Sider

mandag den 28. januar 2013

Upprunin til ójavnan er fyrst og fremst kradding

Stephanie Flanders, Economics Editor á BBC World News hevur prátað við Joseph Stiglitz á World Economic Forum í Davos um kostnaðin av ójavna.

Stiglitz kemur m.a. inn á, at ein stórur partur av ójavnanum kemur ikki av, at nøkur eru meira produktiv enn onnur, men av kradding:
Um vit hyggja eftir ójavnanum og mátanum hann er komin í USA, tað mesta av tí kemur av tí vit rópa rent seeking. Tvs. í staðin fyri at gera samlaðu køkuna størri, at kradda til sín ein størri part av somu kaku.
Vit hugsaðu fyrr um natúrtilfeingisbúskap sum rent seeking búskap, har ein ávís nøgd av natúrtilfeingi er, ein bardagi er um, hvør skal hava tilfeingið, og í tí tilgongdini verður ein rúgva av ríkidømi spilt. Í hesum londum virkar demokratiið ikki og búskapurin virkar illa.
Tað er tað vit rópa natúrtilfeingisparadoksið ella -forbannilsi.
Tað áhugaverda er, at uttan at vit varnaðust, eru heilt nógv av framkomnu ídnaðarlondunum, íroknað USA, blivin til rent seeking búskap. Tað er ikki bara naturtilfeingisvinnurnar, ið fáa tilfeingi undir marknaðarprís, men eisini fíggjarvinnan.
Tá fíggjarvinnan sleppur at misbrúka sítt vald yvir fólki, sum skylda teimum pengar, taka tey pengar frá botninum í pyramituni og flytir teir til toppin. (mín týðing)

Á enskum, avskrift frá samrøðuni (sí link, niðast) segði Stiglitz:
If we look at the inequality in the way that it has been realized in the US, a lot of it has to do with what we call rent seeking. That is, rather than making the national pie bigger, getting a bigger share of that pie.
We used to think of natural resource economies as rent seeking economies, where there is a fixed amount of natural resources, there is fighting over who gets those resources, and in that process a lot of wealth gets destroyed. In those countries, democracy doesn't work, economy doesn't work.
It is called the natural resource paradox.
The interesting thing is, without realizing it, several of the advanced industrial countries, including the US, have to large extent, not totally, become rent seeking economies. It is not just the natural resource sector which often gets resources at below competitive prices. But also the financial sector.
When the financial sector engaged in abusive credit card practices (pdf), predatory lending, they were taking money from the bottom of the pyramid and moving it to the top.

Also ein stórur partur av ójavnanum kemur av, at tilfeingisvinnur og fíggjarvinnan nassa uppá samfelagið og fólkið. Akkra sum í Føroyum. Og tilfeingisvinnurnar eru vardar av politisku skipanini, og bankarnir av lóggávu.

Endurgivna brotið er eftir umleið 9 minuttir. Samrøðan er samanlagt út við hálvan tíma: An Insight, An Idea with Joseph Stiglitz. Hon sæst eisini her á youtube.

Ingen kommentarer: