Og Birgir Kruse skrivar, hvør vann og hví.
Ársins innslag
Fýra sjónvarpsinnsløg vóru tilnevnd sum ársins innslag:
- Uppisjóvarvirkið á Tvøroyri - eg havi funnið fleiri innsløg, veit ikki, hvat teirra varð innstillað, men tey eru her: Gjalda eina millión um vikuna í lønum - Tað gongur gott á Tvøroyri - Bjartskygni í Suðuroynni - Flutt heim til Suðuroyar.
- Carlsen familjan: Trupult at bróta tøgnina.
- Johan í Kollafirði í Fámará: Dreymurin hjá Johan.
- Dottin úr ALS: Einki arbeiði í trý ár - hetta innslagið vann. Eitt annað ALS-innslag sum var um somu tíð (tríggjar dagar frammanundan) var: 300 fólk detta úr ALS.
Ársins sending
Tríggjar sjónvarpsdokumentarar og ein Geyma-útvarpssending vóru tilnevndar:
- Sjónvarpssending: Eg vil ikki krógva tað - henda sending vann.
- Útvarpssending: Geymin: Loyndu brekini.
- Sjónvarpssending: Streingir, ið tóna.
- Sjónvarpssending: Tá lívið gerst ov tungt.
Ársins grein
Tríggjar greinar hjá Georg L. Petersen á Dimmu og ein grein hjá Heina í Skorini í Sosialinum vóru tilnevndar:
- Georg L. Petersen: Stranda skúli broytti ársmet eftir próvhandan (í Dimmalætting 10. desember 2012) - henda greinin vann.
- Georg L. Petersen: Lívið fór í knús (Dimmalætting 30. november 2012).
- Heini í Skorini: Sær nakar míni innaru sár (Sosialurin jólablaðið 2012).
- Georg L. Petersen: Rendi á og stakk av (Dimmalætting 29. februar 2012).
Ársins pressumynd
Fýra myndir vóru tilnevndar:
- Tróndur Dalsgarð: Eitt afturstig at flyta heimaftur - henda myndin vann.
- Høgni Heinesen: Seinasti sjómaðurin.
- Bjartur Thomsen: Hondbóltsmynd.
- Høgni Heinesen: Heðin Mortensen.
Eg vil fegin hava link til tilnevndu myndirnar eisini. Sig mær frá í maili.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar