Sider

fredag den 18. januar 2013

Public service = kradding?

Eg havi fyrr endurgivið definitiónina hjá Búskaparráðnum uppá kradding. Eg vil taka hetta brotið burturúr:
Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi
... tí tað er relevant fyri tað, sum eg her skal skriva.

Fyrr hevði Útvarpið eina sending sum æt Vinnutátturin, har vinnan slapp -- umframt at reypa um egið dugnasemi -- at seta fram krøv og ynski til samfelagið Føroyar. Sendingin var sostatt ein pallur hjá vinnuligum aktørum at tala fyri skipanum, sum kundi gagna hesum partinum av vinnuni -- men altíð varð tað sett fram soleiðis, at í veruleikanum fór tað at gagna samfelagnum og fólkinum í síðsta enda. Eg minnist ikki at henda sending nakrantíð hevði gest inni, sum -- óheft av vinnuligum áhugamálum -- skuldi greiða frá, hvør vinnupolitikkur kundi geva bestu samfelagsligu úrslit.

Kringvarpið hevur nú eina útvarpssending sum eitur Sjónarhornið, ið við tíðini hevur fingið stórt sæð sama format og innihald. Seinasta útgáva av hesi sending viðgjørdi matstovuvinnu og orkuvinnu í Føroyum.

Parturin um matstovuvinnuna var áhugaverdur og avbjóðingar tá vinna og myndugleikar skulu virka saman vóru lýstir rættiliga væl.

Men so kom seinni partur um útbjóðingina av vindorku. Hetta var undir alt lágmark. Ein aktørur í orkuvinnuni slapp -- uttan mótspurningar -- at argumentera fyri samfelagsligum ágóðum av at myndugleikarnir góvu hansara fyritøku fyrimun í kappingini.

Eg helt at public service hevði eitt ella annað at gera við at tæna fólkinum og ikki vinnuligum seráhugamálum við teirra lobbyvirksemi.

Ingen kommentarer: