So nú er Gerhard ordiliga í hopla: Málið er farið seg at snúgva seg um Gerhard í staðin fyri at snúgva seg um, hvussu ein undirsjóvartunnil til Sandoyar kann fíggjast.
Ger Gerhard avtalu við Kaj Leo og Kára Post um at landið skal flyta 160 mió kr úr einum grunni í ein sandoyartunnilsgrunn, og fleiri pengar skulu koma síðani, so hevur Gerhard hevur onga trygd fyri, hvat síðani hendur.
Støðan fer at líkjast ikki sørt 2007, tá Løgtingið samtykti 23 JA / 3 NEI / 3 blankar fyri Sandoyartunli. Men so var valg, og ongin í nýggja løgtinginum kendi seg bundnan av avtaluni ella samtyktini, sjálvt um tey flestu í gamla Løgtinginum vórðu afturvald. Eg veit ikki, hvaðani Gerhard væntar sær uppbakning til ein Sandoyartunnil eftir valgið í 2015: Frá einum flokki, hann hevur stungið í ryggin, ella frá teimum, sum brúktu hann sum horu og keyptu hansara atkvøðu við bókhaldsfiflarí í 2013.
Sandoyartunnilin verður neyvan til nakað, við leistinum hjá Kaj Leo og Kára Post. Men kanska Javnfl sleppur av við ein trupulleika: Gerhard Lognberg.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar