Sider

torsdag den 8. august 2013

Hvat krógvar Innlendismálaráðið?

Innlendismálaráðið skrivar í maili í gjárkvøldi:
Hr. Flóvin Eidesgaard
Innlendismálaráðið hevur móttikið umbön tygara dagfest 6. august 2013 um alment innlit í viðmerkingar hjá Lögdeildeini í Innlendismálaráðnum um broyting í lögtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjörð og Tangafjörð. Eisini biðja tygum um innlit í tað, sum Lögdeildin hevur skrivað um avtalu um tunnilsverkætlan.
Viðmerkingar frá deildini eru innanhýsis metingar og íkast til arbeiðið við lógaruppskoti v.m., og eru tí at meta sum innanhýsis skjöl. Sambært § 7, nr. 1) í lögtingslóg um innlit í fyrisitingina, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis skjöl.
Innlendismálaráðið metir at, talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu, og sum hava verið umhugsaðar, tá lógaruppskotið bleiv greitt úr hondum.
Tískil verður umbön tygara um innlit ikki gingin á möti.
Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen
fulltrúi
Innlendismálaráðið noktar mær innlit í viðmerkingarnar hjá Løgdeildini til loyniligu avtaluna um Skálafjarðartunnil. So ikki bara er avtalan, sum bindir landið í 50 ár og kann hava við sær stórt endurgjaldskrav móti landskassanum, loynilig fyri almenninginum, men eisini fakliga løgfrøðiliga metingin av avtaluni og møguligum avleiðingum fyri Føroya land av hesi avtalu er loynilig.

Har arbeiða sera dugnalig fólk á Løgdeildini, og tískil bað eg serskilt um innlit í teirra meting. Men tað varð mær noktað. At gera sjálvt lógaruppskotið og skriva viðmerkingar, sum er sendar við til Løgtingið, hevur aðalstjórin staðið fyri saman við omanfyri nevnda fulltrúa. Skipanin í miðfyrisitingini er kanska tann, at tess verri fakliga makkverkið luktar, hægri upp í skipanina skal tað fyri at blíva gjørt.

Eg fekk ikki innlit, men nú hopi eg, at Løgtingið krevur, at henda meting hjá Løgdeildini verður almenn. Tað hevur Føroya fólk krav uppá, áðrenn landið verður bundið til eina loyniliga avtalu í 50 ár.

Tá avtalan er loynilig fyri Føroya fólki er enn meira týdningarmikið, at fakliga metingin verður almenn.
Send en kommentar