Sider

onsdag den 4. april 2012

Um at brúka sunnan fornuft og leys fornemmilsi

Í búskaparkjaki rennur man seg ofta í pástandin, at búskaparfrøðilig ástøði (teori) og modellir kunnu ikki brúkast, ella eru óneyðug, tað snýr seg heldur um sunnan fornuft og enntá livserfaring. Bæði tvey eru góð at hava, men tað virkar eitt sindur arrogant at siga um eina útbúgving, sum er ásett at taka fimm ár á universiteti, og eitt fak sum ómetaliga nógv dugnalig fólk granska innanfyri, at tað ikki kann brúkast.

Sum búskaparfrøðingur kann man troysta seg við, at tað er ikki einans innanfyri okkara fak, at slíkar fyristillingar liva millum fólk. Eisini verkfrøðingar ella alisfrøðingar eru úti fyri hesum, í hvussu er innanfyri fakið mekanik, sum hetta brotið úr innganginum til mekanikk-bók vísir:
Mekanik er et vanskeligt fag. Ikke fordi teorien er specielt svær eller fordi matematikken er uoverskuelig, men fordi flere af de metoder der benyttes, kan synes naturstridige. Alle kender naturligvis Newtons anden lov, men mange foretrækker at bruge "sund fornuft" i stedet for at benytte denne lov. Det er et af denne bogs formål at søge at udrydde nogle af de intuitive opfattelser af mekaniske foreteelser og at skabe tillid til, at mekaniske problemer løses på basis af mekanikkens grundlæggende love og ikke ved anvendelse af løse fornemmelser.

Kelda: Bókin "Mekanik" eftir Gunnar Christiansen, Erik Both, Preben Østergaard Sørensen, Laboratoriet for Teknisk Fysik, DTU, 2. udgave 1990.

(Og so havi eg ikki sagt nakað um eksakt vísindi í hesum umfari.)

Ingen kommentarer: