Sider

lørdag den 23. november 2013

Glíðibreytin!

Um samkynd parløg ikki blíva javnsett í hjúnabandslógini kunnu vit vera vís í, at tað er bara fyrsta stig. Søgan eigur læra okkum, at afturhaldskreftirnar steðga ikki, tá tær fáa viðhald í einum kravi. Tað næsta verður kanska, at samkynd parløg verða kriminaliserað og bøssar og lesbisk verða koyrd í fongsul.

Hetta er glíðibreytin, ið vit fara at hoyra nógv um í næstu viku, og eg vil staðiliga ávara ímóti henni!

onsdag den 20. november 2013

Vorðið sum kanningarstjóri!

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur valt Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra. Til uppgávuna at fríkenna Kára og Kaj er talan sikkurt um eitt skilagott val. Men tað skuldi ikki vera uppgávan.

Útvarpið veit at siga, at Annfinn hevur sitið á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsformaðurin forsvarar hetta tápuliga og óacceptabla val við, at hann ikki kann velja ein sum hevur sitið á Løgtingi fyri ein annan flokk.

Og Annfinn sigur sjálvur við útvarpið, at hann ikki sær nakrar habilitetstrupulleikar. Sum vit skulu síggja, hevur Annfinn sína heilt egnu meting av inhabiliteti.

lørdag den 16. november 2013

Kringvarpið: Privatisering -- við ella uttan kapping?

Í miðlunum boðar Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, frá, at Kringvarpið aftur í ár fer at lata privat felag gera nýggjárssendingina. Burtursæð frá tíðindapartinum, verður restin útliciterað.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um henda avgerð og mannagongdin annars fylgir nýggja Rundskriv um keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna, sum Fíggjarmálaráðið kom við í oktober í sambandi við stovnan av almennum innkeypsportali.

Eg veit ikki, um rundskrivið er galdandi fyri keyp hjá Kringvarpinum, (tað er galdandi alt keyp omanfyri 50.000 kr. u/mvg av vørum og tænastum, men bara játtanarslagið rakstrarjáttan, og við nøkrum undantøkum), men tað er ikki poengið.

Kapping skal vanliga fyrst og fremst tryggja, at tað almenna ikki keypir dýrari enn neyðugt, umframt forða fyri korruptión. Hetta eru tvey frálík endamál, ið Kringvarpið eigur arbeiða eftir, óansæð um tað er teimum álagt ella ei. Eg gangi so í hvussu er út frá, at tey ganga inn fyri tí, og at borandi journalistikkurin hjá teimum sum viðhvørt ansar eftir bæði almennari ovurnýtslu og korruptión, er ikki bara komedia.

fredag den 15. november 2013