Sider

onsdag den 30. januar 2013

MVG-skipanin: Politiska skipanin ynskir fleiri snýtarar

Søgulig gjøgnumgongd í Sosialinum í kvøld av politiskari viðger, sum MVG-skipanin hevur fingið gjøgnum árini, vísir púra greitt, at tað er eitt politiskt ynski í Føroyum, at tað skal vera lætt at snýta landskassan. Eisini í MVG.

- "Vinnan skal tjena pengar, og helst so nógv sum gjørligt," vita vit jú, at summi teirra halda er gott.

Tað, sum tey, ið ráða politisk opinbart ikki skilja er, at tá man ger skipanir, har tey sum snýta, hava lætt við at forvinna pengar, so fáa vit fleiri sum snýta og færri, sum skapa virði.

Tí meira, ið verður kraddað og snýtt, minni verður skapað. Kreativu evnini í Føroyum verða eisini spilt uppá MVG-spekulatión. Kreativu evnini í Føroyum verða spilt uppá at snýta. Tí nyttar vinnan so lítið. So øll blíva fátækari.

tirsdag den 29. januar 2013

Ogn Føroya fólks - í miðlunum í gjár og í dag

Tað byrjaði á vágaportalinum um vikuskifti. Upprit frá Jacob Vestergaard um nýggjan fiskivinnulóggávu er likið, upprit ið skuldi á landsstýrisfund mánadag fyrrapart. Eisini Tórbjørn Jacobsen skrivaði grein um tað sum var likið út um uppritið.

Útvarpið hevði so fingið frænir av, at ein áseting var "Eingi áramál á fiskirættindi". Við útvarpið segði JV í gjár:
Uppskotið merkir ikki, at fiskiríkidømið verður lutað vinnuni fyri allar ævir.

mandag den 28. januar 2013

Upprunin til ójavnan er fyrst og fremst kradding

Stephanie Flanders, Economics Editor á BBC World News hevur prátað við Joseph Stiglitz á World Economic Forum í Davos um kostnaðin av ójavna.

Stiglitz kemur m.a. inn á, at ein stórur partur av ójavnanum kemur ikki av, at nøkur eru meira produktiv enn onnur, men av kradding:
Um vit hyggja eftir ójavnanum og mátanum hann er komin í USA, tað mesta av tí kemur av tí vit rópa rent seeking. Tvs. í staðin fyri at gera samlaðu køkuna størri, at kradda til sín ein størri part av somu kaku.

søndag den 27. januar 2013

tirsdag den 22. januar 2013

Hugburðsbroyting meg eitt vist stað

Umframt rituellu samrøðuna við Jørgen Niclasen, tosaði Sigmar Bláberg í kl. 14-tíðindasendingini sunnudagin eisini við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún, ið greiðir frá, at
Vit eiga at fáa nógv meir burtur úr tí fiskinum, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi.

og vísir á
at fleiri fiskaløg eru, sum ikki verða fiskað, og samstundis fæst ov lítið burtur úr slógnum.

mandag den 21. januar 2013

Vit bíða eftir Gerhard

Minnast tit fyri tveimum árum síðani?

Gerhard Lognberg skrivar í Dimmu:
Hoyrdi stór tíðindi, at vit skulu deila 3,5 mió út til listafólk, og legði útvarps­maður aftrat, eg sá smílið ígjøgn­um útvarps­tólið, "tað koma meira pengar seinni".
hetta (er) beinleiðis forargilsi at hoyra um hasar ótrúligu starvslønirnar.

søndag den 20. januar 2013

At syndra samfelagið er lætt

So var aftur dagsins samrøða millum Sigmar og Jørgen í tíðindunum í dag. Hesaferð um MVG-frítøku til bygging hjá ávísum bólkum.

At syndra samfelagið er sera lætt, tað er bara at gera mun á borgarunum, so blíva borgararnir meira líkaglaðir við samfelagið. Og verður tað gjørt rætt, kann man bæði syndra samfelagið, og fáa politiskan ágóða av tí. Hetta hevur Jørgen lært. Kallsberg legði honum lag á við fiskimannaskattaavsláttrinum. Enn eru skattaborgarar ikki líkastillaðir aftur.

fredag den 18. januar 2013

Hvussu dýr er kraddingin hjá yvirklassanum?

Í greinini ”ALS ikki óvæntað” í síðstu viku royndi eg at seta stóru fráfaringarlønina til fyrrverandi stjóran í ALS inn í høpi, og vísa á, at kradding í føroyska yvirklassanum er við til at mergsúgva landið. Eg ávaraði um, at samfelagið kann fara í upploysn av berari kradding.

(Her kann tú lesa, hvat kradding er.)

Public service = kradding?

Eg havi fyrr endurgivið definitiónina hjá Búskaparráðnum uppá kradding. Eg vil taka hetta brotið burturúr:
Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi
... tí tað er relevant fyri tað, sum eg her skal skriva.

Fyrr hevði Útvarpið eina sending sum æt Vinnutátturin, har vinnan slapp -- umframt at reypa um egið dugnasemi -- at seta fram krøv og ynski til samfelagið Føroyar. Sendingin var sostatt ein pallur hjá vinnuligum aktørum at tala fyri skipanum, sum kundi gagna hesum partinum av vinnuni -- men altíð varð tað sett fram soleiðis, at í veruleikanum fór tað at gagna samfelagnum og fólkinum í síðsta enda. Eg minnist ikki at henda sending nakrantíð hevði gest inni, sum -- óheft av vinnuligum áhugamálum -- skuldi greiða frá, hvør vinnupolitikkur kundi geva bestu samfelagsligu úrslit.

fredag den 11. januar 2013

ALS ikki óvæntað!

