Sider

torsdag den 17. april 2014

Eingin vinstravongur eftir í øllum Europa

Búskaparfrøðingar og -bloggarar eftirlýsa vinstravongin í politiska búskaparkjakinum.

Kevin O’Rourke skrivar um at franski forsetin hevur slept vinstrapolitikkinum, sum hann annars svór til í valstríðnum:
what this tells us about the European left: to all intents and purposes, in many countries there is none.
Simon Wren-Lewis leggur aftrat:
With, that is, the possible recent exception of the Vatican!

Búskaparkreppan heldur fram og ójavnin økist. Og pávin tykist vera síðsta hop hjá teimum sum ynskja ein annan politikk.

Men høgravongurin skal ikki fegnast um, at vinstravongurin hevur kapitulerað. Tí tað er ekstrema høgra, sum lukrerar, og ikki moderata.

onsdag den 2. april 2014

Jóannes og Johnny - og Janus

Jóannes og Johnny, tveir av allarbestu økonomunum í Føroyum, funnu í Radaranum í Kringvarpinum ikki høvd ella hala á framløgdu fíggjarkørmunum hjá Jørgen.

So eg bleiv heilt stúrin.

Men nú bleiv eg róligur aftur eftir at eg koyrdi kjaksendingina hjá Óla B á Rás 2 frá. Har greiðir Janus Rein í Fólkaflokkinum frá, hvussu tað heila hongur saman.

tirsdag den 1. april 2014

Eg velji eisini Føroyar

Tað er ikki tí eg nakrantíð havi valt Føroyar frá. Rætta løtan hevur bara ongantíð verið at flyta til Føroya.

Men nú skal tað vera! Várið er komið til Føroya, og nú komi eg eisini.

Eg fekk herfyri eitt gott tilboð frá Føroya Reiðarafelag og Fólkaflokkinum, sum vilja skipa teirra samstarv betur og eisini víðka skipaða samstarvið til aðrar vinnugreinar. Tað verður mín uppgáva at finna nýggj felags projekt og nýggjar partar til samstarvið.

Fastir lesarar vita, at eg havi verið sera atfinningarsamur ímóti vinnupolitikkinum, og betri samskipan millum vinnu og politikk hevur altíð verið eitt av mínum hjartamálum, so hetta er næstan mítt loyniliga dreymajobb. Slíkur møguleiki kemur neyvan aftur næstu mongu árini. Eg síggi stórar møguleikar í slíkum samstarvi, tað verður synergi fyri allar pengarnar, til gagns fyri bæði reiðarar og Fólkaflokkin og onnur vinnulig seráhugamál, sum vilja kradda og skapa vøkstur.

Nýggja starvið gevur ikki pláss fyri at blogga í frítíðini, so hesin bloggur verður niðurlagdur. (Tað var eisini krav fyri at eg kundi fáa starvið.) Eg flúgvi heim í dag, 1. apríl, og hetta eru síðstu boð her á blogginum.

Vit síggjast har heima. Jubii!