Sider

mandag den 29. april 2013

Búskaparfrøðiligur nørdahumor

Eg brúkti m.a. gransking hjá Daron Acemoglu sum keldu í grein um kostnaðin fyri samfelagið og vandan av kradding. Acemoglu er ein ógvuliga produktivur granskari, og er avgjørt ein av teimum mest viðurkendu í sínum ættarliði. Tað er nokk uppá tíðina, men nú er komin ein síða honum til heiðurs (nørdasligur humor, sum krevur búskaparfrøðiligt innlit at skilja).

tirsdag den 23. april 2013

Skeivur politikkur hevur skaðiliga ávirkan

Síðstu búskapartølini staðfesta tað, sum fleiri onnur búskapartøl hava givið varhugan av seinastu mánaðirnar: Skeivi politikkurin rakar nú eisini tey londini, sum skuldu verið væl fyri!

Serliga Týskland hevur -- gjøgnum ES -- lagt trýst á suðureuropeisku londini at spara og skerja, hóast búskapurin er í lágkonjunkturi. Men nú rakar kreppan eisini Týskland.

At brúka orðini tragikomiskt er óhóskandi um nakað sum hevur so syrgiligar avleiðingar fyri miljónir av fólkum, so vit halda okkum til at siga, at timingin er tragisk. Tí hetta hendir fáar dagar eftir at tað er komið fram, at einastu og seinastu seriøsu økonomarnir sum talaðu fyri sparipolitikki høvdu gjørt fleiri grovar feilir í síni gransking (meira um tað ein av komandi døgunum). Nú er eingin seriøsur økonomur longur sum stuðlar sparipolitikki í hesi kreppu.

mandag den 8. april 2013

Dumpikarakter til fólkavakstrarbólkin

Hetta er púra óskiljandi!

Eg síggi akkra Dag og viku frá í kvøld, og har avdúkar forkvinnan í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit um fólkavøkstur (beinleiðis til frágreiðing í pdf), at man hevur valt frá at taka javnseting av øllum borgarum við í fólkavakstrarætlanina, hóast fleiri sum vendu sær til bólkin mæltu til tað. Ikki tí tað ikki hevur týdning, men tí politikarar eru ikki samdir um tað.

At kalla ætlanina eina heildarætlan (fyri at siga, at átøkini skulu samanlagt síggjast sum ein heild, og ikki eitt idekatalog til politikarar at velja og vraka úr) tá man sjálvur - av taktiskum orsøkum - hevur pilkað eitt upplagt átak burturúr, kann illa kallast annað enn intellektuelt óerligt.

Á enskum brúkar man orðið "character" um m.a. integritet. Henda prioritering (sum er eitt frával) hjá arbeiðsbólkinum (sum letur seg kúga) er til dumpikarakter - ella í hesum føri dumpaður integritetur.

Eg var annars so positivur fyrr í dag. Ikki tí øll nú skulu vera positiv, men tí eg hevði lisið álitið og helt, tað var eitt rímiliga væl frágingið arbeiði.

torsdag den 4. april 2013

Spennandi kjak, men skeivur spurningur

Spennandi kjak í útvarpinum í annaðkvøld: Er kósin tann rætta?

Trupulleikin er bara, at tey seta framvegis skeivar spurningar í útvarpinum, tí tey góðtaka premissurnar hjá samgonguni:
Í annaðkvøld spyr Kringvarpið hvussu málið um at hallið skal verða burtur í 2016 skal uppfyllast.

tirsdag den 2. april 2013

Fíggjarmálaráðið skilir fiskivinnu betur enn løgmaður og Fiskimálaráðið

Úr búskaparfrágreiðingini til fíggjarkarmarnar fyri 2014:
Fyri at fáa eina góða og produktiva fiskivinnu, mugu tvær fyritreytir vera til staðar. Fyri tað fyrsta, má veiðan vera lívfrøðiliga burðardygg. Tað vil siga, at veiðutrýstið má ikki støðugt vera ov høgt (ella ov lágt). Fyri tað næsta, má samlaða arbeiðsmegin og samlaði kapitalurin í vinnuni vera búskaparliga hóskandi í mun til virðið á veiðuni, soleiðis at samlaða avlopið altíð verður sum mest.
(...) Tann næsta fyritreytin krevur, at ein marknaðarbúskapur er til staðar inni í fiskivinnuni, sum tryggjar eina hóskandi frágongd av kapitali og arbeiðsmegi, so hvørt sum tøkniliga menningin ger fiskiveiðuna meira effektiva.

Og so er tað man má spyrja, um Kaj Leo hesur lisið hatta? Og sjálvt um tað er forklárað má man spyrja, um hann skilir, hvat tað merkir? Tí hann tosar bara um MEIRA kapital til fiskivinnuna.

Og Fiskimálaráðið má lesa og læra. Eg veit ikki, hvørjum tey hava skil fyri, um nøkrum, men fiskivinnu er tað so í hvussu er ikki.