Fyrradagin var tað ein positiv søga, at stjórin í ALS fer at royna okkurt annað. Hoyr t.d. samrøðu her.

Í gjár kom so -- av røttum -- øsingin. Miðlarnir fortelja um frafáringaravtaluna, sum Ernst Jacobsen hevur gjørt við stýrið fyri ALS. Her er Kringvarpið og Portalurin. Og fólk eru í øðini. Eisini eg.

Fráfaringargjaldið uppá meira enn eina miljón var ikki avtalað frammanundan, og soleiðis sum formaðurin í stýrinum grundgevur, er talan um løn við afturvirkandi kraft. Stýrið hevur gjørt sær sína egnu meting av tí arbeiði stjórin hevur gjørt fyri ALS og rindar honum við fólksins pengum ein stóran bonus. Ein persónur tey hava arbeitt tætt saman við í fleiri ár. Hann virkar fittur, men eg veit ikki, hví fólk siga, at hann er dugnaligur. Í feitu árunum við bólgnandi eginogn futtaði ALS rættiliga nógvar pengar av uppá fá arbeiðsleys, men so skjótt kreppan rakti, so visti man ikki ein gang um man hevði nokk av pengum í kassanum, og bæði tey í arbeiði og tey arbeiðsleysu rinda prísin.

torsdag den 10. januar 2013

Eru føroyingar nakrir toskar? Ella er tað fiskurin?

Eftir hvørja PISA-kanning (tær hava verið í 2000, 03, 06, 09 og 2012) gevur OECD á frammanundan ásettum degi í december árið eftir út tey fyrstu úrslitini í frágreiðing. Seinni koma serligar frágreiðingar, sum grava niður í serstøk áhugaverd evni, sum ikki koma við í fyrstu frágreiðingina.

Seinasta umfar sum úrslit eru frá er sostatt 2009, tá heili seks bøkur (ella ein frágreiðing í seks pørtum) kom burtur úr við bara fyrstu úrslitunum. Í fjórða partinum/bókini av 2009-frágreiðingini, ið hevur forsíðuheitið "What Makes a School Successful?", byrjar samanfatingin við:
in some of the high-performing countries that have very few natural resources, such as Finland, Singapore and Japan, education appears to have a high status at least in part because the general public understands that the country must live by its human resources, which depend on the quality of education. (s 103)
Also: í summum londum, sum hava góð úrslit í PISA, og hava lítið av náttúrutilfeingi, verður útbúgving høgt mett, m.a. tí fólk skilja, at landið má liva av menniskjaliga tilfeinginum, og at tað krevur dygdargóða útbúgving.

tirsdag den 8. januar 2013

Spennandi ætlan um sambinding av landinum

Hetta er faktisk ein rættiliga spennandi ætlan fyri hvussu man kann binda vestur-mið-eystur-norður-økini saman. Kanska skuldi hasin Skálafjarðartunnilin verið droppaður.

Dýri blokkurin

Útvarpið fortelur, at Ríkisveitingin er seinkað. Orsøkin er, at ivi var um hækkingina (prístalsreguleringina) tí semja var ikki í samgonguni, og danska stjórnin fekk ov seint boð úr Føroyum.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambfl, veit sambært portalinum at siga,
at orsøkin til, at landsstýrið svaraði so seint, er eitt stríð um vald í samgonguni, har ósemja er um ríkisveitingina.
- Summi brúka ríkisveitingina sum jarnbrot til at trýsta ávís mál ígjøgnum politisku skipanina, vísir Edmund Joensen á.
Hann væntar eisini, at ríkisveitingin aftur nú fer at verða brúkt í politiskum trýsti, áðrenn veitingin skal samtykkjast í Løgtinginum í vár.

Óli Samró vendir tingunum á høvdið

Í kronikk í Sosialinum fríggjadagin 4. januar skrivar Óli Samró (ÓS) viðmerkingar til bókina Exit Føroyar. Kanska er fyrimunur at lesa kronikkina fyri at skilja hesa grein, men tað burdi ikki verið neyðugt.

ÓS vil hava fleiri fólk við útbúgving at arbeiða í fiskivinnuni. Og tað skal gerast við broytingum í serliga skúlaskipanini.

Eg haldi, ÓS vendir tingunum á høvdið.

mandag den 7. januar 2013

Skeiv prioritering í vinnu- og fiskivinnupolitikkinum

Ferð eftir ferð verður ført fram av fólkaflokspolitikarum og her serliga Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at tað er vigtugt at vinnan tjenar pengar. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði tó akkra tað sama í kjaki á Jobmatch 2012.

Tað fær meg at tríva aftur í eitt gamalt innlegg á kjak.org (frá 3. apríl 2012), sum eg kom fram á henda dagin. Tað byrjar við at eg staðfesti:
  • "vinnan skal hava tað gott" -- er ein búskaparliga skaðiligur tankagangur.
  • "vinnan skal tjena pengar" -- er líka skaðiligt.