarlimur. Og hann visti tað heldur ikki. Í kvøld skrivar hann á facebook, eisini í viðmerking til Høgna Hoydal:
Álvaratos Høgni, tú veitst betur.
(...)
At størsta einstaka sølan av eini fyritøku varð skattað í 2011 hevði somuleiðis óvanliga stórar kapitalvinningsinntøkur við sær.

Eg haldi næstan, at hetta skal avmyndast:

Bill hartar Høgna fyri ikki at hava stýr uppá tað kvartu miljardina.

Og disse regeres vi af. Tveir betrivitandi samgongutinglimir, sum tó báðir vísa seg at hava forroknað seg við eini kvartari miljard. (Tíbetur er tað tann sama kvarta miljardin, so tað ikki blívur ein hálv íalt.)

Fyri at geva eina fullfíggjaða mynd av skilinum av føroyskum politikarum skal eg tó siga, at alt er ikki svart, og allir politikarir sova ikki, heldur ikki í fíggjarnevndini. Á sama tráði hjá Høgna, sum Bill avdúkar, hvussu lítið hann fylgir við í fíggjarnevndini, ger Aksel Johannesen viðmerking og setir tingini uppá pláss:
Bill um tú meinar við Havsbrún, so varð hendan sølan ikki skatta í 2011. Hon verður skatta í 2012. Tað kanst tú m.a. lesa í fíggjarlógini fyri 2012, har inntøkurnar av kapitalvinningsskatti økjast úr 97 milliónum upp í 255 milliónir krónur.

Hetta er tó andstøðan, so føroyingar skulu ikki kenna seg alt ov tryggar.
Send en kommentar