Sider

onsdag den 19. december 2012

Støðan á arbeiðsmarknaðinum framvegis vánalig

Arbeiðsloysi minkar! Hagstovan hevur í dag kunngjørt, at arbeiðsloysi er tað minsta í trý ár.

Hetta er at fegnast um. Men áðrenn vit jubla, eiga vit nokk at hyggja nærri eftir støðuni á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita, tað sigur Hagstovan eisini, at fólkatalið minkar. Aðrar orsøkir kunnu eisini gera, at arbeiðsloysisprocentið er eitt sindur misvísandi fyri gongdina á arbeiðsmarknaðinum.

Tá Kaj setti tingini uppá pláss

Tórbjørn Jacobsen hevur lagt útskrift frá parti av triðju viðgerð í Løgtinginum av málunum um avtøku av Landsbanka Føroya á facebook. Eg haldi tað skal eisini leggjast út her. Fýra mál vóru viðgjørd undir einum:

Restin av hesum teksti er kopierað frá Tórbjørn Jacobsen. Leinkjur til ljóðfílur havi eg tó lagt aftrat.

Gylfason um íslendska miraklið

Thorvaldur Gylfason, sum føroyingar kanska kenna frá ráðstevnuni Fólksins ogn ella í Norðurlandahúsinum í mars í ár, hevur skrivað grein um leiðina hjá Íslandi úr kreppuni (pdf). Greinin, ið er útgivin av Legatum Institute, er á enskum, men skjótt lisin. Greinin viðger makrobúskaparpolitikkin hjá Íslandi, síðani kreppan rakti, hvat man gjørdi við bankarnar, hjálp man fekk uttaneftir (bæði lán og ráðgeving), brotsverk sum fóru fram í vinnulívi og fyrisiting, rættarliga eftirspælið. Greinin endar optimistiskt við:
Financial crises never wipe countries out—firms, yes, people, sometimes, but not nations. For nations always come back, even after they default. (Which, by the way, Iceland did not do: While the government refused to cover the debts run up by the private banks, it continued to service Iceland’s sovereign debt.)

lørdag den 15. december 2012

Eftirbýttir á Norðlýsinum

Tað er lætt at vera eftirklókur. Men summi megna ikki ein gang at vera klók aftaná.

Norðlýsið hevur fyri skjótt tveimum árum síðani skrivað grein, har tey halda, at búskaparfrøðingar og búskaparstovnar seinnu árini hava ikki í nóg stóran mun ávarað politisku skipanina og Føroya fólk, og eru komin við fleiri margháttligum útmeldingum. Saman við Magna Laksafoss eftirmeta tey búskaparráðgevingina.

Búskaparligi veruleikin er politisk fantasi

Í gjár kom skriv frá løgmanni, at tað gongur framá við búskapium, og byrjar hann soleiðis:
Fíggjarkreppan broytti við eitt okkara búskaparligan veruleika.

Í 2009 var hallið á fíggjarlógini upp móti 700 mió. kr., men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 er hallið komið niður á góðar 240 mió. kr.

fredag den 14. december 2012

Tríggjar viðmerkingar til avtøku av Landsbankanum

Tríggjar viðmerkingar frá facebook:

Hannis Egholm:
Vandamesti fíggindin hjá hesum trællunum eru júst upplýst, vælútbúgvin og vitandi fólk. Tað er tann einfalda og óhugnaliga orsøkin! Teir/tey vilja hava frið!

Føroyar behøvast ikki hava Landsbankan

Týdningurin av sjálvstøðugum Landsbanka í verandi líki er yvirvurderaður. Men nakrar funktiónir eru neyðugar fyri føroyska samfelagið.

Man kann saktans tala skilagott fyri samanlegging av almennum stovnum, eisini har Landsbankin er ein. Men uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum er als ikki nóg gott. Heldur ikki við teimum ískoytum og broytingum (og broyttu grundgevingum), sum eru komnar aftaná framløguna og síðani øll hoyringssvar mæla frá. Tað er stórur vandi fyri, at hetta endar sum við eini aðrari samanlegging hjá fíggjarmálaráðharranum, SamVit, har byrjast mátti heilt forfrá við Ferðaráðnum, nøkur fá ár seinni, tá fólkið var rýmt og nógv vitan horvin. Kringvarpið sum ófyrireikað samanlegging av Útvarpinum og Sjónvarpinum er eisini dømi um at fyrireiking er neyðug fyri væleydnaðari bygnaðarbroyting.

Veit tú hvar fjórða statsvaldið er?

