Sider

onsdag den 7. august 2013

Ein dýrur tunnil

Góðu løgtingfólk,

Tak mær tað ikki illani upp, men trupulleikin við tykkum er ofta, at tit hugsa um landskassan, sum var talan um eina privata fyritøku. Tí var alt kjakið í Løgtinginum í gjár um spurningin, um verkætlanin Skálafjarðartunnil fer at loysa seg ella ei sum vinnulig íløga: Fer privata felagið at tjena pengar ella ei, og kann landskassin missa pengar ella ei.

Men tað almenna hevur ikki til uppgávu at tjena pengar, men at taka sær av uppgávum, sum tryggja teimum sum virka á marknaðinum fortreytir, so vit fáa ein sterkari búskap.

Samferðsla er ein vigtig uppgáva hjá tí almenna, tí úrtøkan av góðum samferðslumøguleikum er samanlagt nógv størri fyri samfelagið, enn tað sum kann vinnast á einum marknaði við at brúkarar rinda fyri nýtsluna.

So hvørt sum búskapurin veksur, veksur eisini tørvurin á samferðsluútbyggingum, tí úrtøkan av samferðsluútbyggingum hongur neyvt saman við, hvussu búskapurin veksur annars: Ein samferðsluútbygging, sum ikki loysir seg samfelagsbúskaparliga nú, vil gera tað um nøkur ár, tá búskapurin er vaksin meira, og tøknin er betri. Hetta er vitan heilt aftur frá tá modernaða búskaparfrøðin varð grundløgd.


Framtíðar búskaparvøkstur

Saman við produktivitetsvøkstri, sum fer at koma í eini liberaliseraðari fiskivinnu, kann væntast at ein víðkan og størri samansjóðing av miðstaðarøkinum (Suðurstreymur og Eysturoy) verður motorurin í føroyska búskaparvøkstrinum næstu áratíggjuni. Tí hevur tað stóran týdning at fáa framt nýggju farleiðina.

Men nú ætlað tit at privatisera Skálafjarðartunnilin, ið verður ein høvuðsfarleið mitt í tí øki, sum er motorurin í føroyska búskapinum. Sjálv samferðsluútbyggingin kann verða so týdningarmikil, at tað helst kann síggjast aftur í búskaparvøkstrinum framyvir. Men her halda tit -- av orsøkum eg ikki skilji -- at tað er snilt at seta ein profittmaksimerandi bumm upp, so gjaldið verður sett, ikki so lágt sum gjørligt, men so høgt sum til ber. Mitt í miðjuni á landinum. Tað verður ein pengaslanga úr føroyska búskapinum, sum ikki bara forvinnur støðugt meira, so hvørt búskapurin veksur, men sum eisini verður eitt haft um beinini á føroyska búskapinum, ja í upp til eina hálva øld, ætla tit.

Fleiri óttast váðan, sum er knýttur at íløgu og rakstri. Og tað er rætt, at óvissa altíð er við eini slíkari verkætlan. Men váðin er nógv minni, enn tit tykjast at halda. Tí sjálvt um tunnilin ikki ber seg, merkir tað ikki, at landið hongur uppá alla rokningina (t.d. 1.5 mia kr um hann eisini verður dýrari enn mett), men bara at alt kann ikki fíggjast við bummgjaldi. So sjálvt um landskassin skal rinda ein part av tunlinum, tí bummgjald ikki kann fíggja alt, so er tað framvegis samfelagsbúskaparliga ein skilagóð samferðsluútbygging, men sum eigur at verða framd alment fyri at tryggja, at prísásetingin verður til mest møguligt gagn fyri fólk og vinnu, og harvið verður við til at stimbra búskaparvøksturin næstu mongu árini, í staðin fyri at maksimera profittin hjá einum privatum felag.

Hví halda tit, at sjálvur Adam Smith, faðirin at búskaparligari liberalismu, ávaraði ímóti at privatisera vegirnar? Hann skrivaði í The Wealth of Nations (1776):
The tolls for the maintenance of a high road cannot with any safety be made the property of private persons. (Bók 5, Kap. 1)
Og hetta er galdandi enn. Sjálvt Fíggjarmálaráðið hevur fangað tað og vísur á, at:
avtalan minkar MUNANDI um roknaðu samfelagsnyttuna
(mín herðing).
Privata felagið fær 4 milliardir fyri ómakin, men føroyska samfelagið missir fleirfalt tað í mistum búskaparvøkstri í hesa longu framtíð. Hetta er ein dáragerð, tit eru við at fremja.

Ingen kommentarer: