Sider

søndag den 30. marts 2014

Ein vinnupolitikkur, sum ikki fungerar!

Tá eingin samanhangur er millum framgongd hjá einstøkum fyritøkum, og livistøðið í samfelagnum sum heild, so er okkurt við vinnupolitikkinum, sum er skipað skeivt. Og hetta er ongantíð so rætt, sum tá talan er um vinnu, sum livir av fólksins ogn.

Rói Egholm talar til floksting Tjóðveldis 2014.

Rói Egholm helt eina sera áhugaverda og frálíka góða røðu á flokstingi Tjóðveldis, har hann vísti á, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri vinnuna og fyri fólkaræðið, at trý alifeløg og fýra reiðarí hava fingið forerandi (ella kraddað seg til) fólksins ogn. Her eru brot:
Kristina sigur, at tað er heilt fantastiskt at hava eina fyritøku sum hevur yvir 700 mió kr í yvirskoti. Men hvussu merkja vit tað? Hvussu merkir føroyingurin, at okkara høvuðsvinna hevur tað gott? Vit merkja tað slett ikki. Vit merkja tað slett yvirhøvur ikki! Og tá ið man hevur verið í hesi vinnuni síðani 1986 og kennir til, hví ið Regin situr á sínum loyvum -- hví situr Regin á sínum loyvum? Ella hví sita teir, sum hava hini loyvini, hví sita teir á teimum? Tað er ikki tí teir hava verið úti í eini fríari kapping og vunnið sær rættindi. Tað er ikki tí! Tað er tí, onkur er systkinabarn onkran og onkur kennir onkran, tað er tí teir sita á loyvunum.  Eg sigi tað, at teir sum arbeiða í hesi vinnuni, hesi sjey feløgini, tey gera alt púra rætt. Man kann ikki lasta hesi feløgini fyri at gera nakað skeivt, tey gera púra rætt. Øll sum høvdu sitið í teirra stóli høvdu gjørt tað soleiðis. Men skipanin er skeiv.

lørdag den 29. marts 2014

Hvat ólukkan snakkar Margrethe Vestager um?

Í gjár fríggjadag var danski økonomiministarin Margrethe Vestager á vitjan í Danmarks Statistik. Áðrenn hon fór rundtúr í húsinum til nakrar deildir hon vildi vitja, helt hon røðu fyri øllum húsinum, men hvat ólukkan meinar hon við:
Uden troværdig statistik må vi regere ud fra anekdoter, eller - Gud forbyde det - hvad interesseorganisationerne ønsker.
Margrethe Vestager besøger Danmarks Statistik
og holder tale for hele personalet inden rundtur til udvalgte kontorer.

Magrethe Vestager hevði ikki komið langt í føroyskum politikki!

onsdag den 26. marts 2014

Kreativur kleyvarskapur

Landskassin hevur í gjár lænt meira enn eina milliard. Rentan er undir 2 pct. Hví tramin lænir landskassin ikki eina milliard aftrat beinanvegin at brúka til Skálafjarðartunnil, í staðin fyri at finna uppá eina løgna konstruktión, sum er líka dýr sum CIP, og til havrannsóknarskip, í staðin fyri líka kreativa fígging sum Brixtofte brúkti í Farum til hann bleiv geglaður.

tirsdag den 25. marts 2014

Politisk telving og útlendskir eigarar

Dagur og vika (við kjaki) hevur í gjárkvøldið og í kvøld viðgjørt tveir spurningar viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni: Skulu útlendingar sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu, og hvussu verður makrelkvotan býtt.

Í Degi og viku í gjárkvøldið var innslag um fiskivinnu og útlendskan kapital (byrjar eftir 6:22). Tað snúði seg um uppskotið hjá Tjóðveldi um forboð ímóti útlendskum eigarum í fiskivinnuni, og innslagið var um, hvat føroysku vinnuligu seráhugamálini halda um uppskotið hjá Tjóðveldi. Triðja beinið í einum væl lýstum máli: eitt fakligt ískoyti til spurningin  -- var ikki við.

Í avannonceringini av innslagnum í gjárkvøldið segði Johnsigurd, at í kvøld skuldi koma kjak um eigaraviðurskiftini í fiskivinnuni og uppskotið hjá Tjóðveldi. So roknaði eg so avgjørt við, at eitt innslag við fakligum ískoyti kom í Degi og viku í kvøld, sum upptakt, so kjakið ikki stóð á berum. Ella kanska, at tað bleiv kjak millum fakfólk.

lørdag den 22. marts 2014

Felags mál fyri arbeiðsmarknaðin

Vónandi fara føroysk arbeiðsgevarafeløg at stuðla fakfeløgunum í teirra krøvum, sum higartil hava verið avvíst av fólksins fígginda í Fiskimálaráðnum.
sidst i udsendelsen kommer Dansk Arbejdsgiverforenings adm. direktør i studiet. Han har netop sagt ja til højere lønstigninger og nye værktøjer til fagforeningernes kamp mod underbetalt udenlandsk arbejdskraft.
(DR P1 um sending 20. mars 2014)

Tveir fyribils oljupostar

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevði eina áhugaverda oljuráðstevnu á Christiansborg. Fleiri áhugaverdar framløgur vóru, men nógv var framhald av tí juhu-stemningi, sum hevur verið ráðandi, og tað sum var eitt sindur atfinnandi, fór ikki nógv í dýpdina. Men har var nógv at byggja víðari á.

Fullteknað var til oljuráðstevnuna á Christiansborg. Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Eitt sum ikki kom fram, tí stundir ikki vóru til viðmerkingar úr salinum, var stór hol eru í oljuskattalógini, so Føroyar skulu ikki vænta at fáa eina krónu í serskatti burturúr. Men hetta er vitan, sum eisini er í politisku skipanini, og Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at endurskoða oljuskattalógina.

Tað gav konkret høvi til stuttar viðmerkingar á facebook, sum sjálvsagt skulu útgreinast nærri seinni.

torsdag den 20. marts 2014

Makrelkvotan og fátækramarkið í 2014

Í 2011 seldi landið 20.000 tons av makreli á uppboðssølu. Hetta gav góðar 70 mió kr í búskapargrunnin. (Fólkaflokkurin tømdi tó búskapargrunnin aftur sum eitt tað fyrsta eftir at flokkurin yvirtók fíggjarmál, so hesir pengarnir eru ikki til longur.)

Í 2014 er føroyska makrelkvotan 156.240 tons. Verða rættindini at fiska makrelin seld á uppboðssølu og prísurin verður tann sami sum í 2011, kann tað geva góðar 550 mió kr til eigaran av tilfeinginum: Føroya fólk.

Í 2011 skuldi allur makrelurin fiskast í føroyskum øki. Av tí at makrelsemjan ger, at fiskast kann eisini í norskum og ES-sjógvi og eftir metingum annars, kann upphæddin kanska blíva 100 mió kr meira enn omanfyri nevnda, ella umleið 650 mió kr! (Hetta samsvarar eisini við bæði útrokningar hjá búskaparfrøðingum og við virðið á handlaðum kvotum í Íslandi.)

onsdag den 19. marts 2014

Tað er ikki alment innlit, sum kostar!

Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil avmarkað almenna innlitið. Hann sigur við útvarpið, at tað almenna brúkar
kolossalar resursir uppá innlitsumbønir.

Her vendir landsstýrismaðurin tingunum á høvdið!

Tað er ikki alment innlit, sum kostar pengar. At lata innlit í alt kann við rættu skipanini gerast at kalla gratis. Tað sum kostar, og nógvar resursir verða brúktar uppá, er at krógva og finna umberingar fyri at krógva.

tirsdag den 18. marts 2014

Ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við gjøld hjá vinnulívinum

Løgtingið hevur júst endað fyrstu viðgerð av uppskoti 98/2013 hjá Rigmor og Eyðgunn um, at limagjald til fakfeløg skal geva rætt til skattafrádrátt. Uppskotið hevur sambært uppskotsstillarunum m.a. til endamáls at javnseta báðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.

Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:
Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.
(mín týðing; volume I, kapittul 10)
Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!

Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!

lørdag den 8. marts 2014

Misskilta nationalisma Tjóðveldis

Misskilt nationalisma er ikki at vilja gera føroyska búskapin leysan av danskari ríkisveiting, tí hetta er hinvegin eitt skilagott mál at arbeiða fyri.

Misskilt nationalisma er at vilja halda útlendskan kapital burtur úr ávísum vinnum, sum virka í Føroyum.

(Og sum ein av fleiri skaðiligum hjáárinum vil ein slík áseting gera stríðið ímóti korruptión í fiskivinnupolitikkinum truplari.)

Vónandi tekur Tjóðveldi hatta uppskotið aftur, sum tey sambært útvarpinum í kvøld hava borið í Løgtingið.

fredag den 7. marts 2014

Lesivegleiðing til seinastu frágreiðing hjá Búskaparráðnum (mars 2014)

Um tú ikki tímir lesa alla frágreiðingina frá Búskaparráðnum (pdf), so er mynd 17, hóast hon bara umfatar einstaka vinnugrein, ein góð lýsing av, hvat hevur verið galið við øllum búskapinum (mest av politiskum ávum) bæði seinastu 2½ árini og longur aftur enn tað.

Mynd 17 klipt úr frágreiðing Búskaparráðsins, mars 2014:
Treystitalskanningin vísir m.a., hvat byggivinnan sigur forðar vøkstri.

Vigtigari er at skilja hasa myndina, enn at lesa samandráttin. Hyggja vit eftir tíðini undir hesari samgonguni, vísir myndin, at minkipolitikkurin hjá samgonguni hevur forðað vøkstri hjá vinnuni (myndin vísir, at manglandi eftirspurningur fekk vaksandi týdning fyrstu tíðina undir hesi samgonguni), og at tað sum nú serliga forðar vøkstri er, manglandi arbeiðsmegi, sum í ávísan mun er úrslit av, at politiska skipanin í áravís hevur skattastuðlað fólki at fara av landinum at arbeiða. Hetta síðsta kann tó broytast og er vigtugt at broyta. Annars kann samgongan megna tað ótrúliga vánaliga at fáa lønarglíðing og stagneraðan búskap í senn.

Rætting: Ein setningur er umorðaður fyri betur at samsvara við, at stuðul til fólk at fara av landinum at arbeiða hevur verið longur enn núverandi samgonga hevur sitið við valdið.