Sider

tirsdag den 13. august 2013

Sandoyingar duga at velja sær umboð (2)

Í juli 2007 hitti eg av tilvild Gerhard Lognberg í Steinatúni, beint út fyri handilin hjá Guðrun & Guðrun, hesa tíðina var ávíst undirsjóvartunnilskjak í Føroyum, og vit fingu eitt prát.

Eg gav Gerhardi mína meining, sum var meira ein meting, at tað var órealistiskt at vænta, at landskassin fór at fíggja ein undirsjóvartunnil til Sandoynna. Henda meting var also enntá áðrenn nøkur kreppa rakti búskapin. Men eg metti, at politiskt fór tað ikki at vera møguligt, og eg mælti honum til -- um hann vildi hava slíkan tunnil -- at arbeiða fyri, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu gjørdir av einum og sama almenna partafelagi.

Hetta var nakrar mánaðir áðrenn nøkur virðisleys løgtingssamtykt varð gjørd um Sandoyartunnil og uppaftur meira áðrenn CEH-samgongan setti fram eitt uppskot sum líktist tí eg mælti Gerhardi til.

Hevði Gerhard tikið ímóti mínum ráðum og fingið undirtøku, so hevði støðan í dag verið, at
  1. Skálafjarðartunnilin var liðugur og hevði nógva ferðslu,
  2. Sandoyartunnilin var næstan liðugur, og
  3. Gerhard hevði fingið heiðurin og verið hetja í Sandoynni.
Men Gerhard lurtaði ikki tá. Hann sleit enntá eina samgongu fyri at forða fyri hesi loysnini. Og úrslitið er, at eingin tunnil til Sandoynna er í eygsjón. Men Gerhard er vist hetja allíkavæl fyri nógv í Sandoynni. Tey hava enntá skotið fýrverkarí fyri honum.

Eg havi sostatt vitað síðani 2007, at Gerhard lurtar ikki eftir mær, so tað behøvist hann ikki skriva í grein.

Samrøðan við Gerhard í juli 2007 var ikki partur av mínum arbeiði, og tí kann eg endurgeva frá henni. Mítt arbeiði fyri Javnaðarflokkin í 2011 frá mars til oktober fari eg ikki at úttala meg um alment. Men almennir upplýsingar eru, at tíðina frá mars til september fór flokkurin frá 12 pct til 21 pct í veljarakanningum. Meginpartin av hesi tíðini var Gerhard Lognberg sjúkraskrivaður frá politiska arbeiðinum. Hesa tíðina hevði Javnaðarflokkurin umframt framgongd í undirtøku eisini fleiri góð politisk úrslit at vísa á. Stemningurin var góður í og um flokkin. Men so bleiv Gerhard skrivaður frískur aftur áðrenn løgtingsvalg var. Vit kenna úrslitið av tí.

Nú er Gerhard í eini truplari støðu. Um Løgtingið velur tað skilagóðu loysnina, at sama tunnilsfelag ger næstu undirsjóvartunlarnar, Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin, so verður tað prógv um, at Gerhard er orsøkin til at loysnin -- og undirsjóavartunnilin til Sandoyar -- er seinkaður meira enn 6 ár.

Fyri mær virkar ikki, sum Gerhard stríðist fyri undirsjóvartunli til Sandoyar. Hann berjist heldur ímóti, at loysnin hann vrakaði í 2008 skal blíva til veruleika.

Ingen kommentarer: