Sider

tirsdag den 22. januar 2013

Hugburðsbroyting meg eitt vist stað

Umframt rituellu samrøðuna við Jørgen Niclasen, tosaði Sigmar Bláberg í kl. 14-tíðindasendingini sunnudagin eisini við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún, ið greiðir frá, at
Vit eiga at fáa nógv meir burtur úr tí fiskinum, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi.

og vísir á
at fleiri fiskaløg eru, sum ikki verða fiskað, og samstundis fæst ov lítið burtur úr slógnum.

Odd Eliasen sigur í samrøðuni, at:
Tað er okkara skylda at gagnnýta alt tað vit heysta úr havinum á ein skilagóðan hátt.

Hóast hetta ikki er nýtt sjónarmið, so er hetta áhugavert. Og kanska serliga, tá hetta ikki er nýtt, er áhugavert at finna út av, hví so lítið er hent. Hvat er galið í vinnuni, tá broytingar ikki henda, um vit vita, tær eiga at koma.

Og so spyr Sigmar Bláberg tann sama spurningin, sum hann hevur spurt vinnulívsfólk í fiskivinnuni til evindaligheit og so langt aftur eg kann minnast, hvørja ferð onkur viðgongur, at menningin gongur ov seint:
Hvussu heldur tú, tað kann gerast? Skal ein hugburðsbroyting til? Hvat er tað?

Og so fór spurningurin nokk aftur av sporinum, tí tað er jú samrøða við ein aktør í vinnuni, tvs. ein við sínum egnu vinnuligu áhugamálum, ið ikki fer at fortelja sannleikan um vinnupolitikkin, og meira kemur neyvan burtur úr hasum kjakinum á hesum sinni.

Hetta er vinna, Sigmar! Vinna snýr seg um búskap og profit. Hugburðsbroyting meg eitt vist stað -- uttan so at tað loysir seg, sjálvsagt. Loysir seg!

Hevði Sigmar nú gjørt sína public service skyldu og fylgt hesum upp. Tað gjørdi hann sum væntað ikki í dag, men so í morgin og næstu dagarnar. Kann man vóna?

Orsøkin til at fiskivinnan ikki gagnnýtir meira av tilfeinginum, er tí tað loysir seg ikki. Hví tað ikki loysir seg kunnu vera nógvar orsøkir til, men í øllum førum er tað okkurt annað, sum loysir seg betur. Og her er ein orsøk, at fiskivinnan fær ókeypis langtíðar fiskirættindi frá politikarunum. Tey sum eru í fiskivinnuni kappast ikki um at virðisøkja tilfeingi, men at leggja mest møguligt tilfeingi undir seg og innkassera tilfeingisrentuna (tað er náttúruskapta virðið) so lætt sum gjørligt.

Verandi skipan hevur eisini við sær, at ov lítið trýst er á aktørunum í vinnuni at fáa meira burtur úr tilfeinginum, tí teir eru vardir ímóti kapping frá nýggjum aktørum við nýggjum hugskotum, ið hava trupult við at sleppa framat.

Tað ljóðar sum ein klisje, men tilfeingi, ið er ókeypis, er nakað bíligt lort og verður brúkt hareftir. Tann hugburðurin broytist, tá tilfeingi skal keypast fyri marknaðarprís.

Ingen kommentarer: