Sider

søndag den 22. april 2012

Handa vikan í makreli v/ Jóannesi Jacobsen

Jóannes Jacobsen viðmerkir 13. apríl grein á portalinum, Semja um makrelin:
Stalinistiskur planbúskapur í verki: 'Vit [politikkararnir í samgonguni] eru samdir um, hvussu fiskaríið verður skipað, vit eru samdir um, hvat gjaldið fyri makrelin skal verða, vit eru samdir um, hvussu býtið verður skipað millum skipabólkarnar, og vit eru samdir um, hvussu landingarnar skulu fara fram', sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.
Eg spyrji eina ferð aftrat: Hvar eru tey í samgonguni, sum rópa seg liberal? Hava tey verið til avvenjingar í Norðurkorea, ella hava tey altíð verið stalinistar?
(...)
Og bureaukratiska skrúvan strammast enn meira: 'Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni og útlendskur ognarskapur í høvuðsvinnuni eigur at avmarkast', sigur løgmaður.
Hvar er liberala álitið á, at dugnalig føroysk vinnurekandi í eini fríari vinnu gjøgnum opna kapping sjálvi klára at finna út av, hvør skal hava hvussu nógv fiskirættindi til hvønn prís, hvar veiðin skal seljast, hvør fíggingin skal fáast til skipini osfr osfr? Tað finst so ikki í 'liberalu' flokkunum í samgonguni.

Heldur fram í sama spori á facebook 17. apríl:
Portalurin veit at siga, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað [tilfeingisgjaldið] er eitt ógvuliga sosialt átak.
Júst hetta er trupulleikin við politisku viðgerðini av føroyskari fiskivinnu. Fiskivinnan verður brúkt til at reka sosialpolitikk, útjaðarapolitikk, vina- og kenningapolitikk og so frameftir.
Veruligur vinnupolitikkur, ið tryggjar eina marknaðargrundaða vinnu, har tað er produktivitetur í fiskiskapi, sum ger av, hvørji vinnurekandi eru so kappingarfør, at tey klára at keypa arbeiðsmegi, fiskirættindi osfr í fríari og opnari kapping, er ongastaðni at hóma.
Úrslitið er ein gjøgnumbureaukratiserað og ineffektiv vinna, ið ikki gevur nær námind tað samfelagsbúskaparliga avkast, sum hon kundi gjørt, um hon varð kjølfest á marknaðarligum grundarlag.

Og aftur á facebook 18. apríl um útlendsk móttøkuskip í makrelsemjuni:
Samgongan hevur avgjørt, at útlendsk móttøkuskip sleppa at taka ímóti makreli, rinda tey tvær krónur í avreiðingargjaldi fyri kilo. Men sambært Kringvarpinum skrivar Fiskimálaráðið, at ‘avreiðingargjald kann tó ikki leggjast á avreiðingar til skip úr londum, sum Føroyar hava handilssáttmála við og hava bundið seg til ikki at seta í verk tiltøk, sum kunnu forða handli partanna millum ella eru kappingaravlagandi.'
Tað vil siga, at samgongan sjálv staðfestir, at avreiðingargjaldið á útlendsk móðurskip einki hevur við gjald fyri fiskin í sjónum at gera, men bara er ein kappingaravlagandi handilsforðing. Og so rópa tey seg 'liberal'. Politikkararnir í hasi samgonguni hava ikki hóming av, hvat liberalisma er fyri eitt hugtak.

Sjúrður Guðjónsson leggur aftrat:
....tann reina betongkommunisma! Hetta hevði frøtt Honecker, sála. Hann hevði neyvan kunna gjørt tað betur.

Jóannes Jacobsen á facebook seinni sama dag, 18. apríl:
Løgmaður sigur, at 'Tá ið gjald verður ásett á tilfeingi, er tað sera týdningarmikið, at gjaldið er rímiligt í stødd og samstundis ikki ov stórt, so tað ikki virkar darvandi hjá vinnuni.' Hetta er skeivt. Politisk áseting av gjaldi, sum er 'rímuligt í stødd', er bureaukratiskt miskmask, ið ikki eggjar til nýhugsan og produktivitetsvøkstur.
Tað er hinvegin sera týdningarmikið, at gjaldið er júst so stórt, at javnvág er millum útboð og eftirspurning eftir tilfeingi. Poengið við fríari og opnari kapping um tilfeingið á eini uppboðssølu er júst, at ein slík - gjøgnum kappbjóðingina - finnur henda marknaðarprísin, ið skapar javnvág millum útboð og eftirspurning, har tey produktivu vinnurekandi kunnu bjóða hægri prís fyri tilfeingið enn tey minni produktivu.
Men tíverri tykist eitt endamál um at hava eina produktiva fiskivinna ikki til at vera partur av føroyskum fiskivinnupolitikki.

Eg byrjaði sjálvur vikuna í makreli við hesi viðmerking á facebook 14. apríl, ið minni elagant sigur nakað tað sama:
Hava føroyskir politikarar onga sum helst fakliga ráðgeving um vinnupolitikk yvirhøvur? Hvussu kann nakar finna uppá slíkt, sum henda makrelsemja hjá samgonguni?
Og eitt er sjálvt innihaldið. Men argumentatiónin er so himmalrópandi langt úti, sum Jacob Vestergaard kemur við, og avdúkar hvussu vánaliga fyrisitingin í VMR og FISK er fyri fakliga.
Blind høna finnur eisini korn, men ein høvuðleys høna sum fiskimálaráðharri hevði verið eitt framstig.
Monty Python kunnu gott gevast.
(...)
Man hevur simpulthen megnað at plukka øll tey tingini sum hava skapt forðingar fyri menning av vinnuni og ført tað yvir í makrelsemjuna. Olympiskt fiskarí. Felagskvotu við lágum hámarkið, so so nógv skip sum gjørligt brúka orku og pengar uppá at leggja um. Eisini partar av flotanum sum ikki kunnu fiska makrel fáa kvotu. Og kvotur kunnu ikki handlast. Og sjálvt tilfeingisgjaldið er skrúvað saman á býttast møguliga hátt. Føroyar hava nú fingið flatan skatt á inntøku, tí tað skal loysa seg at arbeiða, og samgongan er í makrelbólkinum samd um, at tilfeingisgjaldið skal vera progressivt. Tað skal ikki loysa seg at fiska -- men veruliga orsøkin er, at samgongan hevur skrúvað eitt kompromis saman sum skal káva út yvir, at man hevur forert 600 mió í tilfeingisrentu vekk og vil fordeila tað so kristiliga. Hetta er vinnupolitikkur tá hann er allar allar ringast.

Ingen kommentarer: