At syndra samfelagið er sera lætt, tað er bara at gera mun á borgarunum, so blíva borgararnir meira líkaglaðir við samfelagið. Og verður tað gjørt rætt, kann man bæði syndra samfelagið, og fáa politiskan ágóða av tí. Hetta hevur Jørgen lært. Kallsberg legði honum lag á við fiskimannaskattaavsláttrinum. Enn eru skattaborgarar ikki líkastillaðir aftur.
Kjartan Hoydal skrivar á facebook:
Kjartan Hoydal skrivar á facebook:
"SLEPPA UNDAN LANDSSTÝRIÐ"
Aftan á at hava lurtað til seinastu dagligu vinasamrøðuna millum Sigmar og Jørgen í útvarpinum komi eg til tað úrslit at hetta landsstýrið eigur at fáa navnið "sleppa undan" landsstýrið. Politikkurin er at sleppa ávísum samfelagsbólkum undan at gjalda til felags landshúsarhaldið. Tað betra slagið slapp undan skatti við flatskattinum, ætlanin er at sleppa teimum sum hava brúksrættin til fólksins ogn undan at gjalda eigarunum fyri hendan rættin og nú hoyra vit at kirkjur, samkomur og vælgerandi felagsskapir skulu sleppa undan MVG. Soleiðis sleppur Jørgen at býta út mildar gávur úr okkara felags kassa, samstundis sum stór øki á fíggjarlógina, vit øll eru samd um eru felags, verða skorin inn á bein
Ingen kommentarer:
Send en kommentar