Dagur og vika-redaktión sendi út tíðindaskriv tíðliga í morgun:
Eftir stóru succesina við Saltangará í gjárkvøldið, hevur Dagur og vika í kvøld enn eitt innslag í nýggju røðini "Veit tú hvar tað er?"

Í kvøld verður tað Landsbankin - og broytir røðin navn til "Hvar bleiv hann av?"

Í næstu viku kemur "Hvar fór samhaldsfesti?" og "Hvør stjól fólksins ogn?"

torsdag den 13. december 2012

Nú Dimma stríðist fyri at sleppa at blíva givin út...

Nú Kringvarpið, sum skal vera óheft av privatum kapitaláhugamálum, er undir trýsti, og vit eisini lesa í bløðunum, at stórkapitalurin er úti eftir Dimmalætting, er kanska vert at minna á, hvat hendi í Íslandi.

Baldur Arnarson, blaðmaður á islendska Morgunblaðið, skrivar grein, sum Emil L. Jacobsen hevur týtt til føroyskt og sum er í Dimmalætting 14. apríl 2010 undir yvirskriftini: Kúgaði sannleikin.

Í greinini greiður Baldur frá, við støði í frágreiðing hjá serligu kanningarnevndini hjá Altinginum, hvussu bankarnir hóttu bløð, sum skrivaðu kritiskt um bankarnar. Greinin var forsíðu-søga í Dimmu henda dagin:

Forsíða á Dimma 14. apríl 2010

Her eru nøkur brot, sum er verd at hava í huga tá vit eygleiða gongdina í Føroyum:

Spurdi nakar, hví eru fólk bangin?

Embætisfólkini arbeiða eftir tænastuboðum. Listafólkini eru skerd. Kringvarpið er hótt. Landsbankin er niðurlagdur.

Um man minnist byrjanina hjá samgonguni, so er talan bara um tann politikk í sama dur, sum tey hóttu við beinanvegin. Longu 4. januar í ár skrivaði eg um Sjey vikur við ABDH: Makt elvir til avmakt:
  • 14. nov 2011: Samgongan hevur biðið fakfeløgini tiga,
  • 26. nov 2011: Fólkaflokkurin hevur koyrt fjølmiðlarnir á dyr,
  • 30. nov 2011: Tingmaður hóttir aðalstjóra,
  • 30. nov 2011: Løgmaður hevur hótt við 300 almennum uppsøgnum,
  •   8. dec 2011: Embætisfólk fáa tænastuboð,
  • 23. dec 2011: Løgmaður hartar fakfeløg og politisk ungmannafeløg
  • 25. dec 2011: Løgmaður skjýtir við skørpum

onsdag den 12. december 2012

Ræðist Kringvarpið samgonguna?

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlógina. Andstøðan hevur gjørt eitt broytingaruppskot, sum gevur vøkstur og nýggjar inntøkur, men hesum trýr Kringvarpið ikki ordiliga uppá:
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga seg kunna fáa hallið niður í 153 mió. kr. næsta ár.
Tað er gott við eini kritiskari pressu.

Samgongan hevur eftir fíggjarnevndarviðgerðina eitt fíggjarlógaruppskot, sum hevur eitt sindur størri hall:
Hallið á fíggjarlógini verður 242 mió. kr.
Her er eingin slingur í valsinum. Samgongan og Bárður siga tað, so verður tað borið víðari av Kringvarpinum.

Italskir tilstandir í ABDH

Síðstu vikuna er italska statsobligatiónsrentan hækkað. Og orsøkin er, at Berlusconi hevur avgjørt at stilla upp aftur. Samstundis sum italska obligatiónsrentan hækkar, lækkar tann týska, so tað vit rópa italska rentu-gloppið er vaksið uppaftur meira. Rentu-gloppið, t.e. meir-rentan italska stjórnin noyðist rinda, er kostnaðurin av, at teirra kredittvirði er verri enn týska. (Sjálvt Spania hevur fingið trupulleikar av, at Berlusconi ætlar gera comeback.)

tirsdag den 11. december 2012

Konjunktursveiggj og fíggjarpolitikkur

Nýtt arbeiðsrit frá IMF, Fiscal Multipliers and the State of the Economy, staðfestir, hvussu man skal føra konjunkturútjavnandi politikk:
Government spending shocks have a larger effect on output when the output gap is negative
og:
quite a consistent result across countries is that first year revenue multipliers are small. (s. 13)

Hvat skulu vit við fakfólki?

Í sambandi við kjak á facebook um avtøkuna av Landsbankanum, skrivar Bill Justinussen:
Hetta málið - eins og mong onnur í politikki - er eitt av teimum, har ein sum politikkari ikki er 100% vísur í, hvør rættasta avgerðin er. Men niðurstøðan bleiv so tann, at Landsbankin verður søga frá 1. apríl 2013 at rokna.

Politikkurin ávirkar búskapin, ikki snakk

Á fíggjarmarknaðinum uppføra fólk seg til tíðir sum hysteriskar kellingar, sum Lykketoft segði. Men tað gera fólk ikki við sínum privatbúskapi. Psykologi og álit hevur nógv at siga fyri búskapin, men hvørki samgonga ella andstøða kunnu ræða fólk við at snakka. Ella rópa.

Tað er politikkurin hjá samgonguni sum er orsøk til, at búskapurin koyrir í tómgongd.

mandag den 10. december 2012

Ójavnt er býtt - ójavnt skal býtast

Løgtingið hevur í dag við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Karsten Hansen um broyting í heilsutrygdargjaldinum. Tað inniber, at láginntøkur skulu rinda minni enn frammanundan og háinntøkur meira enn frammanundan.

Andstøðan hevði annars eitt broytingaruppskot. Sambært uppskotinum hjá andstøðuni skuldu eitt hámark setast á heilsutrygdargjaldið. Hetta hevði við sær, at tey ríkastu skuldu sleppa bíligari. Tey sum forvinna 100 000 kr um mánaðin, t.e. 1.2 miljónir um árið, skuldu, um andstøðan fekk sín vilja, einans rinda 3180 kr árliga í Heilsutrygdargjaldi, í staðin fyri 8520 kr, sum samgongan mælir til.

søndag den 9. december 2012

Upphøggingarstuðul er ikki nøkur loysn

Fiskivinnan hevur havt Fiskivinnuting, sum bankarnir sponsoreraðu, og sambært fundarfrásøgn hevur Gordon Rajani, sum er ráðgevi í Vinnuhúsinum, har hann samskipar uppgávur fyri felagið peningastovnar, mælt til upphøggingarstuðul:
Vit kundu fingið inspiratión frá bankapakkunum, har øll skip gjalda í ein grunn. Gjaldførið í grunninum kundi verið nýtt til at tryggja kreditorar í eini konkursstøðu. Harvið vildi exit úr vinnuni verið snikkaleysari.

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (8)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um marknaðarligar skipanir fyri býti:
Tá talan er um nýggjan fiskiskap, har eingin kann vísa á meira søguligan rætt enn onnur, kann vera hóskandi at brúka marknaðarligar skipanir fyri útluting og býti. Slíkar skipanir eru vanliga uppboðssøla ella alment útboð.

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (7)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um eitt íslendskt mál, sum var fyri mannarættindanevndina hjá ST:
Íslendska málið varð tikið upp av tveimum fiskimonnum, sum høvdu keypt sær bát, men sum ikki fingu lut í kvotum av fiskastovnum, har fiskiskapurin varð skipaður við handilskvotum, uttan so at teir keyptu sær kvotur frá øðrum

(...) Teir báðir íslendingarnir hildu, at hetta var í stríð við líkaregluna í grein 26 í ST-sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi.  Teir løgdu málið fyri mannarættindanevndina hjá ST, har ein meiriluti upp á 12 av 18 limum gav teimum viðhald.

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (6)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um bólkingina av fiskiflotanum:
Bólkingin av fiskiflotanum kann brúkast til at skilmarka marknaðir fyri fiskirættindum. (s. 4)

onsdag den 5. december 2012

Vinnupolitikkur for dummies

Løgtingið viðger broytingar í treytunum fyri alivinnuna og hvør kann vera partur av alivinnuni.

Fá ár síðani man gjørdi broytingar seinast. Ad hoc broytingar so hvørt sum okkurt hendir, sum ikki er dámt. Oftast er tað tó forútsigiligar hendingar.

Útlendingar hava gjørt íløgur, tá tað var lagaligt fyri útlendingar. Nú strammar man treytirnar. Tvs. útlendingar keypa undir einum liberalum regime, har prísurin harvið er relativt hægri, men tvingast at selja, meðan prísurin er relativt lægri.

Av røttum skuldi landið givið hesum útlendsku íleggjarum endurgjald. (Ikki tí eg haldi tað er rætt, men fyri at undirstrika, hvussu ófantaligt, politiska skipanin arbeiðir.)

lørdag den 1. december 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (5)

Í sambandi við at Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link), var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og viku í kvøld til samrøðu aftaná eitt innslag um fiskivinnupolitikkin.

Samgonguskjalið hjá ABDH-samgonguni sigur m.a. um fiskivinnupolitikkin:
Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/rullandi skipan verður gjørd.