Sider

onsdag den 11. april 2012

Kaj Leo og fiskivinnupolitikkurin

Á facebook greiðir Tórbjørn Jacobsen frá, hvat Kaj Leo, løgmaður, ætlar við fiskivinnupolitikkinum. Ella greiðir frá, er ikki rætt. Hann endurgevur tað sum vit hoyrdu Kaj Leo siga í útvarpinum:
1. januar verður tað tilfeingisgjald á alt okkara ríkidømi á nær- og fjarleiðum........nei, tað verður einki í framtíðar føroyskari fiskivinnu, sum kemur at eita rullandi fiskiloyvir, tað verður avtikið, tað er tað sum vit vilja broyta, hetta her við rullandi, tí tað verður sjálvandi av órøttum ella røttum fata, sum tað hevur nakað við ognarrættin at gera, men tað sum vit gera, men tað sum vit arbeiða við í veruleikanum, tað er, at tú kanst hava ein brúksrætt ímóti einum tilfeingisgjaldi, t.d. hevur man nevnt skipanir, eitt nú niðri í Danmark, har hevur man ein brúksrætt upp á 8 ár, í øðrum londum hevur man so eitt størri áramál. Tað eru tey prinsippini, sum vit skulu fáa loyst, tað er so ein politisk semja, sum vit skulu fáa millum allar flokkar á tingi............tað er í hvussu er mítt størsta ynski og mín størsta vón, at allir flokkar kunnu vera við til, at vit kunnu seta ta skipanina í gongd frá 1. januar 2013........Ja, nú eru vit í hvussu er komin forbí tann prisippiella spurningin, sum vit hava arbeitt øgiliga hart við, og tað er viðvíkjandi tilfeingisgjaldinum. Tað er fyri so vítt komið uppá pláss........eg trúgvi, at vit kunnu finna útav hinum innanfyri eina rímiliga tíð uppá hetta her næsta hálva árið. Tað trúgvi eg.

Tórbjørn leggur aftrat:
Beinleiðis endurgivið úr samrøðu, Sigmar Bláberg hevði við løgmann Kaj Leo Holm Johannessen á miðdegi. Fegin hevði eg vilja, at onkur greinaði innihaldið í hesi útsøgnini fyri mær, tí eg skilji at kalla onki av tí, sum maðurin sigur. Fyri tað fyrsta ætlaði Sambandsflokkurin at seta eina æviga rulluskipan inn í lógina í 2007, æviga privata ognarrættin til almennu loyvini, hesum fingu vit steðga á málstrikuni ímillum aðru og triðju viðgerð í tinginum. Tí - og bara tí - ganga loyvini út 31. desember 2017. Rulluskipanin er avtikin, og nú í 2012 sigur løgmaður seg ætla at taka hana av - 5 ár seinri. Síðani tosar hann um ein brúksrætt frá 8 árum og uppeftir, hvør er tann prinsippielli munurin á hesum og rullandi loyvum? Samstundis sum prinsippini um tilfeingisgjald eru loyst av einum bólki, sum rópast "vit", tosar hann um, at allir flokkar skulu semjast um eitthvørt hesum viðvíkjandi, hvat vita t.d. andstøðuflokkarnir um hesi viðurskifti, hava teir verið við til at loyst nøkur prinsippmál í framtíðar fiskivinnupolitikki Føroya, soleiðis sum Kaj Leo rør frammundir? Og hvat sigur Fólkaflokkurin um tað, at málið um tilfeingisgjald er loyst endaliga, og hvat snýr tann semjan seg um?

Ingen kommentarer: