Sider

fredag den 10. december 2004

Hví vil Landsbankin vera óheftur stovnur?

(Lesarabræv í Sosialinum 10. desember 2004)

Danski tjóðbankastjórin Bodil Nyboe Andersen hevur gjørt greitt, at Landsbankin ikki er miðbanki fyri Føroyar, t.e. hevur pengapolitiskan myndugleika, tí henda myndugleika hevur danski tjóðbankin. Síðani hevur Landsbankin viðgingið, at so er, og sigur nú, at danski tjóðbankastjórin misskilir sjónarmiðini hjá Landsbankanum, sum ongantíð hava verið, at Landsbankin er miðbanki. Men hvat er tað, sum Landsbankin hevur ført fram, og sum Bodil Nyboe Andersen hevur misskilt?

Tá faklig hugtøk verða týdd til føroyskt, kann ofta ivi standast um merkingar, sum annars altjóða semja er um. Í svarskrivi til Felagið Peningastovnar í Sosialinum 17. nov. 2004 spyr Landsbankin í undiryvirskrift »Er Landsbankin ein tjóðbanki ?« og vil vera við, at Landsbankin kann vera tjóðbanki, hóast Føroyar ikki hava egið gjaldoyra. Annaðhvørt brúkar Landsbankin her orðið tjóðbanki fyri miðbanki, ella er hetta eitt tápuligt og meiningsleyst kjak, tí í búskaparfrøðini eru ikki fleiri gradir av miðbanka-isering. Nógv bendir á, at Landsbankin hevur ein miðbanka í búkinum, men eg havi tó vón um, at teirra egnu búskaparfrøðingar eru ikki fyri, at Føroyar fáa egið gjaldoyra.

Landsbankin hevur víst til búskaparfrøðiliga gransking, sum vísir á fyrimunir við meira sjálvstøðugum tjóðbankum (Dimmalæting 30. okt. 2004). Hetta er rætt, og eg kundi nevnt fleiri dømi. Í løtuni er kendasta dømi helst seinastu vinnararnir av búskaparfrøðisheiðurslønini til minnis um Nobel, Kydland og Prescott, sum longu í 1977 vístu á trúvirðistrupulleikar í sambandi við búskaparpolitikk, og herundir, hvussu politikarar kunnu betur náa síni mál við at frásiga sær sjálvum ávirkan. Nógv gransking er eisini seinni gjørd, og er nakað nevnt í keldulistanum, har úrvalið er einans gjørt fyri at áhugaði lesarin skal hava eitt gott stað at byrja. Men at brúka hetta og aðra gransking um miðbankar sum próvgrund fyri, at Landsbankin skal vera óheftur, heldur ikki, tí Landsbankin er ikki miðbanki.

Landsbankin hevur so víst á uppgávurnar hjá stovninum, sum eru uppgávur, sum miðbankar hava í øðrum londum (m.a. bræv til Bodil Nyboe Andersen 25. nov. 2004). Det smager da lidt af fugl, men hetta er í veruleikanum reinur Erasmus Montanus. At Landsbankin hevur uppgávur, sum miðbankar í øðrum londum røkja, ger ikki Landsbankan til ein miðbanka.

Landsbankin hevur eisini víst á gongdina úti í heimi, har miðbankar verða gjørdir meira og meira óheftir av stjórnini (Dimmalætting 30 okt. 2004). Ja, og nevnast kann, at sum eitt tað fyrsta, eftir at Tony Blair og New Labour komu til valdið í Bretlandi, varð miðbankin gjørdur nógv meira óheftur av stjórnini, soleiðis at fíggjarmálaráðharrin ikki longur hevði ávirkan á rentustigið. Men hetta at áseta rentustigið er júst ein miðbankauppgáva, og ikki ein uppgáva sum Landsbankin røkir í Føroyum.

Landsbankin roynir at brúka sum ítøkiliga samanbering við uppgávurnar hjá stovninum Landsbankanum, at tá europeiski miðbankin ECB tók yvir miðbankauppgávurnar frá tjóðbankunum í teimum 12 londunum, sum vóru við í euro-samstarvinum, vórðu tjóðbankarnir ikki tiknir av (Sosialurin 17. nov. 2004). Eisini hetta er óviðkomandi, tí gomlu tjóðbankarnir eru framvegis partur av felags europeiska miðbankanum. (Soleiðis sum Landsbankin skrivar, fær ein ta fatan, at tað var eitt tilvildarligt fleirtal av europeiskum londum, sum valdi at avtaka sítt egna gjaldoyra, men tað var tað sjálvsagt ikki.)

Ein og hvør almennur stovnur droymir helst um at hava óavmarkaða játtan, og í mongum førum kann eisini talast fyri, at fakligu uppgávurnar vórðu betur røktar, um politisk uppíblanding ikki var møgulig. Men er Landsbankin ikki miðbanki, er í búskaparfrøðini trupult at finna argument fyri, at fyrimunirnir við at vera uttan fyri politiska ávirkan, skulu vera størri fyri Landsbankan, enn fyri t.d. Fiskirannsóknarstovuna.

Fyri at finna eina haldbara samanbering millum Landsbankan og miðbankar, so er eitt sum galdar fyri bæði miðbankar og fyri Landsbankan eins og allar ráðgevingarstovnar, og tað er, at teir mugu hava trúvirði. Týdning fyri trúvirðið hjá einum og hvørjum ráðgevingarstovni hevur m.a., at fólkini eru dugnalig, og at tey eru sannfør.

Eg haldi tí tað hevur týdning at spyrja, um Landsbankin, tá hann vísti til búskaparfrøðiliga gransking um miðbankar, tá hann vísti á uppgávurnar hjá stovninum, sum vanliga eru miðbankauppgávur, tá hann vísti til gongdina úti í heimi við øðrum tjóðbankum, og tá hann vísti til europeisku tjóðbankarnar, sum vórðu varðveittir, eftir at londini fóru við í eurosamstarvið, ikki kendi munin á Landsbankanum og einum miðbanka.

Nakrar keldur:
Barro and Gordon (1983): Rules, discretion and reputation in a model of monetary policy. J. of Monetary Economics 12, 101-121.

Jensen (1997): Credibility of Optimal Monetary Delegation. American Economic Review 87, 911-920.

Kydland and Prescot (1977): Rules rather than discretion: The inconstistency of optimal plans. J. of Political Economy 85, 437-490.

Persson and Tabellini (1993): Designing institutions for monetary stability. Carnegie-Rochester Conference Series on Public Policy 39, 53-89.

Persson and Tabellini (2000): Political Economics, Explaining Economic Policy. MIT Press.

Schultz (1999): Monetary Policy, Delegation and Polarization. Economic Journal 109, 164-178.

Walsh (1995): Optimal Contracts for Central Bankers. American Economic Review 85, 150-167.

fredag den 11. juni 2004

Hermann Oskarsson hevur atfinning uppiborið

(Lesarabræv í Dimmalætting 11. juni 2004)

Tað er í hesum døgum vanligt í lesarabrøvum at taka tað fyrivarni, at man var ikki á ráðstevnuni, sum var á Christiansborg, og tí ikki hevur hoyrt, hvat varð sagt. So lat meg beinanvegin boða frá, at eg var á ráðstevnuni, sum alt nú er á gosi um.

Eg hoyrdi ein frálíkan fyrilestur hjá Hermanni Oskarsson. Hermann nevndi kanska ikki fiskimannaskattaavslátturin beinleiðis, men tá eg hoyrdi hann tosa um avleiðingar av blokkinum sum eru skaðiligar og avlaga vinnumynstrið, ljóðaði tað fyrst og fremst sum fiskimannaskattaavsláttur fyri mær.

Misskiljingar

Í Føroyum halda alt ov mong, at vit mugu liva av at fiska og at virka og selja fisk, tí tað er tað vit duga best, og at tí má fiskivinnan stuðlast. Hetta er ein stór misskiljing. Um at fiska og virka fisk er tað vit duga best, so skal fiskivinnan ikki hava stuðul? Tað er ein óprógvaður pástandur, at tað føroyingar duga best er at fiska og virka fisk. Um vit gevast at stuðla øllum vinnum fáa vit svar uppá hvat føroyingar duga best. Um fiskivinnan ikki klárar seg uttan stuðul, er tað tí vit ikki duga best at fiska og virka og selja fisk, men duga okkurt annað betur. Fiskimannaskattaavsláttur er ein av fleiri orsøkum til at vit ikki vita, hvat tað kann vera.

Mong halda, at fiskimannaskattaavslátturin er sosialt órættvísur. Tað er ein spurningur um hugsjón, og tað ætli eg ikki at viðgera her. Men stuðul til fiskivinnuna, sum fiskimannaskattaavslátturin er, er eisini størsta forðingin fyri búskaparmenning í Føroyum í dag.

Skaðilig árin

Skaðiligu avleiðingarnar av fiskimannaskattaavsláttrinum eru fleiri. Skattaavslátturin er dýrur fyri landskassan, sum harvið ikki hevur ráð til at gjalda fyri onnur meira átrokandi endamál, har av mong endamál, sum kunnu økja búskaparvøksturin. Fiskimannaskattaavslátturin er ein forðing fyri møguleikunum hjá øðrum vinnum, tí íløgur í fiskivinnuna fáa fyrimunir. Fiskimannaskattaavslátturin forðar menning av fiskivinnuni, av tí at skattaavslátturin lækkar lønarlagið í fiskivinnuni. Fiskimannaskattaavslátturin gagnar heldur ikki fiskimonnum, tí hann ávirkar arbeiðsumstøðurnar hjá fiskimonnum til tað verra, á sama hátt sum lønirnar.

Taparar og vinnarar

Serliga tey, ið merkja skaðiligu avleiðingarnar av fiskimannaskattaavsláttrinum eiga at ynskja at avtaka skattaavslátturin: Vinnulívsmenn, sum ikki eru í fiskivinnu eiga at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin. Dugnaligastu reiðararnir eiga eisini at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin. Og fiskimenn eiga eisini at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin.

Fiskimannaskattaavslátturin er ikki skaðiligur fyri øll. Skattaavslátturin gagnar tveimum bólkum í samfelagnum: Minni dugnaligir reiðarar og minni dugnaligir formenn í fiskimannafeløgum. Hvussu hesir tveir bólkarnir, sum helst eru smáir, hava fingið ein meiriluta í Løgtinginum at arbeiða fyri teirra áhugamálum ímóti áhugamálunum hjá øllum hinum, skilji eg ikki.

Einasta orsøk at finnast at Oskarsson í sambandi við hansara fyrilestur á Christiansborg er, at hann ikki meira týðiligt segði frá skaðiligu avleiðingunum av fiskimannaskattaavsláttrinum. Tíbetur hevur hann sagt nakað av tí fyrr. Men tað er nokk eisini orsøkin til at alt er á gosi.

Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur

lørdag den 21. februar 2004

Lógin hjá Murphy

(Grein í Sosialinum 21. februar 2004 undir teiginum »Teldubrævið«)

Lógin hjá Murphy (»If anything can go wrong, it will«) hevur eina útgávu fyri búskaparfrøðiliga ráðgeving:

Tá búskaparfrøðingarnir eru samdir um tilmæli, hava teir minst ávirkan. Tá teir vita minst og eru ósamdir, verður lurta eftir teimum. (mín týðing)


Hetta galdar nokk eisini fyri fiskifrøðingar og nógvar aðrar frøðingar.

Hetta síggja vit kanska serliga í valstríði, har búskaparpolitisk og onnur uppskot kunnu verða væl undirbygd við endurgevingum frá búskaparfrøðingum og øðrum serfrøðingum, samstundis sum atfinnararnir eisini endurgeva sínar serfrøðingar.

Eitt aktuelt dømi er uppskotið hjá samgonguni um ein skattalætta og samstundis at hækka inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (sum fyrr æt »Samhaldsfasti«). Tað var kanska eitt PR-mistak av teimum stóru, tá samgongan almannakunngjørdi hetta saman, men uttan samstundis at almannakunngera hvussu stóra øking í útgjaldinum frá Samhaldsfasta, økingin av inngjaldinum fór at hava sum beinleiðis avleiðing.

Tí tá atfinnararnir fóru at rokna, var inngjaldið til Samhaldsfasta tikið við sum skattahækking. Men útgjaldið úr Samhaldsfasta var als ikki rokna uppí. Tí gjørdist sosiala slagsíðan so ógvuslig í útrokningunum.

Hvussu nógv prosent aftrat lønini hevði Føroya Arbeiðarafelag skula havt í eftirlønargrunn fyri at teirra limir við eftirlønaraldur skulu fáa eitt eftirlønarútgjald sum svarar til økingina, sum nú kemur í útgjaldinum frá Samhaldsfasta?

Var tað henda øking av útgjaldinum, sum gjørdi atfinningarnar frá fakfeløgunum so nógv veikari eftir kunnandi fundin við landsstýrismannin í fíggjarmálum og løgmann um broytingarnar og avleiðingarnar? PowerPoint er ikki so galið.

Sannleikin man vera, at tað er hvørki so gott sum samgongan sigur, ella so ringt sum atfinnarar siga.

Tí er tað skilabesta nokk at gera sum Hermann Oskarsson, formaður í búskaparráðnum, mælti til og lurta eftir óheftum serfrøðingum, áðrenn broytingarnar verða framdar. Men um lógin hjá Murphy fyri búskaparfrøðiliga ráðgeving heldur, verður tað ikki gjørt.

Eitt grovt dømi um misbrúk av serkunnleika er mátin stjórnirnar hjá George W. Bush og Tony Blair brúktu fregnartænastufrágreiðingar til at grundgeva fyri at fara í kríggj í Irak.

Metingarnar hjá fregnartænastunum vórðu valdar burturúr sum Bush og Blair lysti, og veruleikin varð snaraður. Og listin við ítøkiligum lygnum hjá Bush í røðum fyri kongressini, í sjónvarpsrøðum og á tíðindafundum er langur. Colin Powell, uttanríkisráðharri, var í ST við følskum prógvum fyri vandanum frá hópoyðingarvápnum í Irak.

Við teimum ræðuligu avleiðingunum, sum eru av kríggi, er avgerðin um kríggj á skeivum ella følskum grundarlag kanska skeivasta avgerð hjá nøkrum amerikanskum forseta í hvussu er í fimmti ár. Irakar verða helst fegnir í longdini, hóast eisini teir hava mist. Kanska var avgerðin um kríggið røtt, men grundarlagið má vera í lagi, og fólk má fáa sannleikan at vita.

Politikkur sum ikki er umhugsaður og fyrireikaður og er grundaður á holla vitan kann gera størri skaða enn gagn. Tá talan er um búskaparpolitikk kunnu avleiðingarnar gerast ringast fyri júst tey, sum politikkurin skuldi hjálpa.

Politikkur sum í stóran mun er grundaður á serfrøðingatilmæli er kanska minni spennandi, men hann heldur kanska betur í longdini.

Tað er kanska besta argument fyri at gera breiðar semjur, eisini tá man hevur smalan meiriluta.